mánadagur 17. desember 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 244 - 17. desember 2007
Sambært roknskapar
greiningini, sum
Rasmussen & Weihe
hava gjørt, hava fleiri
fiskavirkir aftur havt
hall í 2006. Ráfiskurin
er dýrur, rentan er
hækkað, og virkini
hava ikki megnað at
fáa meira burtur úr
fiskinum
rakstur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í nøkur fylgjandi ár hava
fleiri føroysk fiskavirkir
havt hall – og stór hall.
Talan er ikki bara um tey
smáu feløgini, sum hava
fiskaframleiðslu, men eisini
um tey stóru og størstu.
Seinastu
árini
hevur
grannskoðarafelagið Ras
mussen & Weihe gjørt eina
sonevnda roknskapargrein
ing av fiskiskipaflotanum
yvir 110 brt.
Felagið hevur eisini hugt
uppá, hvussu gongdin er
hjá
fiskavirkjunum.
Øll
virkir eru tó ikki við í hesi
greining, og færri eru við í
2006 enn undanfarin ár.
Sum skilst, eru tað ikki
øll fiskavirkir, sum hava so
góðan hug at verða við, og
tí hevur grannskoðarafelag
ið ikki fingið neyðuga tal
tilfarið.
Virkini, sum vóru við í
greiningini
fyri
2005,
umboðaðu út við 80% av
ráfiskinum, sum verður
landaður og virkaður í Før
oyum.
Í greiningini fyri 2006
umboðaðu
virkini,
sum
vóru við, stívliga 60% av
landaða ráfiskinum.
Tað er so hóast alt ein
stórur helmingur.
7 miljónir í halli
Í stuttum kann sigast, at
nógv
føroysk
fiskavirki
»duga« ikki at tjena pening
– ella sagt við øðrum orð
um: Tey duga ikki at skapa
ta virðisøking, sum skal til
fyri at fáa fleiri krónur burt
ur úr hvørjum kilo av
ráfiski.
Tá ið eingin virðisøking
er, samstundis sum fiskurin
er dýrur, og rentan er
hækkandi, kann ikki rokn
ast við nøkrum serligum úr
sliti.
Og úrslitini eru heldur
einki at reypa av.
Tey sjey feløgini, sum
Rasmussen & Weihe hava
við í síni greining fyri 2006,
hava eitt samanlagt hall upp
á stívliga 7 miljónir krónur.
Størstu feløgini, sum eru
við í hesi greining, eru
Faroe Seafood og Kósin.
Vit hava tó ikki sæð
úrslitini hjá hvørjum ein
støkum felag sær.
Tað kann tykjast eitt sind
ur undarligt, at gongdin hjá
hesum virkjum er, sum hon
er.
Eitt av feløgunum, sum
ikki er við í greiningini, er
Tavan í Leirvík, sum arbeið
ir upsa í vetrarhálvuni og
gulllaks í summarhálvuni.
Tavan setir met
Fiskavirkið í Leirvík hevði
nevniliga sítt besta ár í
2006, tá ið felagið hevði
eitt avlop upp á heilar 7,5
miljónir krónur.
Í 2004 og 2005 var avlop
ið hjá felagnum eftir skatt
ávikavist 1,6 og 3,4 miljónir
krónur.
Hetta merkir, at somu ár
(2004, 2005 og 2006), sum
fleiri fiskavirkir hava havt
stór hall í rakstrinum, hevur
Tavan í Leirvík havt eitt
avlop eftir skatt upp á til
samans 12,5 miljónir krón
ur.
Nógvar orsøkir kunnu
vera til, at gongdin hjá virkj
unum er so misjøvn, men
eitt er kombinatiónin av
framleiðsluni.
Stjórin í Tavuni, Jóan
Magnus Rasmussen, hevur
áður sagt, at teir duga einki,
sum hini virkini ikki duga.
Vit arbeiða bara upsa í
vetrarhálvuni, og eg trúgvi,
at tá fáa aðrir tað eisini at
bera til, sigur hann lítil
látin.
Virkini gjalda væl
Á framløgufundinum, sum
grannskoðarafelagið skip
aði fyri í síðstu viku, segði
Bjarni Arnason, ið hevur
staðið á odda fyri greining
ini, at gjaldførið hjá fleiri
Frælsi í hálsbandi við lumma
Frælsi í Dós hevur verið ein av ímyndunum hjá Kalli, síðan dósin fyrstu ferð kom á
marknaðin fyri skjótt fýra árum síðani, skrivar felagið í tíðindaskrivi. Torført er at fáa
hendur á upprunadósini, so Kall hevur valt at skifta dósina út við eitt hálsband við
einum fartelefonlumma í. Í lummanum finst júst tað sama, sum áður var í dósini,
nevniliga SIMkort við fartelefonnummari, talutíðarkort við 100 krónum,
skrásetingarseðil, sum hevur virði á 25 kr., og Frælsi vegleiðingin. Nýggi pakkin,
sum er framleiddur í avmarkaðari nøgd, kom á marknaðin hósdagin 6. desembur og
kostar tað sama sum dósin.
Fleiri fiskavirkir høvd
- Fiskavirkini gjalda ótrúliga
væl. Tað skulu tey eiga,
sigur Jónsvein Knudsen,
útgerðarmaður hjá fleiri
ísfiskatrolarum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bjarni Arnason vísti á, at hækkandi ráfiskaprísir, lønarútreiðsl-
ur og rentuhækkingar seta krøv til virðisøking í fiskavirkis-
vinnuni
Mynd: Vilmund Jacobsen