mánadagur 17. desember 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 244 - 17. desember 2007
fiskavirkjum helst er trongt,
tá ið raksturin hevur verið
so tungur fleiri fylgjandi ár
á rað.
Jónsvein Knudsen, sum
er útgerðarmaður hjá fleiri
ísfiskatrolarum, vísti kort
ini á, at virkini hóast hesa
gongd gjalda ótrúliga væl,
sum hann tók til.
Upsin hevur í langa tíð
verið ógvuliga smáur, men
hevur verið heldur frægari
til støddar í seinastuni. Kort
ini
er
hann
framvegis
smærri, enn hann plagdi at
vera.
Útgerðarmaðurin segði,
at nú upsin hevur verið so
smáur, hevur verið neyðugt
hjá virkjunum at effektivi
sera.
Hetta hevur eydnast
væl, og virkini eru í so máta
nógv effektivari í dag, enn
tey vóru fyri nøkrum árum
síðan.
Vantandi virðisøking
Bjarni Arnason segði, at í
greiningini sæst einki til, at
nøkur virðisøking er í fiski
vinnuni á landi.
Eitt er, at virkjunum
vantar arbeiðsmegi, sum
nógv hevur verið frammi
um, og tað kann sjálvsagt
eisini vera ein trupulleiki.
Ein annar – og stórur –
trupulleiki er, at virkini ikki
megna at skapa nakra virð
isøking og soleiðis fáa
meira fyri hvørt kilo av
ráfiski.
Hann vísti á, at hækkandi
fiskaprísir, lønarútreiðslur
og
rentuhækkingar
seta
krøv til virðisøking.
Líkt er ikki til, at árið í
ár verður nógv betur hjá
hesum virkjum enn árið í
fjør, segði Bjarni Arnason
hja grannskoðarafelagnum
Rasmussen & Weihe.
Jólasangløta i Kelduni
Tað er blivin fastur táttur í Kelduni í Skálafirði at syngja jólini inn
lítlajólaaftan 23. desember klokkan 21. Soleiðis verður aftur í ár.
Aftaná tey seinastu jólainnkeypini og resi, sum er til jóla, bjóðar
Keldan øllum vælkomin til at slappa av við einari hugnaliga
sangløtu. Bæði kendir og nýggjari jólasangir verða sungnir.
Ymiskar sangkreftir koma at luttaka: Kvartettin í Betesda, Lisa
Frederiksberg, Terji Vestergaard, Eyðun og døtrar, Lovsangskórið í
Kelduni og onnur. Eisini verður dansiframførðsla. Sum altíð
verður kaffi á skránni innsavnan til missión.
u hall í fjør
Somu ár, sum Tavan í Leirvík hevur havt metavlop, eru nógv fiskavirkir í tungum sjógvi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Lutfalsliga fá vinnulívsfólk vóru við á
framløgufundinum, sum grannskoðarafelagið
Rasmussen & Weihe skipaði fyri í síðstu viku
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Valið stendur
millum at órógva 35
ella 160 fólk, sigur
Magni Arge, sum
hevur strikað fráferð
á Íslandsleiðini
2. januar, tí hann
kundi selja fleiri
ferðaseðlar við at
seta sama flogfar á
Danmarkarleiðina
TÆNASTA
Jón Brian Hvidtfeldt
Jonbrian@sosialurin.fo
Vit vildu fegin gjøgnum
ført hasa flúgvingina, um
vit kundu. Men hatta er
kanska tann dagurin á árin
um, har mesta trýstið er á
flogførini hjá okkum. Tað
sigur Magni Arge, stjóri í
Atlantsflog, eftir at felagið
av sínum eintingum hevur
flutt fráferðina til og úr
Íslandi frá 2. januar til 4.
januar.
Mánaðir eftir at hava
keypt og goldið ferðaseðlar
til og úr Íslandi 2. januar,
fingu ferðafólk at vita, at
einki flogfar er á hasi far
leiðini fyrr enn 4. januar.
Tvey
av
ferðafólkunum
søgdu sína søgu í Sosialin
um fríggjadagin.
Marita Samson Sigurdar
dóttir keypti og rindaði
tíðliga í oktober fyri ferða
seðlar við Atlantsflog, úr
Íslandi 21. desember og
aftur til Íslands 2. januar.
Hjá henni er týdningarmik
ið at sleppa aftur til Íslands
longu 2. januar. Hon arbeið
ir í Reykjavík og skal til
arbeiðis aftur 3. januar.
Eitt annað viðskiftafólk
hjá
Atlantsflog,
Kristin
Balle, ætlar sær til Íslands
saman við børnunum at
halda jól. Hon skal aftur til
arbeiðis 3. januar og børn
ini skulu í skúla, somuleiðis
3. januar. Tí er umráðandi
hjá
teimum
at
sleppa
heimaftur 2. januar.
Báðar frættu av tilvild, at
Atlantsflog hevur av sínum
eintingum flutt fráferðina.
Og báðar harmast tær um
vánaligu tænastuna.
Hetta er ótrúliga skuff
andi. Hetta hendir stutt
undan at vit skulu heim at
halda jól. Og eg havi jú
bílagt ferðina í góðari tíð,
longu
í
oktober,
sigur
Marita Samson Sigurdar
dóttir, sum hevur verið
noydd at keypa sær tveir
eyka frídagar frá arbeiðs
plássinum. Hon fer saman
við soninum yvir aftur til
Reykjavíkar 4. januar.
Eftir mínum tykki er
talan um sera vánaliga tæn
astu frá einum flogfelag,
sum er einsamælt felag á
marknaðinum, sigur Kristin
Balle, sum eisini hevur ver
ið noydd at keypa sær tveir
eyka frídagar. Og børnini,
sum ganga í 7. og 8. flokki,
missa tveir skúladagar.
Selir tvær ferðir
Magni Arge, stjóri í Atlants
flog, svaraði atfinningunum
í beinleiðis samrøðu á Rás2
fríggjakvøldi.
Har
varð
stjórin m.a. spurdur, hvat
flogfarið,
sum
sambært
ferðaætlanini
skuldi
til
Íslands 2. januar, verður
nýtt til?
Vit hava ikki nóg nógv
flogfør til alt. Í hesum føri
eru einans 3540 fólk til og
úr Íslandi henda dagin. Skal
tú órógva 160 fólk ella skal
tú órógva 35 fólk. Tað er
valið, segði Magni Arge í
beinleiðis
samrøðu
við
Rás2.
Tølini sipa til talið av
ferðandi,
ávíkavist
á
Danmarkarleiðini
og
á
Íslandsleiðini 2. januar.
Hvat við teimum, sum
hava keypt og goldið ferða
seðil til Íslands?
Jamen, sum eg segði
tær. Valið stendur millum at
órógva 35 ella 160 fólk,
sigur Magni Arge.
Kann man so harvið siga,
at Atlantsflog hevur eitt tæn
astustøði á danmarkarleið
ini, og eitt annað tænastu
støði á Íslandsleiðini?
Nei, tað kann man yvir
høvur ikki siga. Eg segði
tær bara tað, at nú vóru vit
komin soleiðis fyri, og
tíbetur hava vit funnið útav
tí somikið tíðliga, sum vit
gjørdu, sigur Magni Arge.
Atlantsflog hevur bjóðað
sínum viðskiftafólkum at
fáa pengarnar aftur, at
ferðast 4. januar ístaðin fyri
2. januar, ella at tey kunnu
fáa eina ferð millum Føroy
ar og Keypmannahavn ístað
in, og so sjálvi rinda meir
kostnaðin til og úr Íslandi.
Átti Atlantsflog ikki at
syrgt fyri, at ferðafólkini,
sum hava keypt og goldið
ein
ferðaseðil
2.januar,
komu ávíkavist úr Føroyum
til
Reykjavíkar
og
úr
Reykjavíkar til Føroya?
Jú jú, men tað er eisini
tí at vit hava bjóðað teimum
at flyta til tann 4. januar.
Tey missa arbeiðsdagar?
Ja, tað er harmiligt. Tað
eri eg grúviliga keddur av.
Merkir hetta, at man ikki
skal
taka
bíleggingar
skipanina hjá Atlantsflog
fyri fult?
Jú, um tú nú setir hesi
tingini í perspektiv og
hyggur eftir, at tað eru 1200
fráferðir um árið. So er
hetta tann eina fráferðin...”
Men tvs. at tey kunnu
ferðast 4. januar, ella part
vís fyri eyka rokning?
Tað er møguligt at vit
finna eina betri loysn. Tað
hyggja vit uppá.
Takk fyri, Magni Arge,
stjóri í Atlantsflog.
Tú ert vælkomin, Jón
Brian, og gleðilig jól, segði
Magni Arge í beinleiðis
samrøðu við Rás2.
Atlantsflog
tekur Danmark
fram um Ísland