Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 244 - 17. desember 2007 Tú sum hevur sitið úti á sjúkrahusinum við einum lítlun barni, sum hevur meitt seg, tú veitst, at nakrir minuttir sýnast sum ein long tíð. Tú sum hevur bíðað eftir ambulansini, tá illa hevur staðið til við tínum for­ eldrum ella øðrum av tíni kæru, tú helt helst at skjót­ ari kundi verði borið at. Nú eru so summi sum halda, at Sandoyartunnillin er ov mikið hjá teimun at verða við til. Sandoyartunnillin vil verða við at bjarga mannalív og við til at stytta um pínuna hjá fleiri við tímum. Sandoyggin er tað størsta økið, ið ikki hevur atgongd til sjúkrahús. Etið skommina í tykkum og verði við at draga eina línu. Eg stilli ikki upp fyri nakran flokk hetta løgtingsvalið. Sandoyar tunnilin joi@post.olivant.fo Jói Winther Tá óbehagiligi veruleikin er í andsøgn við produser­ aðu sjálvsmyndina, er neyðugt at burturforklára Í fíggjarlógini fyri 2007, sum Bárður Nielsen bar í tingið í fjør, vóru rakstrar­ útreiðslurnar 3 mia og 736 mio kr. Í fíggjarlógaruppskot­ inum fyri 2008, sum Magni Laksáfoss legði fyri tingið í heyst, vóru rakstrar­ útreiðslurnar 4 mia og 31 mio kr. Tvs. ein vøkstur uppá heilar 295 mio kr í eitt ár. Og tá er mvg­aftur­ beringin til sethúsabygging fyri 50 mio kr ikki við. Tá hesin óbehagiligi veruleikin kom undan kavi, var neyðugt at pynta upp á úrslitið. Tí vóru m. a. samtykta eykajáttanin fyri mars og ætlaða fyri sep­ tember í ár mótroknaðar í uppgerðini. Soleiðis gjørd­ ist roknistykkið brádliga meira præsentabult. Hokus, pokus, filiokus. Í árunum frammanund­ an, hevur samanberingin altið verið millum sam­ tyktu fíggjarlógina árið fyri og fíggjarlógaruppskotið. Hetta er sjálvsagt tað mest gjøgnumskygda, tá vit ongantíð framman­ undan vita, hvørjar meir­ útreiðslur koma gjøgnum árið. Vit kunnu tí ikki mótrokna í meirnýtsluni í inniverandi ári. Tað gevur ikki røttu myndina. Kann bert nýtast til gluggapynt. Nýggjur Føroyameistari Á hvørjum ári í desember korrigerar fíggjarmála­ ráðharrin sína fíggjarlóg. Og soleiðis var eisini í ár. Um mánaðarskiftið farna frætti fíggjarnevndin, at ætlandi fór raksturin at vaksa við um 60 mio kr afturat. Sosatt fór rakstrar­ vøksturin fra 2007 til 2008 at vera 355 mio kr ella 9,5%. Magni Laksáfoss gjørdist sostatt Føroya­ meistari í meirútreiðslum. Men hví ikki bara vera erligur? Hví støkka undan ábyrgdini? ML hevur kall­ að fíggjarlógina tálmandi. Vit onnur eru púra ósamd. Vita, at veruleikin er eftir­ gjørdur, er eitt glansbílat. Tá tú blandar fruktirnar saman, fæst hvørki súrepla­ ella peru­, men bert vavgreytur burturúr. Tá veruleikin er so í andsøgn við produseraða sjálvsmyndina, so ræður um at villleiða heldur enn at vegleiða. Tað broytir tó einki uppá støðuna. Vit fingu nýggjan Før­ oyameistara – í rakstrar­ vøkstri og burturfráklár­ ingum. Tí var neyðugt at fáa val útskrivað, áðrenn løgtingið avdúkaði standin og dumpaði sveinastykkið. Tølini omanfyri eru úr fíggjarlógini 2007 og upp­ skotinum fyri 2008. Longri er henda søgan ikki. Rakstrarvøksturin uppá 355 mio kr í eitt ár landsstýrismaður BJarni DJurholm Val Eg eri púra samd í sjón­ armiðnum hjá Anni á Hædd í sínum úttalilsi til Sosialin um karikatur­ tekningarnar hjá Óla P av Kitty May Ellefsen. Ljóti boðskapurin kann nemliga samanberast við karaktur­ tekningarnar av profekti­ num Muhammed í Jyllandspostinum, sum leyp øði í muslimska heimin. Nógv hevur seinastu tíðina verið tosað um, hví føroyskar kvinnur ikki flyta heim aftur aftan á lokna útbúgving. Bæði úttalisli í sendingini hjá útvarpinum 62 norður og skemtitekningin hjá Óla P eru nemliga klokku klár dømir um, at tað enn í 2007 bert verður fokuserað upp á kynið, tá føroyskar kvinnur stinga nøsina fram. Hetta sjálvt tá tær í verki hava prógvað, at tær klára seg í føroyska vinnulívinum og eisini hava megnað, at tikið fleiri hægri útbúgvingar við smáum børnum. Mær vitandi var Karstin Hansen ikki teknaður nakin ella skorin fyltur at vera tá hann skifti frá Tjóðveldisflokkinum og yvir í Miðflokkin. Nei, tá varð politikkurin settur í háðsæti, og fokus varð í hvussu so er ikki sett á hansara nakna kropp. Eg geri, sum Anni og gevi bæði útvarpinum og Sosialinum reyða kortið fyri framferðarháttin í hesum máli. Samstundis skal eg minna á, at tað eru kvinnum sum Kitty May tað føroyska samfelagið hevur brúk fyri, um vit skulu flyta mørk. So góða eydnu og koyr á Kitty May. Koyr á, Kitty May Odense elin e. rønnemos Vildi fegin fingið at vita frá fiskimálastýrinum, hvussu meirkvotan í norskum sjógvi skal býtast, hvør í skal fiska hesi 700 tonsini, sum okur fáa meir í Barensthavinum? Norðmenn skulu fiska meira undir Føroyum, altso burturav av frá einum frammanundan hart spentum føroyskum línuflota, sum hevur ov lítið at fiska framman­ undan og eru minkaðir í dagatali, tí at veiðitrýstið er ov stórt, er tað ikki annað enn rímuligt, at føroysku línuskipini sum mugu lata burturav sínum tilfongi í egnum sjógvi til norðmenn, sleppa at fiska tað, sum okur fáa meira at fiska í norskum sjógvi í barentshavinum. Føroyingar hava sjálvir gjørt íløgur í skip til at fiska botnfiskin undir Føroyum við, og tað sum verður latið burturav hesum botnfiski til aðrar at fiska, verður soleiðis tikið beinleiðis burturav teimum væntaðu inn­ tøkunum, sum hesar íløgunar vórðu gjørdar eftir, og eigur myndug­ leikin tí at syrga fyri, at hesi skip fáa aðrar inntøkur fyri tað, sum tey missa við hesum sáttmála. Fiskiveiðuavtalan við Noreg svenning Borg Tað gevur onga meining at halda ungdómi óneyð­ ugt burtur frá útbúgving­ arleiðini. Tí skulu eisini tey undir 18 ár, sum fara víðari í skúla eftir loknan fólkaskúla hava fullan útbúgvingarstuðul Tað eru hendir nógvir batar við lestrarstuðulinum seinastu tíggju árini. Men enn er eftir at økja um møguleikan hjá ungum at fara undir víðari lestur beinan vegin eftir loknan fólkaskúla. Útbúgving er lykilin til framtíðar menning. Tí má politisk orka veruliga leggjast í hetta økið. Nógv foreldur og nógvir ungdómar kenna til vans­ arnar, ið standast av, at verandi skipan fyri lestrar­ stuðul ikki røkkur til tey undir 18 ár. Hóast ungdóm­ arnir hava hug skúlavegin, so kann vera trupult at fáa gerandisdagin og sosiala lívið at hanga saman, tí foreldrini sita stramt í tí fíggjarliga og næmingurin ikki fær lestrarstuðul. Hetta kann í ringasta føri føra til, at ungdómar velja skúlavegin frá og velja tvey ár á sofuni við pitsa og kola í staðin. Hetta eigur sam­ felagið at gera nakað ítøki­ ligt við. Tí fer Javnaðar­ flokkurin í næsta valskeiði at broyta lógina soleiðis, at eisini lesandi undir 18 ár fáa lestrarstuðul. Farna valskeið syrgdi Javnaðarflokkurin fyri, at stuðulsskipanin varð styrkt við einum mánaðarligum barnakekki til lesandi við børnum og við einum barsilsfarloyvi uppá eitt heilt ár við fullum útbúgv­ ingarstuðuli. Vit eru før fyri at skapa úrslitini. Lestrarstuðul til lesandi undir 18 ár www.john.fo John Johannessen Val Fiska vestan fyri Uperna­ vik, onki skip innan fyri 200 fj. Eitt karr av útnyrð­ ingi, kavar av møkum. Myrkt er næstan alt døgn­ ið. Um miðdagsleitið hómast ein grái á luftini. Ísfjøllini eru nógv. Tríggir sterkir ísljóskastarar lýsa frameftir, so farðleiðin er trygg. Havhestar í hópatali kappast um, at sleppa at sita í ljósstrálunum. Nakrir sita stillir og njóta ljósið, meðan aðrir brótast um plássini. Minnir meg ikki sørt um politiska vígvøllin, nú tað stundar til val. Eitt valdømi, ein modern­ isering av demokratinum. Velja tað tú vil – landspolitikkur. Bardagin um at sita í tí politisku ljósstrálini er øgiligur. Ja til eitt, kortanei til eitt annað. Eftir situr so veljarin, hvat skal eg velja, hvør ræður í mínum flokki. Fyri okkum í Sandoynni má støðan vera púra greið. Floksleiðslan má alment koma fram og siga okkum, hvat tín flokkur stendur fyri, aftan á valið. Tað er ikki spurningurin hvør myndar flokkin. Mótsatt kann tín stemma vera við til at flyta oynna niður í 3. deild. Havhestarnir vita av góðum grundum ikki, hvat demokrati er – vita vit tað. Enn sita nakrir av gomlu havhestunum í ljósstrálini. Nakrir eru farnir, men nýggir eru komnir í staðin. Summir hava brotið seg fram at, aðrir komnir úr myrkrinum. Sambandsflokkurin linJohn Chrisitansen Val Norðan úr myrkrinum… viðmerkingar