mánadagur 17. desember 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 17. desember 2007
23
Børnini hjá norðoy
ingum eru væl tyngri
enn í restina av landi
num. Hetta er ein
av niðurstøðunum
í heilsulýsing Lands
læknans fyri 2006
Heilsa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað er ein royndur lutur, at
miðalvektin hjá føroyskum
børnum sum heild er høg.
Men munur er eisini á
miðalvektini hjá børnunum,
alt eftir hvar í landinum tey
eru frá. Í kanningini, sum
landslæknin hevur gjørt,
sæst, at miðalvektin hjá
børnum í høvuðsstaðarøki
num er lægst við 3546 g.
Síðani kemur Suðuroy við
3570 g, Eysturoy við 3630
g. restin av Streymoy 3640
g, Vágoy 3681 g., Sandoy
3697 g. og Norðoyggjar í
toppinum, næstan 200 g.
omanfyri høvuðsstaðin, við
3730 g.
Pál Weihe, yvirlækni á
deildini fyri arbeiðs og
almannaheilsu sigur við
Sosialin, at tað kann hava
ávirkan, at fólk norðanfyri
eta nógvan mat úr sjónum.
Hann vísir eitt nú til kann
ingarúrslitini
hjá
Sjúrði
Olsen,
professara,
sum
vístu, at orsøkin til at før
oysk børn eru væl størri
enn donsk, helst er at finna
í, at vit eta lutfalsliga nógv
an havfita, ella marinar feitt
sýrur.
– Men hóast norðoyingar
fingu størst børn í 2006, so
ber ikki til at gera nakra
haldgóða niðurstøðu. Tá
mugu vit granska nærri, um
burðarvektin er hægri ár
um ár, ella um 2006 var eitt
serligt ár, sigur Pál Weihe.
Fáir keisaraskurðir
Heilsulýsing Landslæknans
vísir eisini, at hóast norð
oyingar eiga hesi stóru børn
ini, so er tað sum oftast á
natúrligan hátt. Bert 7,7 pro
sent av føðingunum á Klaks
víkar Sjúkrahúsi enda við
einum keisaraskurði, meðan
hetta sama talið fyri Suður
oyar Sjúkrahús er heili 24,6
prosent, ella fjórði hvør
barnsburður. Fyri Lands
sjúkrahúsið er talið 18,1.
Norðoyingar eiga størstu børnini
Pál Weihe, yvirlækni á deildini fyri
arbeiðs- og almannaheilsu sigur,
at høga burðarvektin norðanfyri
kanska hongur saman við, at tey eta
lutfalsliga nógvan mat úr sjónum
Skal lýsingin í Sosialin áðrenn jól?
Lýsingar, ið skulu við í Sosialin 21. desember mugu vera
okkum í hendi innan 19. desember kl. 15.00
S o s i a l u r i n · P o s t b o k s 7 6 · F O - 1 1 0 Tó r s h a v n
Sosialurin – altíð við tí nýggjastu og feskastu tíðindunum
Lýsingarfreist – Sosialurin 21. desember