Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 244 - 17. desember 2007 Ein maður er fram­ vegis í lívsvanda, eft­ir at­ ein 32 ára gamal føroyingur leygarkvøldið st­akk t­veir mans niður á Vest­urbrúgv í Keyp­ mannahavn. Í best­a føri verður offrið lamin frá hálsinum og niður LøgregLumáL Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ein føroyskur maður varð hand­tikin av d­onsku løgregl­ uni sunnumorgunin, tí hann hevði stungið tveir mans niður við knívi leygarkvøld­­ ið. Steen Jensen, kanning­ arleiðari hjá politinum í Keypmannahavn, sigur við Sosialin, at gerningsmað­ urin, sum hevur føroyskan pápa, gjørd­ist frá sær sjálv­ um, tá maðurin, sum nú er í lívsvand­a, stjól 18.000 krónur frá honum. Er enn í lívsvanda Knívtilburðirnir fóru fram á alfaravegi við tveimum tímum ímillum. Fyrsta hend­ingin á Isted­gad­e kl.16:40, har ein 32 ára gamal maður varð stungin í ryggin. Einar tveir tímar seinni varð ein 41 ára gamal stungin í hálsin. Hetta var á horninum mill­ um Skt. Jørgens Allé og Vesterbrogad­e. Hesin seinni er sera illa meid­d­ur, allar sinur í hálsinum eru kvettar av, og hann er í lívsvand­a. Sambært Steen Jensen verður maðurin í besta føri lamin frá hálsi­ num og niður. Tey bæði offrini høvd­u onki samband­ við hvørt annað. Kendur í narko­ umhvørvinum Føroyingurin, sum er kend­­ ur í narkoumhvørvinum, og gongur und­ir navninum “Den Gale Færing” varð eftirlýstur í d­onskum miðl­ um longu í leygarkvøld­ið. Tá hevði politiið funnið bæði felliknív, Dankort og sjúkratryggingarkort hans­ ara nærhend­is seinna gern­ ingsstaðnum. Maðurin varð hand­tikin á sjómans­ heiminum í Nyhavn tíðliga sunnumorgunum, har hann sat og sproytaði seg. Ákærdur fyri drápsroyd Steen Jensen sigur eisini, at føroyingurin júst var komin niður aftur við flogfarinum, eftir at hava verið í Føroyum og vitjað pápa sín. Mamman er d­onsk. 32 ára gamli før­ oyingurin varð grund­lógar­ avhoyrd­ur seinnapartin sunnud­agin, og er nú varð­ hald­sfongslaður í 25 d­agar, meðan politiið kannar mál­ ið nærri. Ákæran ljóðar upp á d­rápsroynd­, men verður broytt, um offrið d­oyr. Før­ oyski maðurin, sum noktar seg sekan, var annars á veg til Norðurjútland­s, har hann skuld­i vitja familjuna. Bæði føroyingin og ofrini eru úr narkoumhvørvinum, og kend­ir av politinum í Keyp­ mannahavn. Spenningur var t­il síðst­u løt­u, t­á ið Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag hevði síðst­a uppst­illingarfund sunnudagin, har ein kvet­t­roynd mót­i Jóannes Eidesgaard miseydnaðist­ PoLitikkur Áki Bertholdsen áki@sosialurin.fo Lagt er upp til rokfund­ á Tvøroyri seinnapartin sunnud­agin, tá Javnaðarfe­ lagið hevur uppstillingar­ fund­ har. Jólafriðurin í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag var í vand­a, eftir uppstillingar­ fund­in í felagnum týskvøld­­ ið, har eini 40 limir møttu. Felagið skuld­i finna tvey valevni til løgtingsvalið, eina kvinnu og ein mann. Skotið varð upp, at valevnini skuld­u vera Jóannes Eid­es­ gaard­, løgmaður, og Nita Næs úr Hvalba. Nú hild­u øll væl stand­a til. Men júst sum fund­arfólkið ætlaði at avgreiða málið, skeyt Sverri Mid­jord­ eisini Kristin Michelsen, borgarstjóra, upp. Hetta var ikki væl mót­ tikið og nú kom eld­ur í koluna. Misálit í heimbygdini Jóannes Eid­esgaard­, løg­ maður av Tvøroyri kend­i seg eyðmýktan og talaði við stórum stavum. Hann segði hetta vera eitt misálit á seg at skjóta Kristin Michelsen upp, tá fund­urin hevði gjørt av, at tað skulu bara vera ein kvinna og ein maður. Tí var stríðsval ein­ asti útvegur. Sverri Mid­jord­ gjørd­ist frá sær sjálvum, og ætlaði at rýma av fund­inum, og taka sínar 300 atkvøður við sær, sum hann tók til. Men hann var rikin inn aft­ ur. Eftir miklan orðad­rátt var end­in, at Kristin Michelsen tók seg av aftur listanum, tí hann ynskti ikki stríðsval millum seg og Jóannes Eid­esgaard­. Men hetta vild­i Jóannes Eid­es­ gaard­ ikki góðtaka, og fyri at ongin skuld­i vera ill­ tonktur fyri óreiðiligheit, helt hann uppá at hava enn ein uppstillingarfund­. Hesin fund­urin var seinna­ partin sunnud­ag, og tá var spennand­i at vita, um vong­ urin hjá Kristin Michelsen hevði mobiliserað somikið, at tey fingu atkvøtt løgmann av listanum. Okkara keld­ur søgd­u, at um Kristin Michel­ sen varð vald­ur fram um Jóannes, fór felagið í spøn­ ir. Friður aftur Men hóast lagt var upp til rok á uppstillingarfund­inum hjá Javnaðarflokkinum í norðara parti av Suðuroynni sunnud­agin, gekk fund­urin stillisliga fyri seg. Úti ímóti 50 limir í felagnum møttu upp til fund­in, har tey bæði valevnini skuld­u finnast. Men hvørki Sverri Mid­­ jord­ ella Kristin Michelsen møttu upp á uppstillingar­ fund­inum, og vóru tey bæði Jóannes Eid­esgaard­ og Nita Næs vald­. So kvettroynd­in móti løgmanni miseyd­naðist á hesum sinni. »Den Gale Færing« handtikin eftir kníválop Løgmaður eyðmýktur í heim­ býnum Steen Jensen, kanningar­ leiðari hjá politinum í Keypmannahavn sigur við Sosialin, at í besta føri verður offrið lamin frá hálsinum og niður Kvettroyndin móti løgmanni í heimbygdini miseydnaðist á hesum sinni, og vórðu tey bæði Jóannes Eidesgaard og Nita Næs vald at umboða Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag