Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-17, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 17. desember 2007 27 tíðindi – Enn eru nógvar forð­ingar, sum skulu ruddast av vegnum fram ímóti toppfundinum í Keypmannahavn í 2009. Okkara ørindi vóru at fáa eina fasta tilgongd og eina dagfesting, og tað­ hava vit fingið­, sigur danski umhvørvis­ málaráð­harrin, Connie Hedegaard, sum hevur gjørt sær greitt, at áhugamálini verð­a framvegis líka ymisk í 2009 sum á Bali Veðurlags­ broytingar Árni Joensen arni@sosialurin.fo – Eg haldi, at vit eru komin langt, segði amerikanski samráðingarleiðarin Paula Dobriansky, tá hon vegna amerikonsku sendinevndina takkaði luttakarunum á Bali. Og so kundi fundar­ stjórin, indonesiski um­ hvørvismálaráðharrin Rach­ mat Witoelar, duka í fund­ arborðið fyri seinastu ferð, meðan lógvabrestirnir frá fundarfólkinum fyltu tað stóra hølið. Paula Dobriansky var iva­ leyst væl nøgd við tað, sum var komið burturúr, men umboðini hjá ES­londunum, Noregi og einstøkum øðrum londum vóru ikki nøgd. Tí semjan var als ikki tað, tey vóru komin eftir. – Vit og hini ES­londini høvdu sett okkum sum mál at fáa nakrar neyvar áset­ ingar um CO2­útlát inn í semjuna, men amerikanska mótstøðan gjørdi, at vit máttu ganga við til at sleppa tí, segði danski umhvørvis­ málaráðharrin, Connie Hedegaard. Gagnlig hóast alt Umhvørvisverndarfelagssk apirnir vóru væl umboðaðir á Bali, og hóast ráðstevnan noyddist at slaka fyri ameri­ kanska trýstinum og tí noyddist at sleppa øllum bindandi ásetingum, vóru tey flestu umhvørvisfólkini samd um, at ráðstevnan hevði verið gagnlig. Eitt nú varð víst á, at í fleiri ár hava Kina, India, Brasil og nógv fátæk lond lagt forðingar í vegin, men at á Bali vóru hesi londini medvirkandi til, at tað yvir­ høvur bar til at fáa eina semju. – Tað vóru ES og menn­ ingarlondini, sum bjargaðu neyðsemjuni á Bali. Tað var tað mest gleðiliga, sum yvir­ høvur hendi hesar dagarnar, og so sóu vit, at USA kundi ikki standa ímóti áhaldandi trýstinum frá teimum ríku og teimum fátæku londu­ num, segði aðalskrivarin í Heimsnáttúrugrunninum, Rasmus Hansson. Semjan Semjan á Bali stingur út í kortið, skulu farast skal fram tey bæði næstu árini, til londini hittast aftur í desember í 2009 at taka samanum og at skriva undir eina nýggja avtalu, sum skal koma ístaðin fyri ver­ andi Kyoto­avtaluna. Avtalað er, at londini skulu halda fýra fundir ella ráðstevnur næsta ár. Tann fyrsta verður í mars, so verður aftur ein í juni, tann triðja verður í august og tann seinasta í desembur. Herumframt hava londini avtalað samstarv um veður­ lagið millum ídnaðarlondini og menningarlondini. Mill­ um annað er avtalað, at ein tillagingargrunnur, sum ST umsitur, skal veita menn­ ingarlondunum endurgjald fyri tað, sum tey kunnu missa av ásetingunum í ein­ ari nýggjari veðurlagsavtalu. Heimsbankin hevur roknað út, at tillagingar fyri at forða veðurlagsbroytingum fara at kosta upp í 200 mia. krónur um árið, meðan ein meting hjá ST sigur, at tað kanska fer at kosta upp í 430 mia. krónur árliga. Londini á Bali vóru á ein­ um máli um, at okkurt má gerast fyri at tálma teirri stóru skógarbrenningini, har júst vertslandið Indo­ nesia eigur bróðurpartin. Útrokningar vísa, at umleið 20 prosent av heimsins CO2­útláti stavar frá skógar­ brenning, og tey seinastu árini eru fleiri átøk framd fyri at tálma skógarbrenning í londum sum Indonesia og Kongo. Har kunnu jarðar­ eigarar nú fáa pening frá tí almenna, um teir gevast við at brenna skógarøki. Ein týðandi táttur í semj­ uni á Bali er, at ídnaðar­ londini hava játtað at lata menningarlondunum fram­ komna tøkni, so tey kunnu tálma CO2­útlátinum. Sam­ stundis hava menningar­ londini góðtikið, at ein part­ ur av menningarhjálpini verður brúktur til slíka tøkni. At enda samdust londini um at finna ein veg at fíggja átøkini, sum menningar­ londini skulu seta í verk fyri at tálma veðurlags­ broytingunum. Tað er greitt, at londini megna ikki upp­ gávuna uttan stuðul, og tí noyðast ídnaðarlondini at rinda ein stóran part av hes­ um átøkum. Men tað eru tey til reiðar til. Leiðin er løgd – men hon verður grýtut Tað søgdu tey um semjuna: Rasmus Hansson, aðalskrivari í WWF: -Hóast vit ikki fingu tað úrslitið, sum vit ætlaðu, so er tað eitt stórt framstig, at heimurin er samdur um at fáa eina nýggja veðurlagsavtalu. Tí tað er fyritreytin fyri, at heimurin kann loysa trupulleikarnar, og nú er kósin sett. Þórunn Sveinbjarnardóttir, íslendskur umhvørvisráðharri: -Hetta er ein søgulig semja. Heimsins lond eru samd um at leggja fjølbroytnið til viks og at seta sær tað sum felags mál at forða veðurlagsbroytingum. Paula Dobriansky, ameri- kanskur samráðingarleiðari: - Nú hava vit avgjørt, hvat skal gerast, og vit hava úr at gera. Vit gingu við til at taka undir við neyðsemjuni, tá vit skiltu á londum sum Suðurafrika og Brasil, at tey veruliga ætla sær at gera nakað. Ban Ki-Moon, ST- aðalskrivari: -Eg eri sera takksamur fyri, at so nógv lond veruliga vístu, at tey kunnu laga seg eftir hvør øðrum, og at tey vístu vilja til eina neyðsemju. Connie Hedegaard, danskur umhvørvisráðharri; -Sama hvussu vit venda og snara tí, so verður leiðin á mál trupul. Men tað, sum øll londini hava skrivað undir upp á í dag, kann ikki takast aftur. Jens Stoltenberg, norskur forsætisráðharri: -Eg havi góðar vónir, tí tað eru so nógv lond, sum eru samd um, at vit mugu skerja útlátið. Eg haldi og vóni, at heimsins leiðarar hava skilt álvaran í, hvussu vandamikið vakstrarhúsárinið er. Uttan fyri fundarhølið kravdu fólk, at londini máttu semjast um at bjarga veðurlagnum (Mynd: Polfoto)