Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 244 - 17. desember 2007 Stutt Sagt Blað styðjar Obama og McCain Amerikanska blaðið The Boston Globe, ið telist millum tey stóru bløðini í USA, heldur, at forseta­ valið næsta ár eigur at vera ímillum demokratin Bar­ rack Obama og republik­ anaran John McCain. Í einari oddagrein í gjár umrøddi blaðið tey góvu evnini hjá teimum báðum og mælti veljarunum til at velja teir vil valevni næsta ár. The Boston Globe, sum tað stóra blaðið The New York Times eigur, kemur út í 560.000 eintøkum sunnu­ dag. Tað fyrsta uppstill­ ingarvalið verður tann 3. januar í statinum Iowa, og fimm dagar seinni verður val í New Hampshire. Rýmdi frá løgregluni Síðani gjáramorgunin hevur pakistanska løg­ reglan leitað eftir Rashid Rauf, sum slapp til rýmingar, tá løgreglan var í ferð við at flyta hann úr einum rættarsali til eitt fongsul í høvuðsstaðnum Islamabad. Rashid Rauf, sum er bretskur ríkisborg­ ari, er undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um at leggja eina bumbu umborð í eitt flogfar, sum skuldi úr Bretlandi til USA. Hann bleiv tikin í Pakistan í fjør. Men í gjár slapp hann til rýmingar, og pakistanskir fjølmiðlar ivast ikki í, at fólk í løgregluni hjálptu honum at flýggja. 438 ára fongsul Ein 43 ára gamal maður í amerikanska býnum Phoe­ nix fekk fríggjadagin 438 ára fongsul fyri eina neyð­ tøku. Mark Goudeau varð funnin sekur í at hava lopið á tvær systrar í Phoenix í 2005 og fyri at hava neyð­ tikið aðra, meðan hann hótti hina við einari skammbyrsu. Ákæruvaldið hevur illgruna um, at Mark Goudeau beindi fyri átta kvinnum í Phoenix í 2005 og 2006. Verður hann ákærdur og funnin sekur, fer ákæruvaldið at krevja hann dømdan til deyða. Tað er tó ikki vist, at tað var Mark Goudeau, sum myrdi tær átta kvinnurnar, tí løgreglan hevur tikið tveir aðrar menn, sum eisini eru undir illgruna. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Kongur hevur gjørt av at geva kvinnuni linna, men hann er vísur í, at dómurin var rættvísur (saudiarabiski løgmálaráðharrin) útlond Tvey ára gamla Lakshmi Tatma úr India hevði fýra armar og fýra bein, tá hon var fødd, tí hon hevði fingið armarnar og beinini frá sínum høvuðleysa siam­ esiska tvíburi. Í síðsta mánað lá Lakshmi á skurðborðinum í 27 tímar, har meiri enn 30 læknar skildu hana frá tvíburinum. Nú ein mánað seinni siga indisku læknarnir við BBC, at Lakshmi er so mikið væl fyri, at hon sleppur heim til foreldrini, sum búgva í Bihar. Men Lakshmi skal aftur á sjúkrahúsið, tí hon má aftur undir skurð nakrar ferðir afturat seinni. Abdullah kongur í Saudiarabia hevur ógildað dómin ímóti teirri neyðtiknu kvinnuni Mannarættindafelagsskapir og onnur voru á gosi, tá ein kvinna í Saudiarabia bleiv dømd at sita í fongsli og at fáa 200 koyrlasløg, eftir at sjey menn høvdu neyðtikið hana. Neyðtøkumenninir fingu eisini fongsuls­ revsing. Fleiri lond, teirra millum Danmark, mótmæltu dóm­ inum og heittu á Abdullah kong um at seta dómin úr gildi. Tað hevur kongur nú gjørt, skrivaði blaðið al­ Jazira í morgun. Saudiarabiska løgmála­ ráðið segði tað vera í lagi, at tann 19 ára gamla kvinn­ an fekk so harða revsing, tí hon hevði verið í bili saman við einum manni, sum hon ikki er í ætt við, og tí hon hevði verið manni sínum ótrúgv. Neyðtikna kvinnan fekk grið Nú er Lakshmi sum hini Lakshmi í føvninginum á pápa sínum Soleiðis sá Lakshmi út, áðrenn hon varð løgd undir skurð Lakshmi var fødd við fýra beinum og fýra ørmum, men nú hevur hon bara tvey av hvørjum Bretskir granskarar siga, at heimshøvini fara kanska at fløða tvær ferðir skjótari enn higartil hildið Veðurlagsserfrøðingarnir hjá ST hava sagt, at tann veksandi hitin á Jørðini kann hava við sær, at heimshøvini fara at fløða 80 centimetrar, áðrenn hendan øldin er av. Men granskarar, sum hava kannað, hvat hendi, tá tað var líka heitt á Jørðini fyri 100.000 árum síðani, siga nú, at heimshøvini kunnu fløða tvær ferðir so nógv, sum ST­serfrøðing­ arnir hava sagt, ella 1,60 metur. Tað stendur at lesa í tíðarritinum Journal of Nature Geoscience, sum prentar úrslitið hjá granskarunum. Niðurstøðuna eru gran­ skararnir komnir til við at kanna viðurskiftini fyri millum 124.000 og 119.000 árum síðani, tá tað var uppaftur heitari á Jørðini enn nú. Tá vóru heimshøvini seks metrar oman fyri tað, tey nú eru, og orsøkin var, at nógvur ísur í Grønlandi og Antarktis bráðnaði. Granskarin Eelco Roh­ ling, ið arbeiðir á bretska havrannsóknarstovinum, og sum hevur verið við til at skriva frágreiðingina í Journal of Nature Geo­ science, sigur, at hetta er fyrstu ferð, at vísindin hevur kunnað víst á, at heimshøvini kunnu fløða so skjótt. Heimshøvini kunnu fløða nógv skjótari enn hildið Um 90 ár verður sjóvarmálin 1,6 metur oman fyri tað, sum hann nú er