Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-17, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 17. desember 2007 29 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Enn eru allar súður ikki syftar, men metmaðurin á føroyska landsliðnum er eftir øllum at døma á veg til norskan fótbólt Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum vit skrivaðu í farnu viku, so hevur útlendski áhugin fyri Rógva Jacobsen verið stórur seinastu tíðina. Ikki minst eftir at hann við føroyska málinum í Modena skeyt sítt fjórða mál í undankappingini, og við hesum setti nýtt føroyskt landsliðsmet. Sum skilst, so hava umboð fyri norskt felag verið í Føroyum um vikuskiftið. Talan skal vera um felag, sum spælir í næst bestu norsku deildini, og hartil hevur áhugi eisini verið úr bæði Íslandi og Italia, skilst. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa nøkur tíðindi váttað um framtíðina hjá Rógva. Men skal metast eftir tí, sum umboðsmaður hansara sigur, so er eitt felagsskifti ikki serliga langt burturi. - Eg kann bara vátta, at áhugin fyri Rógva hevur verið stórur. Og at tað eru feløg úr fleiri londum, sum hava sýnt honum áhuga. Men eg havi ongar viðmerk- ingar um, hvørji feløgini eru, ella hvussu ítøkiligur áhugin hjá hesum er. Tað er nakað, sum tú mást spyrja leiðsluna í HB um, sigur Jákup í Stórustovu, umboðs- maður. Og í HB er tunnan líka tøtt. - Eg havi ongar viðmerk- ingar um, hvar framtíðin hjá Rógva Jacobsen liggur, eru einastu orðini, sum fáast úr Steinfinni Mittel- stein, stjóra á P/F Havnar Fótbóltur. Sjálvur segði Rógvi í farnu viku, at fleiri feløg hava spurt seg fyri. Hann legði samstundis dent á, at hann ikki var áhugaður í royndarvenjingum, og tí er sannlíkt, at ein sáttmáli verður undirskrivaður ein av fyrstu døgunum, um nýggja felagið, HB og Rógvi sjálvur verða samd um treytirnar í hesum. Hálva árið í norskum fótbólti prógvaði Símun Samuelsen, at hann er ein spælari, sum felagið vil satsa uppá Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um leigusáttmála, tá Símun Samuelsen í summar skifti íslenska Keflavík út við norska Not- odden, sum spælir í næst bestu norsku deildini. Har endaði árið við einum plássi miðskeiðis á stiga- talvuni, og sum skilst, so eru teir í norska felagnum serstakliga áhugaðir í at halda fast í føroyska kants- pælaranum. Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, váttar, at Notodden hevur spurt seg fyri um møguleikan at keypa Símun leysan av sátt- málanum við Keflavík, og sum skilst, so hevur eisini verið samband millum part- arnar. Enn er tó ikki greitt, um Keflavík hevur hug at sleppa føroyska spælaran- um, og undir øllum um- støðum vilja teir helst hava nakað av peningi, um so er. Sáttmálin, sum Símun hevur við íslendska liðið, er galdandi til og við komandi kappingarár. Rógvi fer til Noregs Notodden vil halda Símun Hóast allir partar eru tættir sum tunnan, so bendir alt á, at Rógvi Jacobsen skrivar undir sáttmála við norskt felag ein av allar fyrstu døgunum