mánadagur 17. desember 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 244 - 17. desember 2007 ]
Pál Joensen karvaði
14 sekund av før
oyska metinum, tá
hann leygardagin
svam seg upp á
europisku tindarnar
Svimjing
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við einum samlaðu 12.
plássi í europisku meistara
kappingini
á
stuttbana
fekk Pál Joensen eitt fram
úr úrslit leygarmorgunin.
Í
Bfinaluni
á
1.500
metrum svam hann á leið
14 sekund undir føroyska
metið hjá sær, og kom
soleiðis á mál við tíðini,
15.10,02. Hetta er sam
stundis skjótasta tíðin,
sum juniorsvimjari hevur
svomið í Europa í ár, og er
avrikið nóg mikið til at
geva Pál 881 finastig á
styrkislistanum. Tað eru
bert fáar vikur síðani, at
Elspa Mørkøre sum fyrsti
føroyski svimjarin vann
sær fleiri enn 800 fina
stig.
– At hann fær 881
FINAstig, vísir hvussu
góður hann er, tí teir, sum
eru í heimselituni liggja
um 1.000 stig. Hann nærk
ast elituni, so vit fáa at
síggja, hvussu langt tað
røkkur. Tað gongur væl
hjá honum, og hann hevur
ein góðan vilja, sum eisini
kann føra hann langt,
segði Kristian Martin Joen
sen, sum er við Páli í
Ungarn, við Kringvarpið.
Tað eru bert tvær viku
síðani, at Pál í stórum stíli
vann sær trý gullmerki í
NMkappingini í svimjing.
Á 1.500 metrum var hann
tá heili 30 sekund framman
fyri næsta svimjaran. Og
nú hevur hann altso betra
tíðina frá teirri ferðini við
14 sekundum.
Ætlar at vinna HM
Fabio Capello er ikki í iva. Ongland hevur
møguleika at vinna HMheitið í fótbólti í 2010,
og tað er hetta, sum er málið hjá honum, nú
hann setur seg í heta enska
landsiðsvenjarasessin. – Trúi eg ikki sjálvur
uppá, at vit kunnu vinna HM, so skuldi eg
heldur slappa av á golfbreytini. Eg kundi
sjálvandi bara tikið mær av løttum, men eg
hevði brúk fyri eini avbjóðing. Og tú finnur
valla nakra størri avbjóðing, enn at skula lyfta
Ongland upp á heimstindarnar, sigur Capello.
Yvirhálaði Henry
Fýra ár á rað er Thierry Henry kosin sum ársins franski
spælari. Men sunnudagin varð hann yvirhálaður av 24 ára
gamla Frank Ribery. Ribery, sum spælir í Bayern Munchen,
hevur verið ein av avgjørt størstu profilunum í bundesliguni
hetta kappingarárið. Í atkvøðugreiðsluni gjørdist Thierry
Henry nummar tvey. Karim Benzema úr Lyon gjørdist
nummar trý.
Samskifti er aftur
millum Kringvarpið
og ÍSF um rættindi
at senda frá ítrótta
hendingum. Mis
skiljing var orsøk
til slitið, sigst, men
enn sum áður er tað
orðingin í grein fýra í
sáttmálanum, sum er
knúturin
Ítróttur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Síðani á heysti 2005 hevur
kuril verið á tráðnum mill
um Kringvarpið og ÍSF. Í
oktober mánaði ta ferðina
skrivaðu vit, at vandi var
fyri, at ítrótturin kundi
hvørva úr Kringvarpinum,
tí Kringvarpið noktaði at
geva seg undir treytirnar
hjá ÍSF. Hetta tí ÍSF vildi
hava staðfesta í nýggjan
sáttmála, at Kringvarpið
bindur seg til at nýta spon
sornøvn, tá kappingar bera
hesi. Eitt nú við Sunset
kappingini, Atlantic Air
wayskappingini, Formula
deildini v.m.
Eftir drúgvar samráðingar
endaði trætan ta ferðina við
eini orðing, har Kringvarpið
sigur seg vilja nýta hesi
heiti, í tann mun hesi eru
»hóskilig
og
náttúrlig«,
sum tikið varð til.
»Hóskiligt og náttúrligt«
var tað tó ikki í eins stóran
mun, sum ítrótturin ynskti
tað, og tí vildi ÍSF hava orð
ingina strammaða upp, tá
nýggjur sáttmáli skuldi ger
ast ístaðin fyri tann, sum
gekk út 31. desember í fjør.
Fleiri samráðingar hava
verið á skránni, men sein
asta vikuskiftið fleyt bikarið
yvir hjá ÍSF, sum sendi
skriv til Kringvarpið, har
tað varð staðfest, at sátt
málin varð sagdur upp frá
15. desember at rokna.
Í skrivinum staðfesti ÍSF,
at tað vóru fleiri viðurskifti,
sum partarnir ikki vóru
samdir um, men hetta tykist
nú byggja á eina misskiljing.
Í øllum førum segði Kring
varpsstjórin við Sosialin, at
sær kunnugt snúi stríðið
seg bert um tí einu regluna,
og hetta varð meira ella
minni váttað av ÍSF fríggja
dagin.
Tá høvdu partarnir nevn
liga fund, og tó at hesin ikki
gava nakran endaligan sátt
mála, so samdust partarnir
um at halda gongd í sam
ráðingunum, og tí verður
enn virkað eftir sáttmála
num, sum gekk út í fjør.
Sami knútur
Tað nertir tó ikki tann veru
leika, at gordiski knúturin í
samráðingunum er nýtsla
av sponsornøvnum. Higar
til siga báðir partar hava giv
ið seg heilt nógv, men fyri
báðar tykist spurningurin
um sponsornøvn at vera
kardinalpunktið. Hetta tí
ÍSF vil tryggja sær, at nøvn
ini altíð verða nevnd, meðan
Kringvarpið hinvegin sigur,
at ein slík áseting er bein
leiðis í stríð við Kringvarps
lógina. Hetta tí lógin ásetur,
at greiður skilnaður skal
vera millum redaktionelt
innihald og lýsingar.
Eftir øllum at døma, so er
stóri trupulleikin í hesum,
at ÍSF sum so ikki hevur
nakran blankokekk við til
samráðingarnar. Talan er
nevnliga um høvuðssátt
mála, sum hvørt sersamband
í sínum lagi síðani skal góð
kenna. Við øðrum orðum
vil tað siga, at hóast ÍSF og
Kringvarpið gera nýggjan
sáttmála, so gevur hesin
ikki av sær sjálvum rættindi
at senda frá øllum ítrótta
tiltøkum.
Ein hugsandi støða er, at
ÍSF góðkennir verandi orð
ingina hjá Kringvarpinum,
men at ávís sersambond
ikki gera tað. Við øðrum
orðum kann felagsskapurin
tá koma í ta støðu, at ein
sáttmáli er undirskrivaður
við Kringvarpið, men at
Kringvarpið als ikki fær ta
avtalu, sum roknað varð
við.
Fyribils er hóttanin um at
taka ítróttin úr Kringvarpi
num tó slept. Men knúturin
er altso enn tann sami, nú
partarnir aftur hava avtalað
at sessast við samráðingar
borðið.
Besti unglingin
í Europa
Hóast freistin varð longd, so er knúturin kring sponsos-nøvnini enn ikki loystur. Men nú sessast Kringvarpið og ÍSF so aftur vi
ðsamráðingarborðið
Tilgjørd mynd: Álvur Haraldsen
Kringvarpið fær
longda freist
Favoritturin til heiðurin fyri ársins ítróttaavrik flutti enn
ein stóran marknastein, tá hann um vikuskiftið svam bestu
junior-tíðina í Europa í ár