mánadagur 17. desember 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 244 - 17. desember 2007 ]
Besta kastið
í fýra ár
Longu í fyrstu
kastikappingini
á árinum kastaði
Heri Ziska sítt besta
kast í fýra ár
Frælsur ítróttur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyrsta
kastikappingin
hetta kappingarárið varð
hildin í oysandi regni við
Eysturskúlan í Havn leyg
ardagin.
Á skránni vóru hamari,
diskos, spjót og kúla, og
í fleiri førum varð talan
um framúr góð úrslit.
Bæði Randi Kúrberg og
Heri Ziska kastaðu sína
bestu byrjan upp á eitt
kappingarár
nakrantíð,
og serliga gjørdi Heri
vart við seg í diskoskasti.
Kastið hjá honum upp á
44,44 metrar er tað
longsta, sum hann hevur
kastað, síðani hann í
2003 vann gull í oyggja
leikum á Guernsey.
Sjálvur sigur Heri, at
tað uttan iva er miðvísa
venjingin síðani kapping
arlok í august, og tað, at
hann nú er sloppin undan
argandi skaðum, sum eru
høvuðsorsøkirnar
til
góða kastið. Men hóast
tað enn eru 19 mánaðir
til næstu oyggjaleikir, so
fær tað illa verið annað
enn hugaligt, at eitt av
bestu føroysku kortunum
í frælsum ítrótti longu nú
sýnir slík avrik.
Úrslitini í kastikapping
ini vóru hesi:
Hamarkast
Heri Ziska
Bragdið
45,84 m
Randi Kúrberg
Bragdið
34.35 m
Diskoskast
Heri Ziska
Bragdið
44,44 m
Meifríð Hansen
Bragdið
22,80 m
Kúlustoyt
Randi Kúrberg
Bragdið
8,48 m
Spjótkast
Randi Kúrberg
Bragdið
26,78 m
Meifríð Hansen
Bragdið
24,29 m
Milan vann HM
Við stórspæli frá Kaka tryggjaði Milan sær
sunnumorgunin heitið sum heimsins besta
fótbóltsfelag. Í einum til tíðir dramatiskum dysti
vunnu teir 42 á argentinska Boca Juniors. Kaka,
sum herfyri varð kosin besti spælarin í Europa, og
sum væntandi verður kosin heimsins besti spælari í
næstum, sýndi satt stórspæl. Umframt at skora eitt
mál sjálvur, legði hann eisini upp til bæði málini hjá
Inzaghi í sigrinum.
Maldini gevst
Tá hetta kappingarárið er av, setir italski Paolo Maldini gaggurnar á
hillina. Maldini spældi sín fyrsta dyst fyri AC Milan sum bara 16 ára
gamal, og nú – nærum 23 ár seinni – spælir hann framvegis fyri
sama felag. Men alt fær ein enda, og eftir finalusigurin á Boca
Juniors í kappingini um HMheitið fyri feløg staðfesti Maldini, at nú
er skjótt liðugt. – Í juni steðgi eg, og eg haldi meg ikki hava orsøk at
angra nakað. Í løtuni er tað tó eitt stríð, tí eg havi nakað av pínu, men
eg havi tað framvegis stuttligt á vøllinum, segði hann við italskar
miðlar eftir finalusigurin sunnumorgunin.
Bæði SÍ og ÍF vunnu
tryggar sigrar um
vikuskiftið, soleiðis
at tey styrktu um
oddastøðuna
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eins og hjá monnunum, so
er SÍ á odda í meistaradeild
ini hjá kvinnum. Um viku
skiftið ferðaðust tær til
Suðuroyar, har TB í løtuni
er í ferð við at byggja sær
eitt nýtt lið upp, og í Trong
isvági megnaði heimaliðið
eisini at bíta frá sær eina
løtu.
SÍ hevði annars tikið
fyrsta settið í stórum stíli,
men tá tær á heimaliðnum
tveittu virðingina fyri borð,
gav hetta at bíta. Soleiðis
tók TB sær av næsta setti
num, og tó at SÍ kortini
vann væntaða sigurin, so
varð hetta ikki gjørt við
somu sannførandi settúrslit
um, sum fyrsta settið kundi
bent á.
Og á Kambsdali hevði ÍF
vitjan av KÍF, sum í ár ligg
ur passaliga lunkað mið
skeiðis á stigatalvuni. Móti
væl upplagda heimaliðnum
megnaði KÍF tó ikki at gera
tær stóru skreytirnar, og
gjørdist talan tí um sann
førandi 30 sigur til heima
liðið, sum ongan tíð læt
nakran iva vera um, hvar
stigini skuldu fara.
Á Kambsdali megnaði
Mjølnir ikki at taka
stig, og tí er tað nú
ÍF, sum er avbjóðarin
hjá SÍ
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Meðan SÍ hevur verið at
kalla einaráðandi í mans
kappingini higartil, so hava
menninir hjá Mjølni og ÍF
kappast um, hvør teirra skal
bjóða sørvingunum av í
oddinum.
Undan dystinum leygar
dagin høvdu liðini bæði
seks stig, og í longum løtum
gjørdist dysturin júst eins
spennandi, sum roknast
kundi við.
Mjølnir var liðið, sum
fekk betru byrjanina, men
spakuliga tók ÍF yvir. Og tó
at Mjølnir royndi at muta
ímóti, so gjørdist talan at
enda um ein hampuliga
tryggan 31 sigur til fuglfirð
ingarnar.
Við átta stigum eru tað
nú teir, sum eru næstir SÍ,
nú farið verður í vetrarfrí.
Samstundis er stigatalvan
broytt, nú Fram endaliga
hevur strikað seg úr kapp
ingini. Í oddinum gjørdi
hetta tó ikki tann heilt stóra
munin, tí Fram hevði tapt
allar sínar dystir móti trim
um teimum fremstu liðu
num. Men við bara fýra
liðum eftir á talvuni verður
restin av kappingarárinum
heldur tunnligt.
Oddaliðini
vunnu
ÍF er avbjóðarin
Fuglfirðingar vunnu
seg aftur í dystin, hóast
tað eina løtu bendi á,
at Mjølnir skuldi fara
avstað við stigunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Meistaradeild kvinnur
ÍF-KÍF 3-0 (25-14, 25-16, 25-15)
TB-SÍ 1-3 (10-25, 25-23, 20-25, 17-25
Meistaradeild menn
ÍF-Mjølnir 3-1 (22-25, 25-21, 25-17, 25-21)
Úrslitini
KÍF hevði ikki teir heilt stóru møguleikarnar, tá tær leygardagin vitjaðu hjá einum sera væl
uppløgdum ÍF-liði
Mynd: Álvur Haraldsen