mánadagur 17. desember 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 244 - 17. desember 2007 ]
Við fýra stigum í
tveimum dystum
hava kvinnurnar
hjá StÍF vunnið seg
burtur frá aktuttum
niðurflytingarvanda
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Knívurin var ikki heilt so
nógv á barkanum hjá StÍF
hesaferð, sum hann var tað
fyri viku síðani, tá liðið
spældi botnuppgerð móti
VÍF.
Heldur var tað gularótin,
sum lokkaði, nú liðið kundi
taka enn eitt fet burtur frá
botninum, og móti einum
Kyndils-liði, sum hevur
havt stór sveiggj í avrik-
unum í vetur, eydnaðist enn
eina ferð hjá StÍF at fáa
fulla úrtøku.
Og eins og í dystinum
móti VÍF, so var sjáldan ivi
um, at StÍF bæði vildi og
skuldi hava stigini. Frá
fyrsta bríksli vóru tær gram-
mara liðið, og tað gekk
heldur ikki long tíð, áðrenn
tær byrjaðu at vinna sær
eina fitta leiðslu.
Seinna korterið av fyrra
umfarinum var snøgt sagt
klassamunur á, og veruligt
sorl lá leingi í luftini. Eitt
skifti í seinna hálvleiki vóru
heili 11 mál á muni, og tó at
Kyndil slapp upp í part
seinasta korterið ella so, so
megnaðu tær ongan tíð at
skapa
minsta
vetið
av
spenningi í dystin.
Óvæntaður
fyrimunur
Við sigrinum vann StÍF seg
upp á liðina á Kyndli,
soleiðis at tey bæði liðini
hava tvey stig fleiri enn VÍF
í stríðnum um at sleppa
undan niðurflyting.
Innan hýsis hava tey trý
liðini fingið nett somu
úrtøkuna, men fyrimunurin
hjá StÍF og Kyndli er tann,
at tey bæði hava vunnið
hvør sín dyst móti liðum,
sum stríðst um pláss í
finaluni. StÍF vann tíðliga í
kappingini á VB, meðan
Kyndil fyri tveimum vikum
síðani basti Neistanum. Og
júst hesir báðir sigrarnir
leggja nú eitt stórt trýst á
VÍF. Eftir øllum at døma
verður neyðugt hjá teimum
úr Vestmanna at vinna í
minsta lagi tríggjar av
teimum fýra innanhýsis
uppgerðunum,
sum
tær
hava eftir móti StÍF og
Kyndli, og tað kann vísa
seg at gerast stórur biti hjá
liðnum.
StÍF-Kyndil 23-18 (11-6):
Næsti sigurin á rað
StÍF læt ongan iva vera vera um, at tær skuldu hava stigini, tá
Kyndil vitjaði leygardagin
savnsmynd
Eingin tykist steðga
StÍF í løtuni. Leyg
ardagin skræddu teir
seg leysar í oddinum,
tá Kyndil heldur ikki
stóð teimum kurl
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
StÍF stevnir við fullari ferð
móti
finaluplássinum
í
Atlantic Airways-kapping-
ini.
Leygardagin
vitjaði
Kyndil, sum við sigrinum á
H71
seinasta
vikuskifti
fekk nakað av luft, men
hetta var tó langt ífrá nóg
mikið
til
at
steðga
strandingunum.
Styrkirnar hjá StÍF eru so
nógvar. Og júst tí er tað so
serstakliga trupult at basa
teimum, tá spælið koyrir.
Málverjin er framúr, og tað
í sjálvum sær er nóg mikið
til at taka pippið frá teimum
flestu. Bakketan hevur evni
til bæði at spæla skjótt og
skjóta hart, og so ber væl til
at spæla tunt, soleiðis at
málfarligu vongaspælarar-
nir eisini sleppa framat.
Og alt hetta fekk Kyndil
eisini at sanna leygardagin.
Gestirnir vóru annars teir,
sum byrjaði betri, men tá
vertirnir fingu glið á, beyð
ikki bøtur. Seinastu 20
minuttirnar av fyrra hálv-
leiki vann StÍF 12-6, og
eftir steðgin hildu teir bara
fast um leiðsluna, sum
spakuliga varð útbygd. Og
hóast Finnur Hansson, sum
í fjør gjørdi nógv um seg
fyri StÍF, royndi at halda lív
í vónunum, so hjálpti hetta
lítið.
Breið styrki
Við sigrinum er StÍF komið
upp á 17 stig, og enn halda
teir seg fimm stig undan
nummar trý og harvið hótt-
anini um at missa finalu-
plássið.
Spælið, sum StÍF fyri tað
mesta hevur sýnt í ár, saman
við tí fakta, at tað nú bert
eru níggju dystir eftir at
spæla, ber við sær, at tað í
løtuni tykist ógvuliga lítið
sannlík, at nakar skal hótta
hendan sessin.
Áður hevur trupulleikin
ofta verið, at liðið ikki
megnar at halda dampinum
uppi gjøgnum heilt kapp-
ingarár, og tí hóvar tað
ivaleyst væl strandingum,
at kappingin nú fer í langan
vetrarsteðg. Tað ber við
sær, at menn uttan iva eru
frískir, tá farið verður undir
seinasta partin av kapp-
ingarárinum, og tí er einki
at siga til, at strandingar nú
spakuliga eru farnir at
droyma um eina greipu.
Tað hevur liðið enn ikki
roynt, hóast teir hava verið í
steypafinaluni bæði í 1999
og í 2003, tá FM-heitið
varð vunnið.
Hjá Kyndli eru møguleik-
arnir fyri at røkka finaluni
av álvara farnir at minka.
Enn er vónin ikki heilt
slept, men skal hetta røkkast
er kravið ein endaspurt, har
helst einki stig skal missast,
tað sum eftir er av kapp-
ingarárinum.
StÍF-Kyndil 30-26 (15-12):
Stórspælandi strandingar
Hóast tað er góður styrkur hjá Kyndli, at Josef Abrahamsen nú
aftur er á liðnum, so var tað ikki nóg mikið móti StÍF, sum í
løtuni er nógv besta boðið upp á ein komandi føroyameistara
Mynd: Álvur Haraldsen
StÍF-Kyndil 23-18 (11-6)
10 min: 2-2
20 min: 7-4
40 min: 15-8
50 min: 20-12
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 11(4), Fríðrunn Danielsen 3,
Ninna K. Johansen 3, Signhild Petersen 2, Ata Gregersen
2, Bára B. Danielsen 1, Sólfríð Christiansen 1
Kyndil: Lina Andriulyte 7, Randi Wardum 4(3), Barbara
Egilstrøð 2, Jacklin Durhuus 2, Tordis Tróndarson 2, Ronja
Mikkelsen 1
Brotskøst: StÍF 4, Kyndil 3
Útvísingar: StÍF 2, Kyndil 4
Dómarar: Kristian Joensen & Kári Hansen
FAKTA
StÍF-Kyndil 30-26 (15-12)
10 min: 3-6
20 min: 10-8
40 min: 20-16
50 min: 26-20
Málskjúttar
StÍF: Bárður Danielsen 6, David Edvardsen 6(1), Leivur
Justinussen 5(4), Sveinur Justinussen 5, Bent Djurhuus 3,
André F. Danielsen 3, Jón Rasmussen 1, Danni Syhler 1
Kyndil: Finnur Hansson 10, Josef Abrahamsen 4(2),
Hjalti M. Jacobsen 3, Bárður Johannesen 2, Janus Einar
Sørensen 2, Hans Áki Dal Christiansen 2, Rani Ellingsgaard
2, Ken Zachariassen 1
Brotskøst: StÍF 6, Kyndil 4
Útvísingar: StÍF 5, Kyndil 3
Diskvalifikatión: StÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Kristian Joensen & Kári Hansen
FAKTA
B36 og KÍ skiftu málverja
B36 hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at tað verður
Meinhardt Joensen, sum skal loysa Jákup Mikkelsen av
sum málverji. Jákup Mikkelsen, sum er fluttur aftur til
Klaksvíkar, gjørdi í heyst av, at hann fer aftur til KÍ,og
tað bar við sær, at Meinhardt Joensen misti sjálvskrivaða
plássið, sum hann annars hevur havt seinastu tvey árini.
Meinhardt, sum er 28 ára gamal, hevur í fleiri ár verið
roknaður millum fremstu føroysku málverjarnar, og
onkran landsdystin hevur hann eisini siti á beinkinum
sum eykamálverji fyri Jákup Mikkelsen. Umframt KÍ
hevur hann eisini spælt í B68 og GÍ.
Kaka aftur favorittur
Brasilski Kaka er stórfavorittur, tá FIFA mánakvøldið fer at avdúka, hvør
fær heiðurin sum besti spælarin í heiminum í 2008. Eins og í dystinum um
gylta bóltin frá France Football, so eru Cristiano Ronaldo og Lionel Messi
við í kapprenningini, har tað eru liðformenn og venjarar hjá landsliðum, í
hava greitt atkvøðu. Seks av seinastu tíggju ferðunum hevur móttakarin av
gylta bóltinum frá France Football og heiðrinum frá FIFA verið tann sami.
Og miðlar kring allan heim eru á einum máli um, at soleiðis verður eisini
hesaferð. Kaka hevur í ár eisini vunnið heitini sum World Player of the
Year, sum enska World Soccer stendur fyri. UEFA’s Club Footballer of the
year, besti áleypari í Champions League, toppskjútti í Champions League
og ársins spælari hjá FIFPro, ið er altjóða spælarasambandið.