Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-17, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 244 - 17. desember 2007 ] Blackpool nær botninum Claus Bech Jørgensen spældi við í 67 minuttir, tá Blackpool um vikuskiftið mátti taka til takkar við 3-2 tapi í heimadysti móti Stoke. Blackpool kom annars á odda eftir 13 minuttum, men Stoke, sum nú ikki hevur tapt í seks dystir, megnaði tó at koma aftur, og teir vóru eisini a odda 3-1, áðrenn Blackpool javnaði tríggjar minuttir fyri leiklok. Á 18. plássinum er Blackpool fýra pláss frá niðurflyting, men munurin er tó sera lítil. Bert tvey stig eru á muni millum nummar 18 og 24, so stig skulu á kontina hjá Claus og teimum, um niðurflytingarvandin skal fáast burtur. Ikki beinbrot Chelsea-viðhaldsfólk óttaðust tað ringasta, tá John Terry noyddist skaddur av vøllinum í stórdystinum móti Arsenal sunnudagin. Hetta eftir at hann fekk eina ógvusliga stempling í einum nærdysti við Emmanuel Eboue. Eftir dystin kundi Avraham Grant tó sissa viðhaldsfólkini nakað, tí talan er eftir øllum at døma ikki um beinbrot. – Hann hevur tað ikki tað gott í løtuni, men har er so einki staðfest. Vandi er tó fyri, at nøkur liðbond kunnu vera løstað, segði Avraham grant eftir dystin. Tað mest minniliga við dystinum var, at bæði liðini høvdu allar tríggjar málverjarnir inni. Spenningur var bara tað fyrstu løtuna í báðum hálvleikum hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Tvey ting standa klár í minn- inum eftir 33-22 sigurin hjá H71 yvir KÍF í Hoy-víkshøll- ini leygardagin. Levi Nybo, Jens Skipagøtu og Johann Hofgaard vardu allir H71- málið gjøgnum dystin. Og Zeljko Jotic, Óli Kristian Djurhuus og Daniel D. Olsen vardu allir málið hjá KÍF gjøgnum dystin. Hitt er, at síðsta korterið vóru tað stórt sæð bara unglingarnir hjá KÍF, sum vóru inni á vøllin- um, og teir royndi seg ímóti einum vælleikandi ungum málverja – Johann Hofgaard – í H71-málinum. Annars byrjaðu bæði liðini við einari ræðuligari ferð. Liðini mistu bóltar í álopsstøðum, og ikki fyrr, enn í triðja minutti kom tað fyrsta málið. Støðan var 2-2 eftir 5 min, men tá hálv- leikurin var hálvrunnin sást hvønn veg tað bar. Jotic hevði fleiri bjargingar, sum hildu KÍF nøkulunda inni í dystinum. Men tá siktið bleiv betri hjá H71-skjúttun- um drógu teir frá KÌF. 5 min- uttir fyri steðgin var støðan 14-8 til H71, og tað útbygdu hoyvíkingar til 17-9. Jens Skipagøtu kom rættuliga tíð- liga inn fyri Levi Nybo, og hevði Jens fleiri framúr bjarg- ingar. Men eitt var syndarligt at síggja hjá báðum liðum, og tað var hvussu illa tey gagnnýttu skjótálopini. KÍF-løta Fyrstu fýra minuttirnar av seinna hálvleiki hevði ein varhugan av, at KÍF fór at gera ein ordiligan vørr. Teir togaðu seg uppá 12-17, men so vaknaði H71 aftur, og netið hjá kollfirðingum sang fleiri ferðir. Ikki fyrr enn H71 var komið uppá 31-16, byrjaðu teir at slaka eitt sindur. Kári Mortensen valdi at geva fleiri unglinga- leikarum hjá KÍF møguleik- an, og teir gjørdu tað ikki verri enn t.d. Damir Oros, sum hevur talent og royndir, men ikki vísir nóg nógva sálarliga styrki til at gera tann munin, sum talentið og royndirnar heimila. KÌF- unglingarnir góvu trúgvu KÍF-viðhaldsfólkunum nak- að at fara heim uppá. Ser- liga stóð 17 ára gamli Tony Dam sterkur í myndini, og fekk hann nøkur góð mál. Eitt annað, sum hugtók áskoðarnar var blaðungi málverjin hjá H71, Johann Hofgaard. Hann gjørdi tað framúr. Og fekk hann eisini viðurkenning frá Jens og Levi frá beinkinum. Mistøk Dómarnir høvdu ikki nakra ávirkan á úrslitið. Til tað var munurin millum liðini alt ov stórur. Men í 13. og í 33. minutti blivu KÍF-leikarar grovt feldir. Fyrru ferð í fríari álopsstøðu. Báðar støð- urnar burdu givið í minsta lagið 2 minuttirs útvísingar, og tann fyrra støðan eisini brotskast. Men hetta yvirsóu dómarnir. Tá KÍF framdi eitt identiskt brot í 41. min- utti fekk tað beinavegin fylg- ir. Men samanborið við skeivu sendingarnar hjá ser- liga KÍF, so vóru mistøkini hjá dómarunum ikki so mong í tali. Niels Viggo Niclassen var væl nøgdur aftaná trygga 33-22 sigurin. - Vit vistu, at tað óivað fór at fara okkara veg. Ser- liga tá ein hugsar um, at KÍF manglar so góðar leik- arar, sum Gert og Rógva. Teir eru heilt greitt bestu leikarnir hjá KÍF, og uttan hesar báðar eru KÍF nógv skerdir. Niels Viggo heldur eisini, at H71 hevur ein góðan liðanda, og menn eru fúsir til venjingar. - Vit hava tað gott og stutt- ligt saman. Og tað er sjálv- sagt. Eingin hevði tímað at vant 5 ferðir um vikuna, um tað ikki hevði verið stuttligt. Vit hava eitt lið, sum kann vinna á øllum. Okkara vánaligasta úrslit hevur verið eitt tap uppá 3 mál. So tað skal nógv til fyri at koppa okkum. - Vit vóru væl betri størsta partin av dystinum. Men vit hava altíð svartar periodir, har vit hava ein málturk uppá 5-6 minuttir. Her sipar Niels Viggo til fyrstu løtuna í 2. hálvleiki, tá KÍF togaði eg frá 9-17 til 12-17. Men løtu seinni vóru teir í H71 við aftur, og støð- an var 21-12. Men deyða løt- an kostaði ikki H71 dýrt í hesum dystinum. Tað er sjálvsagt, tað tá ein hevur eina greiða leiðslu, og sigur- in er heima. So spennir ein ikki bogan só nógv. Spurd- ur, um hann hevði verið við í einum dysti við seks ymiskum málverjum áður, svaraði hann, at tað hevði hann ikki roynt áður í hond- bólti. Og tað var forkunnugt. Niels Viggo helt, at ungling- arnir hjá KÍF, sum leiktu síðsta korterið góvu teimum skarpari gang, enn teir eldru leikarnir. Hann helt, at ser- liga Tony Dam leikti væl. Hann hevði eisini góð orð at bera unglingamálverjanum hjá H71, Johann Hofgaard, sum hevði nógvar góðar bjargingar. - Hann verður góður hjá okkum at hava á liðnum, tá Jens Skipagøtu gevst eftir lokið kappingarár.” -HS Vóru væl betri! Niels Viggo Niclasen var ikki í iva um, at H71 var nógv betra liðið á degnum Mynd: Heri Simonsen H71-KÍF 33-22 (17-9) 10 min: 7-4 20 min: 11-6 40 min: 23-13 50 min: 28-15 Málskjuttar H71: Janus Sørensen 8, Dánjal Tórgarð 6(2), Gunnar Bláberg 5, Halgir Dahl Olesen 5, Poul Kjartan Dam 3, Freddy Poulsen 2, Johnny Durhuus 1, Tróndur Vatn- hamar 1, Niels Viggo Niclassen 1, Bárður Brimvík 1 KÍF: Damir Oros 5(2), Dean Jankovic 4, Ási Dam 3, Tony Weihe 3, Suni Johannesen 2, Jákup Trygvason 2, Niklas Reginsson 1, Emil Petersen 1, Eddie Joensen 1 Brotskøst: H71 2, KÍF 2 Útvísingar: H71 2, KÍF 3 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr FAKTA Hoyvíkingar kundu aftur fegnast leygar­ dagin. Teir fingu tvey týdningarmikil stig og eru nú aftur í ferð við at elta fremru liðini í stríðnum um finalusessirnar savnsmynd H71-KÍF 33-22 (17-9): Seks málverjar í einum dysti