mánadagur 17. desember 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 244 - 17. desember 2007 ]
Neistakvinnurnar
vunnu tryggan
sigur, tá vitjaðu
í Vestmanna
leygardagin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað tók sína tíð, áðrenn
Neistin veruliga kom í
snúningar
í
dystinum
móti VÍF leygardagin.
Bláu kvinnurnar høvdu
stórar trupulleikar í Vest
manna fyrr í heyst, og
fyrstu 20 minuttirnar ella
so høvdu hesir hug at
endurtaka seg sjálvar.
Ein løtu sveik kon
sentratiónin hjá heima
liðnum tó, og so vóru tær
bláu skjótar at revsa við
kviku kontraálopunum,
sum eru vørumerkið hjá
liðnum. Seinastu løtnua
av fyrra hálvleiki vann
Neistin ikki minni enn 5
1, og so høvdu tær vunnið
sær neyðugu leiðsluna.
Og hana høvdu tær als
ongan hug at missa, tá
farið varð undir seinna
hálvleik. At tær á heima
liðnum eisini tóktust hava
mist mótið hesa løtuna,
gav Neistanum heilt lætt
spæl eina løtu, og hetta
høvið nýttu tær til at
beina allan iva um úrslitið
burtur.
Við
sigrinum
helt
Neistin fast um støðuna á
stigatalvuni, har tær í
løtuni eru besta boðið til
finalumótstøðu
hjá
Stjørnuni. Hjá VÍF er
støðan nakað meira sperd.
Liðið er nú á aftastas
sessinum í Sunsetkapp
ingini, og tó at nógvir
dystir enn eru eftir at
spæla, so skerst ikki burt
ur, at støðan er trupul.
StÍF og Kyndil hava her
ein fyrimun upp á tvey
stig, og tí verður helst
neyðugt við seks av átta
stigum í botnuppgerð
unum, um VÍF eisini skal
spæla í Sunsetkappingini
komandi kappingarár.
VÍF-Neistin 23-30 (9-13):
Neistin helt fast
Neistin megnaði
ikki at slíta seg
púrasta leyst av VÍF,
og saman við H71
elta vestmenningar
framvegis
finalumøguleikanum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sammett við dystin móti
StÍF fyri viku síðani, var
tað sum dagur og nátt í Vest
manna. Ta ferðina megnaðu
teir gulu neyvan at seta
fótin rætt fyrstu longu løt
una av dystinum, og í øllum
førum kann staðfestast, at
teir høvdu tikið læruna við
sær til dystin leygardagin.
Tí Neistin fekk snøgt sagt
ikki fótin fyri seg fyrstu
longu løtuna. VÍF trumlaði
avstað, og eftir bara 20
minuttum tóktist dysturin
mest sum avgjørdur. Ikki
minst tí Neistin hevði mis
nýtt heili 5 brotskøst á
vegnum. Neistin hevur tó
fleiri ferðir fyrr í ár sýnt
framúr stríðsvilja, og við
seks málum á rað seinastu
løtuna undan steðginum
togaðu teir seg upp á javnt.
Tí var spenningurin veru
liga komin í aftur, tá seinni
hálvleikur byrjaði, og sálar
liga var Neistin nú kanska
omaná. Men teir megnaðu
ikki at gera sær dælt av
hesum. Ístaðin byrjaði VÍF
aftur at økja um leiðsluna,
og tó at hendan ikki gjørdist
eins sannførandi, sum hon
hevði verið tað fyri steðgin,
so fekk Neistin ikki loyvi at
skapa sama veruliga spenn
ing, sum endaspurturin fyri
steðgin legði upp til.
Spenningur um
finaluplássið
Við
sigrinum
syrgdu
vestmenningar fyri, at teir
enn hava eina grundaða vón
um at røkka finaluplássinum
í FMkappingini, men tað
krevur, at avrikið javnt og
samst verður á sama støði,
sum
tað
var
tað
leygardagin.
Til
tíðir
hevur
liðið
prógvað seg sum kanska
mest seriøsi avbjóðarin hjá
StÍF, men við unga spælara
hópinum
og
vantandi
royndunum hava avrikini
sveiggjað
millum
tað
framúr góða og tað heilt
ússaliga. Hesa ferð var
avrikið nærri toppinum, og
megnar
liðið
at
lyfta
botnstøðið nakað, so teir
sleppa undan keðiligum
blackout’s seinasta partin
av kappingini, so er væl
hugsandi, at teir kunnu bíta
seg heilt fastar. Og í so
máta gerst tað ikki verri, nú
Daniel Rapa aftur er á
liðnum.
Hjá Neistanum er enn
luft niður til næstu liðini,
men tað skerst ikki burtur,
at avrikið skal lyftast nakað,
um
finaluplássið
skal
tryggjast. Eftir eina framúr
byrjan
hava
avrikini
seinastu vikurnar sveiggjað
meira enn ráðiligt er.Nú
hevur liðið tó – eins og hini
– ein mánað til at fínpussa
formin, áðrenn tað av álvara
verður farið undir enda
spurtin í kappingini.
Fyrr í heyst megnaði Neistin at fáa javnleik í at síggja til vónleysari støðu í Vestmanna. Men
tann møguleikan fingu teir ikki aftur hesaferð
savnsmynd
VÍF-Neistin 34-29 (14-14)
10 min: 6-4
20 min: 12-6
40 min: 20-19
50 min: 25-22
Málskjúttar
VÍF: Rúni Joensen 8, Agnar Joensen 8(1), Áki Olsen 6(1),
Niels Andreasen 3, Jákup Suni Andreasen 3, Sjúrður
Poulsen 3, Danielsen Rapa 2, Regin Joensen 1
Neistin: Karl Herup Olsen 7, Áki Mørk 7(3), Dann Thorleifs-
son 4, Jugoslav Djumic 4, Blagoje Buha 2, Roar Dalsgarð 2,
Tróndur Kragesteen 2(1), Jón Ludvík 1
Brotskøst: VÍF 2, Neistin 12
Útvísingar: VÍF 6, Neistin 3
Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg
FAKTA
VÍF-Neistin 34-29 (14-14):
VÍF heldur í vónini
Neistakvinnurnar halda enn kósini, sum tykist vera sett
beint móti FM-finaluni
savnsmynd
Neistin-VÍF 23-30 (9-13)
10 min: 2-3
20 min: 6-8
40 min: 13-19
50 min: 16-27
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rapa 10, Heidi Joensen 5, Fríða Marjunardóttir
3, Liljan Djurhuus 3, Trogunn Herlufsdóttir 2
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 14(1), Ása á Neystabø 5,
Unn J. Kragesteen 5, Elin Stakksund 3, Anja Heinadóttir 1,
Helena á Krákusteini 1, Rakul Augustinussen 1
Brotskøst: VÍF 1, Neistin 2
Útvísingar: VÍF 5, Neistin 3
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg
FAKTA
Nýggj nevnd í B71
Bara eitt mál var á skránni, tá ið B71 leygardagin hevði
eykaaðalfund. Málið snúði seg um val av nýggjari starvsnevnd. Í
gomlu nevndini vóru tríggir limir. Í nevndini, sum varð vald á
fundinum leygardagin, eru seks limir. Einasti nevndarlimurin,
sum var í gomlu nevndini, og sum eisini er í nýggju nevndini, er
Ragnar Fossdalsá, sum var formaður í gomlu nevndini. Eli
Henze, sum verður venjari hjá Formulaliðnum hjá B71 næsta ár,
og Magnus Olsen, sum er partur av Formulaliðnum hjá B71, fóru
á fundinum leygardagin úr nevndini. Í nýggju nevndini eru seks
limir: Ragnar Fossdalsá, Jonhard Johannesen, Brandur Sandoy,
Ingimar Tór Thomsen, Sofus Lognberg og Jens Petersen.
Benitez úr vandasjógvi
Seinastu vikurnar hevur verið skrivað nógv um, at nýggju
eigararnir av Liverpool vildu hava Rafael Benitez úr venj
arasessinum. Ikki minst eftir at Benitez segði seg hava tørv á
nógv meira peningi enn tað, sum eigararnir vildu geva, nú
transfervindeygað skjótt letur upp. Sunnudagin var fundur á
skránni millum Tom Hicks, George Gillet, Rick Parry og
Rafael Benitez, men hesin gekk fyri seg uttan dramatikk av
nøkrum slag. – Talan var um sera positivan fund, og vilja
allir partar gera sítt ítarsta, felagnum at frama, verður
soleiðis skrivað á heimasíðuni hjá Liverpool.