mánadagur 17. desember 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
[ Nr. 244 - 17. desember 2007 ]
Taptu hóast hattrick
Upp á bara 16 minuttir skeyt Roque Santa Cruz hattrick,
tá hann og Blackburn leygardagin spældu á útivølli móti
Wigan. Vertirnir vóru á odda 3-0 eftir bert 37 minuttum,
men tá 16 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, hevði
Santa Cruz mest sum einsamallur fingið javnvág í. Tað
hjálpti tó lítið hjá Blackburn. Stutt fyri útjavnandi málið,
varð Bret Emerton rikin av vølli. Og við tveimum málum
seinasta partin av dystinum kundi Marcus Bent tryggja
heimaliðnum sigurin. Bent hevði eisini skorað fyrr í dyst-
inum, og tí gjørdist talan um tvey hattrick í sama dysti.
Russland er heimsmeistari
Tað eydnaðist ikki norsku hondbóltskvinnunum at koppa sterku russisku
kvinnunum í HM-finaluni, sum varð spæld í Fraklandi sunnudagin.
Norsku hondbóldskvinnurnar hava annars leikt eitt frálíkt HM, men
uppgávan gjørdist ov stór, tá ið Russland í dag bíðaði teimum í finaluni.
Russland vann dystin 29-24 frammanfyri 14.000 áskoðarum í París.
Brekkan gjørdist serliga brøtt hjá Noregi, tá ið spælstýrari Gro Hamm-
erseng stutt inn í seinna hálvleik mátti fara av vøllinum við skaða. Tað
var eisini júst um hetta mundið, at Russland streyk frá norsku kvinn-
unum. Serliga takkað Ljudmila Postnova, sum fekk nógv mál frá strik-
uni. Hetta er triðja ferðin, at russiska hondbóltslandsliðið hjá kvinnum
vinnur heimsmeistaraheitið. Fyrstu ferð var so seint sum í 2001.
Heldur ikki sjeyndu
ferðina var eydnan
við Rafael Benitez. Í
sjey royndum hava
hann og Liverpool
bert fingið eitt stig
móti Manchester
United
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Arvafíggindarnir og tey
bæði mest vinnandi liðini í
enskum fótbólti, Liverpool
og
Manchester
United,
hittust á Anfield Road í
Liverpool sunnudagin.
Saman við hinum stór-
dystinum
sunnudagin
–
tann millum Arsenal og
Chelsea – varð dysturin á
Anfield róptur at vera ein
av teimum, sum skuldi av-
gera
meistaraheitið.
Og
heldur hendan útsøgnin, so
verður tað ikki í juni kom-
andi ár, at Liverpool skal
enda 18 ára longu bíðitíð
sína.
Tí hóast greiða leikliga
yvirvág, so megnaði Liver-
pool ikki at toga stigini til
høldar sunnudagin. Stutt
undan steðginum stóð lítli
Carlos Tevez á júst rætta
staðnum, og so kundi hann
snara bóltinum í kassan
eftir hornaspark.
Liverpool hevði annars
nakrar góðar møguleikar,
men eydnan var ikki við
teimum reyðu, og ístaðin
átti Rooney at punktera
dystin, tá hann móti dyst-
arenda gjørdist púra leysur.
Arsenal helt tørn
Á
Emirates
Stadion
í
London
var
somuleiðis
stórdystur, tá Arsenal tók
ímóti
grannunum
úr
Chelsea. Her fekk Chelsea
ein dyggan smeit, tá teir
eftir góðum hálvum tíma
mistu John Terry, eftir at
hesin hevði fingið eina
harða stempling.
Og tað skuldi gerast verri
beint undan steðginum, tá
Petr Cech avgjørt ikki líktist
heimsins besta málverja.
Hann fór flákrandi út eftir
einum hornasparki, sum
hann fór púrasta skeivur av,
og so kundi fyrrverandi
Chelsea-spælarin William
Gallas
stúta
einsamalla
málið í meskarnar.
Sum 2. hálvleikur leið,
spenti Chelsea álopsbogan
alt meiri. Tað bar spentar
støður í báðum endum við
sær, men einki mál spurdist
burturúr. Hjá Chelsea vóru
tað Andrej Shevchenko og
Shaun Wright Phillips, sum
misnýttu stórar møguleikar.
Arsenal
misnýtti
størstu
møguleikarnar. Tvær ferðir
vórðu mál kolldømd fyri
rangstøðu, og innskifti Robie
van Persie misnýtti størsta
møguleikan av øllum.
Tvey hattrick
Hóast hesir báðir dystirnir
vóru teir, sum tóku stóru
yvirskriftirnar, so var eisini
full ferð á í øðrum upp-
gerðum. Ikki færri enn tvey
hattrick vórðu skotin á JJB
Stadium, har Blackburn
vitjaði Wigan. Roque Santa
Cruz
megnaði
nærum
einsamallur at toga Black-
burn aftur í dystin, tá hann
skeyt hattrick, men við
teimum báðum seinastu
málunum fekk Marcus Bent
eisini sítt hattrick og vissaði
Wigan stigini.
Og á Fratton Park hjálptu
hagtølini lítið hjá Port-
smouth í dystinum móti
Tottenham.
Portsmouth
hevði annars ikki tapt í
ellivu dystum, og Tottenham
hevði ikki vunnið á útivølli
hetta kappingarárið. Men
við einsamalla málinum frá
Berbatov kundu gestirnir
kortini fara avstað við
øllum.
Og við einum 4-2 sigri á
Bolton sníkti Manchester
City seg eisini inn í topp
fýra. Bolton legði seg annars
á odda, men Manchester
vísti enn einaferð, hví teir
hava eina úrtøku upp á
100% á heimavølli í ár.
Steven Gerrard heldur sær um høvdið. Heldur ikki hesa ferð eydnaðist Liverpool at vinna móti arvafíggindunum úr Manchester United
Mynd: Polfoto/AP
Devlarnir trívast á Anfield
Úrslitini um vikuskiftið
Birmingham-Reading
1-1
Derby-Middlesbrough
0-1
Man. City-Bolton
4-2
Portsmouth-Tottenham
0-1
Sunderland-Aston Villa
1-1
West Ham-Everton
0-2
Wigan-Blackburn
5-3
Fulham-Newcastle
0-1
Liverpool-Man. Utd.
0-1
Arsenal-Chelsea
1-0