Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 18. desember 2007 11 tíðindi Tá arbeiðið í bygda­ ráðnum byrjaði, gjørdist Soffi greitt, at hóast kommunan ikki var millum tær stóru, kundi nógv gerast fyri at menna hana Kommuna Snorri Brend Soffi fekk eyguni upp fyri nógvum fadesum, sum und­ anfarin bygdaráð høvdu gjørt. Hon nevnir millum annað bátahylin á Válinum. Soleiðis sum hann liggur í dag, er hann ­ sambært Soffi ­ einki minni enn ein skamblettur og eitt úrslit av vánaligum vilja til sam­ starv. ­ Hetta virkar fyri mær sum ein gordiskur knútur, sum núverandi bygdaráð ikki er ført fyri at loysa. Tja, tað er ein stórur spurn­ ingur um ein yvirhøvur hev­ ur viljan til at loysa hann. – Vit hava roynt at fáa meirilutan í bygdaráðnum at geara um og broyta hugs­ an, soleiðis at kommunan kann mennast. Men hetta hevur ikki gingið eftir ætl­ an, slær Soffi fast. At hon hevur hesa hugs­ anina kemur av, at hon greitt hevur sæð teir møgu­ leikar sum finnast í heim­ bygd hennara, Leynum. Bilpláss vanta Tey flestu kenna helst Leyn­ ar vegna stóran og vakra sandin, sum um summarið savnar hundrað­ ella túsund­ tals føroyingar, tá veðrið er til vildar. Her kundi ein skapa um­ støður og veitt tænastur, soleiðis at fólk løgdu pen­ ing eftir seg her í bygdini. Stórur tørvur er á bilplássum til øll tey vitjandi, ­ ja, har er ikki meiri enn eitt ein­ stakt wc til øll hesi. Var eitt bygdarhús á Leyn­ um, kundi ein skapt møgu­ leikar fyri eini tænastu til tey vitjandi, og ikki minst til bygdarfólkið sjálvt, tá tey skuldu skipa ein føðing­ ardag, kristiligar fundir ella onnur tiltøk. Á Válinum kundi ein lætt­ liga skipa eina marina, har møguleiki var fyri inntøkum og arbeiðsplássum. ­ Tað er púra greitt, at ein bátahylur skapar ikki nakað arbeiði. Men mær tykir at ambisjónirnar fyri at fáa eitt virksemi í gongd, eru ikki til staðar. – Hetta undrar meg al­ mikið, tí vit liva jú trods alt av tí, sum hevur við sjógvin at gera, sigur hon. Ynskja samstarv Tað er einfalt at skilja, at Soffi og hini umboðini av Stykkinum og Válinum als ikki eru nøgd við samstarvið og visjónirnar fyri eina góða og mennandi komm­ unu. Tey hava tí bæði hugsað um, kannað og beinleiðis spurt seg fyri um møguleik­ an at fáa eitt veruligt sam­ starv í lag við Vestmanna kommunu. Ein kanning varð gjørd millum bygdarfólkið við spurningi um eitt framtíðar samstarv við Vestmanna. Í øllum bygdum var rættiliga stórur meiriluti fyri hesi ætlanini. Hetta hava vestmenningar tikið ímóti við opnum ørm­ um, men samstarvið kann ikki fáa í lag fyrrenn meiri­ lutin í Kvívíkar kommunu sigur gott fyri tí – tað er: at bygdaráðslimirnir úr Kvívík geva loyvi til at Skælingur, Leynar, Stykkið og Válurin fara upp í Vestmanna komm­ unu. – Eg skilji tað so, at tað er ein negativt ladaður arv­ ur frá gamlari tíð sum forð­ ar fyri, at hesar báðar komm­ unurnar verða lagdar saman í framtíðini. ­ Vit hava longu so nógv saman – og kundu fingið so nógv burtur úr eini saman­ legging – at eg dugi ikki við mínum villasta fantasi’i at skilja, hví ein ikki kann byrja at tosa um eitt sam­ starv. Men nei, her er so nógv gamalt agg sum forð­ ar, at vilji til at fáa gongd á hetta er púrasta burtur, slær hon fast. Ein skamblettur á Válunum Leynar hoyra undir Kvívíkar komm­ unum, og er ein bygd har tað búgva omanfyri 100 fólk í dag. Í bygdarskúlanum eru fimm næm­ ingar og tað skilst, at fleiri børn eru undir skúlaaldur. Fólkatalið hevur verið í støðugum vøkstri seinastu 22 árini. Í 1985 búðu 70 fólk her og 20 ár seinni var talið tað mesta – 122. Í summar búðu 113 fólk í Leynum av teimum íalt 615 í kommununi. Soffi er sera áhugað í, at talið av íbúgvum í kommununi og serliga í Leynum fer at vaksa enn meiri í framtíðini. Ein treyt fyri hesum er, at fólk fáa møguleika at búseta seg. – Tað vísir seg, at tað er sera trup­ ult hjá fólki at fáa grundøki í Leyn­ um. Tey, sum ynskja at búseta seg her, verða víst til grundøki í Kvívík, sigur Soffi undrandi. Eitt uppskot til byggisamtykt fyri Leynar er til góðkenningar, men tað dregur út, samstundis sum bíðilistin eftir grundøkjum bara gerst longri og longri og fólk ótolnast í sama lut­ falli. Hon er tí sannførd um, at minst 100 fólk fleiri áttu at kunnað búsett seg í Leynum. Kvívíkar kommuna kundi í roynd og veru verið ein stór kommuna, um rætt var atborið. Øki, sum kundu verið útstykkjað til grund­ øki, eru til taks. Soffi vísir til hagtølini yvir fólka­ talið, sum tala sítt týðiliga mál: Sein­ astu 100 árini er fólkatalið í Kvívíkar kommunu einans vaksið við 150, meðan fólkatalið í grannabygdini Vestmanna er vaksið við 1000 í sama tíðarbili! – Vit mugu skapa umstøður, soleið­ is at fólk vilja búseta seg her. Trupult er hjá fólki at fáa grundøki í Havn og tað vísir seg samstundis at granna­ bygd okkara í Vágum, Sandavágur er vaksin nógv. – Hesi fólkini koyra framvið her hjá okkum. Spurningurin er bara, hvussu leingi vit skulu finna okkum í tí. Verður einki gjørt her, kann bygd­ in ikki vaksa. Tað sigur seg sjálvt, slær Soffi fast. Pisa-spurningar á netið Nú ber til hjá einum og hvørjum at síggja dømi um spurningar, sum vóru settir næmingunum í PISA kanningini 2006. Nógv orðaskifti hevur verið um, hvussu uppgávurnar í PISA 2006 vóru umsettar. Eitt nú hevur verið ført fram, at uppgávurnar helst vóru á einum máli, sum næmingarnir ikki skiltu.Mentamálaráðið hevur tí gjørt av at leggja nakrar av uppgávunum frá PISA 2006 út á netið, so ein og hvør sjálvur kann døma um umsetingina av PISA­uppgávunum á www. mmr.fo/Default.asp?sida=633 150 fólk fleiri eftir 100 árum at hetta var ein pinkulítil sókn, og at tað vóru mong viðurskifti, sum ikki vóru nóg góð og sum ein kundi gera nakað við. – Nógv fólk her í bygdini komu til mín og søgdu frá hugsanum og ætlanum, sum ein kundi fara undir. Men eg merkti samstundis á teim­ um, at tey tóktust so mátt­ leys: ­ Tað var eins og tað ikki loysti seg hjá teimum at koma fram við hesum góðu hugskotunum. Tey vunnu ikki frama kortini, sigur hon. Sum at spæla sjavs Eftir valið kundi Soffi stað­ festa, at hon hevði fingið næstflestar atkvøður á sín­ um lista. Saman við henni vóru eitt umboð av Stykki­ num og eitt av Válinum vald. Tey løgdu seg út í val­ stríðið við eini skrá, sum hevði til endamáls at skapa grundarlag fyri menning í økinum. Grundøkir til byggihugaði fólk og annað skuldi fáast til vega, soleiðis at fólk bæði kundu og vildu flyta higar at búgva. Sjálv vónaði hon, at eitt munagott samstarv kundi fáast í lag við umboðini fyri hin listan, hvørs umboð øll vóru vald í Kvívík. Men so­ leiðis kom altso ikki at ganga. Hon merkti rættiliga skjótt, at arbeiðið í komm­ ununi bygdi á prinsippið í kortspælinum sjavs: Tað eru “vit” og “tit” sum stríð­ ast móti hvørjum øðrum. – Jú, sært tú, ­ ein tosaði um okkara kommunu, sum um hon var í tveimum: At bygdirnar rundan um vóru fyri seg í einum bólki, og Kvívík fyri seg í einum øðrum. ­ Eg ynskti at fáa brotið hetta fastlæsta mynstrið, soleiðis at allar bygdirnar kundu fáa nakað burturúr. Og hví skuldi eg ikki tað?! Eg meini so við, ­ vit eru hóast alt í somu kommunu, sigur Soffi álvarsom. Meiri í morgin Vit hava biðið borgarstjóran í Kvívík, Boje Christensen um viðmerkingar til útsagnirnar frá Soffi Egholm. Hesar viðmerkingarnar koma í blaðið í morgin. Her vísir hann millum annað á, at tey í bygdaráðnum hava ymiskar ætlanir í kommununi, men at tey bíða eftir at fáa nýggja bygdarplanin góðkendan. sb. – Vit kundu fingið nógv meiri burtur úr, um vit vóru saman við aðrari kommunu, sigur Soffi Egholm, eitt av umboðunum fyri minnilutan í Kvívíkar kommunu Mynd: Jens Kristian Vang Mótmæltu ovveiði Umleið 200 fólk vóru í gjár uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá ES í Bruxelles og mótmæltu, at alt ov nógv verður fiskað av fleiri fiskasløgum í ES­sjógvi. Fólk bóru skelti við ymsum áheitanum so sum at steingja leiðir, so stovnarnir kunnu koma fyri seg. Onnur søgdu, at verandi politikkur er miseydnaður. Mótmælistiltakið hevði samband við, at fiskimálaráðharrarnir hjá ES­londunum tingast í hesum døgum um kvoturnar í 2008.