týsdagur 18. desember 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 245 - 18. desember 2007
- Vit fáa onga nyttu
burtur úr at vera við
í Kvívíkar kommunu.
Tí ynskja vit heldur at
fáa eitt samstarv í lag
við vestmenningar,
sigur Soffi Egholm,
bygdaráðslimur í júst
Kvívíkar kommunu.
Trupulleikin er bert
tann, at restin av
bygdaráðnum ikki
ynskir tað sama
Kommunur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Leynar: – Hóast vit fegin
vilja vera saman við vest
menningum, og hóast vit
høvdu
fingið
munandi
meiri burtur úr hesum sam
starvinum, so letur tað seg
snøgt sagt ikki gera, stað
festir Soffi sum býr í Leyn
um.
Leynar eru partur av Kví
víkar kommunu, og í løtuni
er Soffi teirra umboð í
bygdaráðnum. Hetta átti at
verið eitt áhugavert, menn
andi og spennandi arbeiði.
Men Soffi hevur langt síð
ani sæð, at trupult er hjá
teimum smærru bygdunum
at fáa nakað ígjøgnum.
Tað tykist – stutt sagt –
sum um øll menning í
kommununi bert skal verða
í Kvívík. Og hetta hendir,
hóast minnilutin í bygdaráð
num ferð eftir ferð er komin
við uppskotum um, hvussu
útjaðarin
í
kommununi
kann mennast.
Fleiri við henni eru tí so
líðandi vorðin sannførd um,
at tær smærru bygdirnar í
Kvívíkar kommunu fáa ov
lítið gagn av at vera við í
kommununi.
Vit kundu havt eina
góða kommunu sum var í
støðugari menning. Men
soleiðis sum tað verður
stýrt í dag, eru lítlir møgu
leikar fyri hesum.
Í ringasta føri kann tað
enda við, at fólk fara at
flyta hiðani, til dømis til
Sandavágs, har grundøki
eru at fáa, sigur Soffi við
Sosialin.
Samstarv er neyðugt
Í sínum lívi hevur Soffi
ferðast nógv, hevur búð á
ymiskum støðum í Føroyum
og í Danmark, og hon hevur
eisini verið sera virkin á tí
politiska pallinum í Dan
mark.
Tað er við hesi bakgrund
ini, at hon dugir væl at
síggja, at uttan samstarv og
góðan felagsskap við onnur,
kemur ein ongan veg.
Týdningin av samstarvi
fyri at røkka nøkrum mál
um, merkti hon, tá hon sat
sum formaður í fakfelagi
og ikki minst sum amts
politikkari í Viborg í mong
ár.
Serligan
áhuga
hevði
Soffi innan tað sosiala økið,
har tey brekaðu lógu henni
fremst í hug, eins og arbeið
ið við mentan, umhvørvi og
vegasambandi.
– Hesi 30 árini í donskum
politikki lærdu meg greitt,
at tú kemur ikki til nøkur
úrslit, uttan so at tú lurtar
eftir hinum og finnur semj
ur á henda hátt.
– Tá eg flutti heim til Før
oyar í 2001 og varð seinni
vald inn í bygdaráðið í
Kvívík, upplivdi eg júst tað
øvugta. Hetta kom sera
óvart á meg, sigur Soffi
álvarsom.
“Gyseligt” orðaskifti
Eftir at hava búð í Danmark
í 30 ár flutti hon heim aftur,
millum annað tí at henni
longdist eftir at merkja,
hvussu tað var at búgva aft
ur í føðilandinum.
Tá hon valdi at búseta
seg í Leynum, var hon sann
førd um at hon var liðug
við alt tað politiska arbeið
ið.
– Nei, eg skuldi so einki
hava við politikk at gera í
Føroyum, hvørki í komm
ununi ella á løgtingi, slær
Soffi fast.
Hon plagdi onkutíð at
lurta eftir orðaskiftinum á
tingi – eitt orðaskifti sum
hon beskrivar sum “gyse
ligt” og so ófólkaligt, at
slíkur málburður hevði ver
ið harðliga átalaður í einum
hvørjum donskum amts
ráði.
Mongum brestur ætlan,
og soleiðis gjørdist tað eis
ini hjá Soffi. Hon fekk
áheitan um at stilla upp til
kommunuvalið í 2004, men
væntaði ikki at verða vald.
Hóast hon játtaði at vera
valevni, undraði tað hana
almikið, hví økið ikki hevði
ein einstakan lista, heldur
enn tveir.
Soffi dugdi væl at síggja,
Gongd á fiskivinnuskúlan
Arbeiðið við at byggja Fiskivinnuskúlan í Vestmanna er nú komið
somikið áleiðis, at fundamentið er liðugt stoypt. Harumframt er
jørð og kloakkarbeiðið komið væl áleiðis. Nýggi
fiskivinnuskúlan verður bygdur á økinum við ferjuleguna í
Vestmanna. Í skúlanum verður pláss fyri 100 næmingum, 3
skúlastovum, einari serstovu, umframt 5 bólkarúmum, auditorium
og annað, sum hoyrir til ein skúla. Kostnaðarætlan fyri nýggja
Fiskivinnuskúlan er 29 mió. kr. Av Landverkið verður sagt, at
miðað verður ímóti, at arbeiðið verður liðugt mánaðarskifti aug./
sept. 2008.
Sum at spæla sjavs
í kommununi
”
Eg skilji tað so, at tað er ein negativt
ladaður arvur frá gamlari tíð sum
forðar fyri, at hesar báðar kommunurnar
verða lagdar saman í framtíðini
(Soffi Egholm, Leynar)
””
Vit kundu havt eina góða kommunu sum
var í støðugari menning. Men soleiðis
sum tað verður stýrt í dag, eru lítlir
møguleikar fyri hesum
(Soffi Egholm, Leynar)
Seinastu 100 árini er fólkatalið í Kvívíkar
kommunu einans vaksið við 150, meðan
fólkatalið í grannabygdini Vestmanna er
vaksið við 1000 í sama tíðarbili
(Soffi Egholm, Leynar)
Minnilutin í Kvívíkar kommunu fær
ikki nógvar sømdir. - Tað er sum at
spæla sjavs - tað er okkara og tykkara,
onga tíð VIT, siga bygdaráðslimirnir
Soffi Egholm úr Leynum og Tórarinn
Didriksen av Válunum
Mynd: Jens Kristian Vang
Revurin trívist
Tað er líkt til, at revurin trívist munandi betur í
Íslandi nú enn fyrr, og mett verður, at hann er
tíggjufaldaður í tali tey seinastu 30 árini. Ringast stóð
til hjá revinum miðskeiðis í sjeytiárunum, og tá varð
mett, at umleið 1.000 revar vóru í Íslandi. Nú verður
hildið, at talið er farið upp um 10.000. Tey, sum
fylgja við íslendska revinum, siga, at hann hevur
ment seg aftur, tí hann hevur meiri føði nú enn fyrr.
Revurin livir serliga av fugli.