Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 245 - 18. desember 2007 Tað hevur ligið ein hóttan í luftini um, at Bygdaráðið í Leirvík fór at stongja vegin til og frá Norðoya­ tunlinum á nýggjári­ num. Men tann freistin er nú longd í nakrar mánaðir NorðoyatuNNiliN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Norðoyatunnilin verður ikki stongdur á nýggjárinum. Tað er greitt eftir bygda­ ráðsfund í Leirvík í gjárkvøldið. Bilar sum koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, hava havt fyribils loyvi at koyra ígjøgnum Leirvíkar bygd, til ein endalig loysn varð funnin á vegaføringini ígjøgnum bygdina. Men tað hevur drigið út at finna eina endaliga loysn, tí tað hevur ikki borið til at finna semju um, antin veg­ urin skal ganga ígjøgnum sjálva bygdina ella um ein nýggjur vegur skal gerast omanfyri bygdina. Annars hevur Løgtingið samtykt at gera nýggjan veg ígjøgnum Leirvík, men nú vilja leirvíkingar heldur hava nýggjan veg omanfyri bygdina og tað er hendan loysnin, sum bygdaráðið nú vil hava Løgtingið at seta í verk. Undantaksloyvið til at koyra ígjøgnum bygdina, er bara galdandi til 1. januar og higartil hevur bygdaráðið í Leirvík noktað at longja loyvið. Tað hevur bygdaráðið nokta, fyri at gera púra greitt, at nú er tolið uppi og fyri at tvinga løgtingið at finna eina endaliga loysn. Bygdaráðið gjørdi sam­ stundis greitt, at spurning­ urin varð ikki tikin upp til nýggja viðgerð, fyrrenn Løgtingið hevði avgreitt málið um at gera nýggjan veg. Vísa ábyrgd Men á bygdaráðsfundi í gjárkvøldið tók bygdaráðið í Leirvík kortini málið upp aftur. ­ Vit hava samtykt at longja freistina til 1. oktob­ er, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri Hon sigur, at hetta var ein avgerð, sum bygdarráðið er samt um. ­ Hetta hava vit gjørt fyri at vísa ábyrgd og vit viður­ kenna, at nú løgtingsval er útskrivað, er støðan ein onnur. Eitt nýtt Løgting skal eisini hava stundir at fóta sær og skal hava stundir at loysa málið. Hinvegin staðfestir hon eisini, at bygdaráðið er ikki sinnað at sleppa endanum. ­ Vit hava eisini eina ábyrgd fyri ferðslutrygdini í Leirvík og tí krevja vit eisini, at vit fáa eina enda­ liga loysn. Og vit halda, at 1, oktober er ein rímilig freist, tí tað eigur at geva nývalda Løgtinginum stundir at finna eina endaliga loysn. ­ Vit krevja framvegis, at ein endalig loysn verður funnin heilt skjótt og tí hava vit longt loyvið til 1. oktober. Tá vilja vit hava, at Løgtingið hevur tikið eina endaliga avgerð um vegin, sigur borgarstjórin í Leirvík. Men hevur Løgtingið onga avgerð tikið tá, hvat hendir so? ­Tað hava vit ikki tosað um. Nú hava vit víst okkara góða vilja, heldur enn at leggja upp til stríð og tí vilja vit geva nývalda Løgtinginum høvi til at finna eina loysn. Eisini fyri norðoyingar Nú er Fríðgerð Heinesen valevni hjá Norðoya Sambandsfelag til Løg­ tingsvalið 19. januar og tað kann tykjast løgið, at hon afturfyri setir so harðar treytir, at sambandið til Norðoyggjar verður kvett Hinvegin kann tað eisini tykjast løgi, at nú, hon er blivin valevni, verður freistin longd, so at vandi ikki er fyri, at undirsjóvar­ tunnilin verður stongdur á nýggjárinum, soleiðis sum vandi annars var fyri. Men hon heldur als ikki, at tað er nøkur andsøgn í hennara starvi sum borgarstjóri í Leirvík og tað, at hon er valevni hjá Norðoya Sambandsfelag. ­ Vit gera hetta eisini fyri Norðoyingar, tí tað er til stórt forargilsi hjá teimum at vera noyddir at koyra ígjøgnum Leirvík við 30 kilometrum um tíman, held­ ur enn at fáa ein nýmótans veg, har tað ber til at koyra væl skjótari, sigur Fríðgerð Heinesen. Leirvíkingar vísa ábyrgd í nakrar mánaðir afturat Vandin fyri at Norðoya­ tunnilin verður stongdur longu á nýggjárinum, er nú burtur. Leirvíkingar vísa ábyrgd og leingja freistina í níggju mánaðir fyri at geva nýggja Løgtinginum høvi til at finna eina loysn Fiskaðu tað sama Íslendsk skip fiskaðu at kalla tað sama í novembur sum í novembur í fjør. Hagtølini vísa, at skipini fiskaðu 106.106 tons í síðsta mánað ímóti 105.713 tonsum í sama mánaði í 2006. Av toski komu 3.700 tons minni upp á land í síðsta mánað enn í novembur í fjør, men hýsuveiðan var 4.000 tons størri. Av uppisjóvarfiski fiskaðu íslendingar 68.900 tons í síðsta mánað, og tað mesta var sild. Tað er tað sama sum í novembur í fjør. Formansval í Siumut Næsta ár verður formansval í grønlendska flokkinum Siumut, og longu nú eru fólk farin at melda seg upp í flokkin, tí tær nýggju reglurnar hjá flokkinum siga, at tað eru limirnir, sum velja formannin. Siumut heldur landsfund tann 6. februar, og freistin at stilla upp til formansvalið er tann 6. januar. Enn hevur eingin stillaðupp, men hildið verður fyri vist, at verandi formaðurin, Hans Enoksen, landsstýrisformaður, stillar uppaftur. Bygdaráðið hevur samtykt at byggja nýggjan barnagarð til 84 børn og hann verður liðugur um eitt gott ár BarNaaNsiNg Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal ein nýggjur barna­ garður byggjast í Leirvík. Á fundi í gjárkvøldið samtykti bygdaráðið at byggja barnagarð og vøggu­ stovu til 84 børn. Í hesum sambandi samtykti bygdaráðið at taka av einum tilboði frá Fjarðahúsum upp á barna­ garðin og gongst sum ætlað, verður farið undir arbeiðið í vár. Talan er um ein barnagarð, sum líkist tí á Strondum og hann fer at kosta 13 milliónir tilsamans. Dagstovnurin verður bygdur Uppi við Garð í Leirvík, har kommunan hevur ognað sær tað mesta av tí lendi, sum krevst til barnagarðin, men enn er nakað eftir. Men Fríðgerð Heinesen væntar, at stovnurin verður liðugur um eitt gott ár. Annars er ein lítil barna­ garður til 24 børn í Leirvík, men afturat honum er Lonin í gamla Føroya Banka, har tvey børn við breki, eru. Men harumframt er frítíðarskúli í Leirvík. Har eru børn børn, sum fara í skúla næsta summar, um­ framt fyrsti og annar flokkur. Tilsamans eru um 30 børn í frítíðarskúlanum. Samstundis er ein stór dagrøkt við plássum til 50 børn í Leirvík. Fríðgerð Heinesen, borg­ arstjóri í Leirvík, sigur, at tá ið barnagarðurin er liðugur, metir hon, at tørvurin á barnaansing er nøktaður. Samstundis skal bygda­ ráðið taka støðu til, hvussu verður við dagrøktini, tá ið barnagarðurin er liðugur. ­Tá ið barnagarðurin er liðugur, hava Leirvík og Gøta lagt saman í eina kommunu og vit hava ikki tikið endaliga avgerð um, hvussu vit skipa ansingar­ økið eftir tað. Eitt ivamál, sum støða skal takast til, er, um dagrøktin skal takast av, tí hon virkar væl og foreldrini eru fegin um hana, serliga foreldrini hjá teimum smæstu børnunum, sigur Fríðgerð Heinesen. Leirvíkingar nøkta tørvin á barnaansing Um eitt ár er nýggjur dagstovnur liðugur í Leirvík við barnagarði og vøggustova til 84 børn