Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 245 - 18. desember 2007 Ein nýggj kanning frá Danmarks Pæda­ gogiske Universitets­ skole, vísir ikki óvæntað, at tað serliga er lesihugur hjá vaksnum, sum smittar av á børnini og ger, at tey fáa hug at lesa Børn og ung Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Herfyri var fokus sett á les­ ing, vegna lesikanning, sum Solveig Debess hevði gjørt. Nú er nýggj kanning gjørd í Danmark um hvat kann gev­ ur børnum hug at lesa. Kanningin ’Hvad skaber en Lystlæser’ er ein spurn­ arblaðskanning av 399 børnum umframt samrøður við seks ára gomul børn. Kanningin prógvar, at samband er millum hugin hjá børnum at lesa og stuðli og íblástri, tey fáa frá lær­ arum, bókavørðum og for­ eldrum. Samstundis vísir kanning­ in, at lesihugur í stóran mun er nakað, sum mennist í barninum sjálvum, tí tað rætt og slætt bara hevur hug at lesa og velur tað fram um okkurt annað. Center for Børnelitteratur hevur í samstarvi við bóka­ søvnini í Gentofte gjørt ein frágreiðing um kanningina. Í frágreiðingini verður dent­ ur lagdur á, hvat børn sjálvi halda hevur gjørt, at teimum dámar væl at lesa nógv, um­ framt at tað eisini verður komið inn á, hvørji úrslit kunnu spyrjast burtur úr kanningini. Hetta sigur Bókadeild Føroya Lærara­ felags á heimasíðuni hjá felagnum. Avleiðingar av kanningini Frágreiðingin mælir m.a. til: ­ eina meira miðvísa, spesialiseraða formid­ ling: bæði mótvegis heimum, har tað ikki er siðvenja at brúka bóka­ savnið og mótvegis teimum lesandi børnu­ num. ­ at geva børnum/vinfólki og foreldrum/familju størri ans sum bókmenta­ formidlarar ­ at økja fokus á týdningin av vaksnum professio­ nellum lesarum sum fyrimyndum. – Nógv annað forvitnisligt er at lesa í frágreiðingini, sum tey, ið hava hug at lesa, kunnu finna inni á heima­ síðuni hjá Center for Børne­ litteratur: www.cfb.dk undir Nyheder, sigur Bókadeildin Føroya Lærarafelags. Ætlar tú at geva einari útisetafamilju eitt kók av feskum tvøsti, skalt tú ígjøgnum eitt somikið umfatandi skrivstovuveldi, at tvøstið neyvan er feskt longur, tá tað liggur í pottinum á Oyrasundskollegi­ inum Jólasuff Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tað er onki nýtt í, at ES og danskir myndugleikar eru heimsmeistarar í bureau­ kratii. Hetta rakar eisini viðhvørt føroyingar, bæði her á landi og í Danmark. Skalt tú senda til dømis 30 pund av kjøti niður til eina føroyska familju, skalt tú fyrst býta kjøti í tríggjar partar. Síðani skalt tú pakka teir inn hvør í sær, skriva navnið á einum í húskinum hjá móttakaranum á hvønn pakka, fyri til endans at pakka allar tríggjar pakkar­ nar saman í ein stóran pakka! Soleiðis gera myndugleik­ arnir tað so hugaligt hjá gávumildum ommum og abbum, sum vilja gleða børn og ommubørn við ein­ um kjøtbita um jólini. Kinesisk eskja Sambært Heilsufrøðiligu Starvstovuni er tað ES og danska Fødevarestyrelsen, sum seta reglur fyri innflutn­ ingi av mati úr Føroyum til Danmarkar til privata nýtslu. Føroyingar hava loyvi at innflyta mat til Danmarkar, antin í viðføri ella sent við pakka, soleiðis: Í mesta lagi 5 kg pr. fólk, maturin skal verða í viðføri ella sent í pakka og maturin skal verða til egna nýtslu. Men tað er loyvt at samsenda matin so­ leiðis, at fleiri pakkar á 5 kg í einum kolli kunnu send­ ast til sama bústað. Tá skal ein váttan fylgir við send­ ingini har navn og bústaður á øllum móttakarunum stendur á. Hvør pakki er pakkaður fyri seg til hvønn persónin í sendingini og í mesta lagi 5 kg í part. Søkja her og dér Í sambandi við grind og spik eiga fólk fyrst at søkja um útflutningsloyvi frá Náttúrugripasavninum, og síðani um innflutningsloyvi frá Skov­og Naturstyrelsen. Loyvini skulu fylgja við sendingini. Tað er als ikki loyvt at innflyta føroyskar kjøtvørur til onnur ES lond enn Dan­ mark. Best er at venda sær til myndugleikan í viðkom­ andi landi, tú ætlar at hava mat við til, ella at senda mat til, og spyrja um reglur­ nar. Á heimasíðuni hjá Fødevarestyrelsen í Dan­ mark, standa reglurnar fyri innflutningi av mati úr Før­ oyum til Danmarkar ­ hygg á hesi slóðini, sigur Heilsu­ frøðiliga Starvstovan. Strævið at senda ein kjøtbita til Danmarkar Vaksin eggja børnum at lesa Les eina søgu við børnunum, og tey gerast góðir og glaðir lesarar sum vaksin Bussleið framvegis ókeypis Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti býráðið í Havn at skipanin við ókeypis busskoyring skal halda fram aftur næsta ár. Harumframt fara bussarnir at koyra 20. hvørt minutt í mun til tvær ferðir um tíman í dag. Kommunan hevur longu gjørt av at keypa fýra bussar afturat, soleiðis at túratalið verður økt til tríggjar ferðir um tíman í mun til verandi tvær ferðir. Minni útflutningur Í alt er útflutt fyri góðar 3 mia. kr. higartil í 2007, hetta er ein minking uppá 5% í mun til sama tíðarskeið í 2006. Tað er serliga alifiskur ið framhaldandi veksur nógv í mun til sama tíðarskeið 2006. Hinvegin er útflutningsvirðið av uppisjóvarfiski og øðrum vørum nógv minkað. Verða skip og aðrar vørur ikki taldar við, er útflutningsvirðið av fiskavørum minkað við 3% í mun til sama tíðarskeið 2006, sigur Hagstova Føroya.