týsdagur 18. desember 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 245 - 18. desember 2007
Kostskúlin fyri ung
við breki í Runavík
varð stongdur
fríggjadagin, og allir
næmingarnir vóru
koyrdur út eina viku
áðrenn jólafrítíðin
av røttum skuldi
byrjað. Orsøkin er,
at hálvt ára gamlir
lekar nú vóru vorðnir
so umfatandi, at
streymveitingin eisini
er rakt
SerSkúlar
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Á kostskúlanum, Rásin, í
Runavík búgva sjey ung
fólk, sum eru millum 25 og
31 ára gomul. Men fríggja
dagin vóru foreldrini ringd
upp við boðum um at taka
ímóti børnunum, tí øll
skuldu flyta út úr skúlanum,
tí húsinin vóru vandamikil
at vera í orsakað av vatn
skaðum. Húsini hava likið í
langa tíð, og nú er skaðin so
umfatandi, at streymveit
ingin er rakt.
Elenita Hansen úr Kolla
firði er mamma 27 ára
gamla Theodor Esmar. Hon
sigur, at foreldrini hava
tosað saman síðani, og tey
stúra øll fyri, hvat fer at
henda eftir jólafrítíðina. Tey
vita ikki, nær vaksnu børn
ini kunnu flyta inn aftur á
stovnin.
Vit vóru bara ringd upp
av kontaktpersónunum hjá
børnum okkara og fingu at
vit, at tey máttu sleppa
heim, tí øll máttu flyta úr
skúlanum. Vit hava ikki
tosað við leiðsluna, og vit
vita ikki, hvat hendir aftaná
jól, sigur Elenita.
Sosialurin hevur roynt at
fáa viðmerking frá leiðsluni.
Men leiðarin, Jóhan á
Plógv, ynskir ikki at út
greina støðuna.
Næmingarnir eru bara
farnir tíðliga í jólafrí, og vit
lata upp aftur í januar. Talan
er bara um ein lítlan leka,
og tað verður tikið hond um
tað, sigur leiðarin á skúlan
um.
Men foreldrini kenna seg
ikki tryggan við støðuna, tí
lekin er ikki nýggjur.
Lekar vóru áðrenn
summarfrítíðina, og eftir
summarfrítíðina var sett
undir lekarnar. Men nú eru
skaðarnir so umfatandi, at
tað er vandamikið at vera
har. Tí kann mann ivast í,
hvussu skjótt tað verður at
gera, sigur Elenita.
Tíðaravmarkað
verkætlan
Verkætlanin, Rásin, sum er
eitt skúlatilboð fyri ung við
breki varð sett í verk í 2003.
Mentamálaráðið keypti hús
í Runavík til verkætlanina.
Húsini vóru bygd um til
endamálið, og sjey næming
ar, Theodor Esmar, Elvin,
Halla,
Eyðdis,
Ruborg,
Beinta og Valdemar, byrjaðu
í skúlanum.
Talan er um eitt heildar
tilboð, sum er sett saman av
bústaði, skúla og arbeiði,
og endamálið er at menna
tey ungu til at virka sjálv
støðugt í arbeiðslívi og í
gerandisdegnum annars.
Heimasíðan hjá Menta
málaráðnum sigur, at ein
partur av undirvísingini er
undirvísing og venjing í at
búgva uttanfyri heimið –
antin í egnari íbúð ella í
sambýli við øðrum eftir at
skúlatilboðið er liðugt.
Venjing í at húsast er ein
týdningarmikil partur av
undirvísingini, tí eitt sjálv
støðugt lív er treytað av, at
næmingarnir hava kunnleika
til tey krøv, samfelagið
setur og kunnleika til rætt
indi og skyldur.
Fyri
foreldrini
hevur
hetta eisini serligan týdn
ing, tí børnini eru vaksin og
ynskja ikki at búgva heima.
Teir sjey næmingarnir fun
gera sera væl saman, og for
eldrini ynskja, at ein fel
agsloysn verður funnin til,
tá royndarætlanin endar í
summar. Men útlitini eru
ikki góð. Tey ungu trívast
við at búgva fyri seg sjálvan
og ynskja heldur ikki at
flyta aftur til foreldrini.
Lógarkrav um
bústaðarloysn
Løgtingslóg nr. 67 frá 2.
Mai 2003 sigur, at »Ráðgev
andi bólkurin skal saman
við foreldrum og øðrum
myndugleikum
fyrireika
bústaðar, frítíðar og ar
beiðstilboð til tey ungu eftir
lokið skúlaskeið.«
Foreldrini hava í skrivið
til Trivnaðartænastuna sagt
seg stúra fyri, at henda lóg
ikki verður fylgd, tí einki
verður gjørt fyri at fylgja
hesum reglum, og ógreitt er
hvør myndugleiki hevur
ábyrgd á økinum.
Tá vit vendu okkum til
Mentamálaráðið, fingu vit
boð um at venda okkum til
Almanna og Heilsumála
ráðið, sum vísti seg ikki at
kenna nakað til hetta til
boðið, siga foreldrini. Tey
hava havt samband við
Nærverk og Trivnaðartæn
astuna, men eingi útlit eru
fyri ein felags loysn.
Foreldrini hava umhugsað
at gjalda fyri eina felags
hús sjálvi, men tey hava
ikki ráð til starvsfólk, og
keypa tey sjálvi hús, kunnu
tey ikki fáa starvsfólk, sum
almennir bústovnar fáa.
Tey vilja so fegin, at
næmingarnir framhaldandi
kunnu búgva saman, tí tað
hevur víst seg at virka sera
væl. Men boðini, sum tey
hava fingið frá Trivnaðar
tænastuni
benda
á,
at
myndugleikarnir eru meira
áhugaðir í, at fáa tey býtt út
á verandi stovnar ymsa
staðni í landinum.
Lóggávan tykist ov
stirvin á økinum, tí tað
skuldi bara vera ein fyri
munur at funnið eina felags
loysn. Men nú mugu vit í
fyrstu syftu vóna, at skúlin
verður gjørdur í stand, so
vaksnu børn okkara kunnu
flyta aftur til tað, sum er
teirra heim, sigur Elenita
Hansen, foreldur.
Skúli stongdur orsakað av leka
Landsverk vil ikki við
gera hvørki støðuna á
Skúlanum á Trøðni ella
Rásini, tí stovnurin vil
ikki leggja set út í val
stríðið.
Vit vilja ikki koma
við nøkrum viðmerking
um fyrr enn eftir 19. janu
ar, sigur Oyvindur Brim
nes, stjóri á Landsverk.
Landsverk vil ikki
í valstríð
Foreldur at børnum í
Skúlanum
á
Trøðni
kærdu í gjár sína neyð
fyri Sosialinum.
Í samrøðu við Rás 2 í
dag, sigur stjórin á skúl
anum, Jan Christiansen,
at hann skilur væl, at
foreldur eru ørkymlað. Tí
skúlin er ikki í nóg góð
um standi, og arbeiðið
við svimjihylinum hevur
tikið langa tíð.
Eg havi gjørt vart við
støðuna bæði í Menta
málaráðnum
og
hjá
Landsverk, og meira enn
tað fái eg ikki gjørt, sigur
Jan Christiansen.
Hann sigur, at tað er
sera harmiligt at venj
ingarhylurin
stendur
óvirkin, tí hylurin hevur
stóran týdning fyri venj
ingina.
Men vit royna at gera
tað besta sum vit kunnu
við teim umstøðum, sum
vit hava, sigur hann.
Jan Christiansen stað
festir, at síðani skúlin var
yvirtikin frá donskum
myndugleikunum í 1988,
hevur játtanin verið ov
lítil á hvørjum árið. Men
hann hevði tó vón um, at
núverandi
landsstýris
maður fór at økja um
játtanina
komandi
ár,
men við samgonguslit
inum fór tað í vaski.
Nú fer tað so at vísa
seg, hvat komandi lands
stýrið fer at gera, sigur
stjórin á Skúlanum á
Trøðni.
Stjóri gevur
foreldrum rætt
Illveður í Íslandi
Veðrið hevur verið stak ólagaligt í Íslandi í
seinastuni og serstakliga har vesturi í
landinum. Eitt lágtrýst fyri og annað eftir eru
farin norður ígjøgnum Grønlandsfjørðin, og
tey hava elvt til nógvan vind á Vestur
landinum við vindferð upp í einar 50 metrar
um sekundið. Í gjárkvøldið í nátt var aftur
illveður við nógvum vindi eystaneftir og
regni. Tað vánaliga veðrið hevur órógvað
samferðsluna á landi, á sjógvi og í luftini.
Løkir nýggja heimasíðu
Framtaksfelagið Løkir, sum hevur gjørt fleiri stórar íløgur í seinastuni,
hevur nú fingið nýggja heimasíðu. P/f Løkir er framtaksfelagið, sum P/f
Tjaldur, P/f Krúnborg og P/f Føroya Banki stovnaðu í 2006, skrivar
foroya.fo. Felagið hevur til endamáls at gera íløgur í fyritøkur við
vakstrarmøguleikum. Seinasta stóra íløgan hjá felagnum var í Statoil
Føroyar, sum Løkir gjørdi saman við øðrum føroyskum vinnufyritøkum.
Løkir gjørdi eisini í januar í ár íløgu í Farodane, sum síðan er lagt
saman við ComData og Reproz í samtakið NEMA. Nevndarformaður í
Løkir er Petur Háberg Jacobsen. Hinir nevndarlimirnir eru Líggjas í Bø
og Bergur Poulsen. Líggjas í Bø er eisini stjóri.
- Vit vita ikki,
nær børn
okkara sleppa
inn aftur á
kostskúlan, har
tey búgva og
trívast sigur
Elenita Hansen,
mamma 27
ára gamla
Theodor Esmar.
Hann er saman
við hinum
næmingunum
á Rásini í
Runavík
sendur heim
til foreldrini, tí
skúlin lekur so
illa, at støðan er
vandamikil fyri
búfólki