týsdagur 18. desember 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Løgtingsvalið 19. januar 2008
viðmerkingar
Nr. 245 - 18. desember 2007
33
Vágsbygd má sigast at
vera frammaliga, tá ið
tað kemur til nýhugsan
og íverksetan av nýggj
um innovativum fyri
tøkum. Her hugsi eg
serliga um teir slóð
brótandi trollemmarnar
og orkusparandi skips
skrúvuna hjá Helga
Larsen og nú umhvørvis
vinarliga skiljimaskinuna
hjá Kaj Joensen, ið skilir
oljuna frá vatninum í
kjølinum á skipnum og
harvið forðar oljuni at
fara í havið.
Hesi tøkniligu fram
brotini eru ikki bert kær
komin her hjá okkum og
kunnu geva arbeiði til
nógvar hendur, hetta er
tøkni, sum kann seta
Føroyar á heimskortið á
umhvørvisøkinum, og
tískil eigur tílík slóð
brótandi nýhugsan at fáa
bestu vælvild frá
politisku skipanini.
Íverksetan
Tað verður ført fram dag
liga, at vit mugu stuðla
íverksetarum, tí tað er
neyðugt við nýggjum
innovativum fyritøkum,
ið kunnu økja um før
oyska búskapin. Íverkset
an er ein long og drúgv
tilgongd, líka frá fyrsta
hugskotið, til byrjan
arkapital og marknaðar
føring. Tað er oftani byrj
anin, ið er sera trupul,
tað tekur tíð hjá marknað
inum at taka ímóti nýggj
ari tøkni og nýggjari
vinnu, og bankarnir
standa og bíða eftir, at
peningurin kemur aftur í
kassan. Landið eigur
tískil at føra ein virknan
íverksetarapolitikk, sum
kann slóða fyri innova
tión. Ein møguleiki er at
geva íverksetarum ein
árligan skattafrádrátt
uppá 75100.000 tey
fyrstu 23 árini. Eitt
skipað samstarv við
Samvit eigur at fáast í
lag, soleiðis at íverkset
arar kunnu fáa ta neyð
ugu ráðgevingina. Tað
eru tó lunnar lagdir undir
eina skilagóða
íverksetaramentan við
eitt nú íverksetarahúsi
num í Klaksvík og Ungt
Virki, ið er eitt fak í
Handilsskúlanum, har
næmingarnir fáa frálæru
í íverksetan. Men tað er
langt á mál, tí eyðsæð
er, at nógv góð hugskot
standa, tí kapitalurin
ikki er til staðar, og
eingin kærkomin hjálp
til marknaðarføring og
ráðgeving, ið er alneyðug
í dag.
Vágbingar hava víst í
verki, at teir ikki eru fyri
einki, men hava viljan og
hugskotini til at stovnseta
nýggjar vinnur, og landið
eigur at stuðla tílíkum
tøkniligum frambrotum,
sum bæði kunnu vera við
til at stuðla vinnulívinum
í oynni umframt, at hesar
vinnur kunnu vera við til
at seta Føroyar á heims
kortið á umhvørvis
politiska økinum.
Føroyskur
umhvørvispolitkkur á
heimskortið
Nú Føroyar eru við í
Kyoto, og kjakið gongur
um niðurskurðin av CO2
utlátinum, kunnu vit við
tøknini hjá vábingum
vera við til at gera niður
skurð í CO2 útlátinum í
øllum heiminum. Tað er
ein sannroynd, at skipa
flotin er sera dálkandi
við CO2 útlátið, og tískil
skal nýggj tøkni til fyri
at minka um CO 2
útlátið. Heimsins lond
hava trupulleikar av CO2
dálkingini, ið stendst av
m.a. skipaflotanum, og
tískil eiga vit at seta inn
her. Taka vit trollemm
arnar og skrúvuna hjá
vábingum so spara hesi
bæði 1520% hvørt av
CO 2 útlátinum. Við hesi
tøknuligu útgerð kunnu
vit gerast slóðbrótarar á
umhvørvisøkinum, um
vit bera okkum rætt at.
Skiljimaskinan hjá Kaj
Joensen, ið forðar oljuni
í kjølinum at fara í havið
eigur somluleiðis at fáa
størstu politisku vælvild.
Um ein tílík maskina
kann setast í framleiðslu,
kann tað hava við sær
nógv arbeiðspláss í
oynni, umframt at hetta
er við í tí samlaða um
hvørvispakkanum hjá
føroyingum.
Íverksetan, vinnan
og umhvørvið
hond í hond
Valevni Fólkaflokksins
AnnikA
Olsen
Val
Ja so endaði tað við, at
Hans Blaasvær bleiv val
evni hjá Sjalvsstýrisflokk
inum og hevur brúkt hasar
óseriøsu undirskriftirnar
ímóti Sandoyartunnlinum
til valagn, væl hjálptur av
Rás 2, sum bara hevur
tosað Blaasvær og øðrum
til fyrimuns.
Hvat siga tit, sum hava
skrivað undir hasa val
propaganduna hjá Blaa
svær. Hann hevur hildið
nógvar føroyingar fyri
gjøldur, brúkt fólk á ein
snildan hátt sum valagn.
Á einum lista, sum fólk
vilja øvunda suðurøkinum
eina góða samferðslu.
Hvør hevur skrivað
undir, jú nógv nøvn ganga
aftur, og summi snýta og
skriva onnur á listan, sum
einki vita um tað. Summi
skriva annonymt.
Um tín hugsjón í poli
tikki er at steðga útvikling
inum á samferðsluøkinum,
so er tað til lítlan sóma fyri
samfelagið.
Tú kundi kanska lisið
meiningina hjá Zacharis
Vang um at menna suður
økið. HestSandoySkúvoy
og Suðuroy.
Jú annars má eg siga, at
tú er farin í rættan flokk, tí
Sjálvsstýrisflokkurin hevur
speciali í at forfylgja
Sandoynni.
Annars er mín erliga
meining tann, at teir sum
vildu hava Sandoya
rtunnilin aftur í nevnd,
vóru somu ljósasløkkjarir
sum Kári P. Højgaard, tí
tað hevði verið tann reina
sabotasja av málinum, men
tíbetur fekk tað “9”
atkvøður og varð felt.
Men gott er, Sandoyar
tunnilin er samtyktur.
Men eftir kommandi val
er eingin ivi í míni sál, um
Sandoyggin einki umboð
eigur á tingi, kunnu vit
vinka farvæl til suðurøkið.
Tí biði eg um tína
stemmu fyri at verja borg.
Argument hjá teimum,
sum vildu eitt valdømi var
at beina fyri lokalpolitikki,
men hygg eftir hesum
fólkum, tey tosa meira
lokalt enn nakrantíð.
Blaasvær og valpropaganda
løgtingsmaður
GerhArd
lOGnberGA
Val
Tað er nógv fyri at lesa
greinina hjá H.P Strøm,
har hann mest sum bara
viðger Sambandsflokkin
og okkara støðutakan til
tað vitloysið, sum var við
at kvala alt vit og skil, tí
ávísar fraktiónir av Javnað
arflokkinum (John og
Vilhelm), Fólkaflokkinum
(Anfinn) og okkara egna
flokki (Alfred) av sínum
eintingum og í reinum
valrúsi og í vónini at fiska
sær nakrar eyka atkvøður,
løgdu uppskot fram aftan
fyri ryggin á samgonguni
Tá løgmaður ikki var
førur fyri at stýra sam
gongumonnum, hvørki
sínum egnu ei heldur rest
ini av uppskotsstillarunum
og tryggja, at ikki onnur
vitleys uppskot og broyting
aruppskot fóru at koma
millum 2. og 3. viðgerð av
fíggjarlógini, avgjørdi
Sambandsflokkurin, sum
tann ábyrgdarfulli flokkur
vit eru, at siga, nú má
steðgast og heldur vaska
talvuna reina og so byrja
aftur eftir eitt val.
Tað ,at næstu fjúrtan
dagarnar ivaleyst vildi
blivið til eitt slaraffenland
fyri ávísar tingmenn, vildi
verið púra ábyrgdarleyst og
at slept landskassanum á
bláman við fíggjarnevndar
formanninum á odda.
Nei, Hans Pauli, so gott
spælir klaverið ikki,
kanska fyri javnaðarmenn
og fólkafloksmenn, men
ikki fyri okkum sambands
fólk, vit hava nevniliga
bæði dirvi at gera neyðug
og góð átøk fyri samfelag
ið, og tað hava vit eisini
víst hesi 4 árini í sam
gongu við tykkum, men vit
hava sanniliga eisini dirvi
at siga, nú er nokk, og tað
gjørdu vit seinasta hósdag .
Tað var gott fyri Føroyar,
at vit tóku hesa avgerð og
gott fyri politisku skipan
ina, men kanska ikki so
heppið fyri onkran annan.
Tey mál, sum Hans Pauli
nevnir í grein síni, hava
onga neyð, hvørki málini
um stakar uppihaldarar,
sinnisveikaheim í Vági og
Havn, bústaðarpakkin,
leigulógina, psykriatri
lógina sum hevur verið í
gildi síðan 1938 , o.s.fr.
Sambandsflokkurin vil
tryggja eftir komandi val,
at hesi verða løgd fram
aftur, tað kann H.P Strøm
verða púra vísur í.
Legg beiskleikan á
hillina, Hans Pauli, og
hygg frameftir, tí beisk
leikin terir ongan annan
enn teg sjálvan innanífrá.
Sambandsflokkurin hevur ongantíð verið
ábyrgdarleysur, harra Hans Pauli Strøm
løgtingsmaður
JOhAn
dAhl
Val
Eitt av hjartamálunum hjá
Sambandsflokkinum er at
raðfesta eldraøkið høgt. Vit
vilja virka fyri framhalda
ndi menning og útbygging
av heimarøktini, so at tit
sum eru blivin eldri kunnu
vera longst møguligt heima
hjá tykkum sjálvum. Tað
vera tó altíð nøkur sum
ikki kunnu vera heima, og
tí má skipast soleiðis fyri
at hildið verður fram við
útbyggingum á eldraøki
num, tað veri seg at byggja
ellis og røktarheim, sam
býli og íbúðir hóskandi
serliga til eldri fólk.
Sambandsflokkurin
hevur eisini sum mál, at
veita tykkum, sum hava
hug og kreftir til tess,
møguleika at velja, um tit
vilja halda á fram at
arbeiða eftir at tit hava
rokkið pensjónsaldur.
Persónligt frælsi merkir
fyri Sambandsflokkin
eisini frælsi hjá tí einstaka
sjálvur at velja, hvussu
leingi ein vil vera á
arbeiðsmarknaðinum, av
teirri orsøk vil hetta
framhaldandi vera eitt av
hjartamálunum hjá okkum.
Í tí støðu vit eru í nú við
manglandi arbeiðsmegi,
hevði tað verið upplagt at
fólk í pensjónsaldri, sum
hava orku til tess, fáa
møguleika at arbeiða
longur og harvið vera við
til at loysa trupulleikan
hesum viðvíkjandi.
Ynskiligt hevði verið um
hettar ikki ávirkaði
pensjónina, soleiðis at tit
ikki mistu viðbótina við at
vera verandi á arbeiðs
marknaðinum. Tað hevði
gjørt tað meira hugaligt hjá
tykkum framhaldandi at
vera í vinnu. Tað er eitt
hjartamál at hyggja nærri
upp á hesi viðurskifti.
Tað er sera týdningar
mikið at eldraøkið verður
raðfest høgt, tí tað eru tit
sum hava syrgt fyri at
samfelagshjólini hava
malið, soleiðis at Føroyar í
dag eru eitt vælferðarsam
felag, sum vit mugu gera
alt fyri at varðveita. Tað
gera vit best við at velja
ein sterkan Sambandsflokk
inn á ting. Tá verður
tryggleiki, framburður og
vælferðin hjá tí einstaka
sett í hásæti.
Eldraøkið
Sambandsflokkurin
edvA
JAcObsen
Val