týsdagur 18. desember 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Løgtingsvalið 19. januar 2008
(Tíverri var skeiv mynd í
blaðnum í gjár, tí prenta
vit greinina um, orsakið
mistakið)
Fiska vestan fyri Uperna
vik, onki skip innan fyri
200 fj. Eitt karr av útnyrð
ingi, kavar av møkum.
Myrkt er næstan alt døgn
ið. Um miðdagsleitið
hómast ein grái á luftini.
Ísfjøllini eru nógv. Tríggir
sterkir ísljóskastarar lýsa
frameftir, so farðleiðin er
trygg. Havhestar í hópatali
kappast um, at sleppa at
sita í ljósstrálunum. Nakrir
sita stillir og njóta ljósið,
meðan aðrir brótast um
plássini. Minnir meg ikki
sørt um politiska vígvøllin,
nú tað stundar til val.
Eitt valdømi, ein modern
isering av demokratinum.
Velja tað tú vil –
landspolitikkur.
Bardagin um at sita í tí
politisku ljósstrálini er
øgiligur. Ja til eitt, kortanei
til eitt annað. Eftir situr so
veljarin, hvat skal eg velja,
hvør ræður í mínum flokki.
Fyri okkum í Sandoynni
má støðan vera púra greið.
Floksleiðslan má alment
koma fram og siga okkum,
hvat tín flokkur stendur
fyri, aftan á valið. Tað er
ikki spurningurin hvør
myndar flokkin.
Mótsatt kann tín stemma
vera við til at flyta oynna
niður í 3. deild.
Havhestarnir vita av
góðum grundum ikki, hvat
demokrati er – vita vit tað.
Enn sita nakrir av gomlu
havhestunum í ljósstrálini.
Nakrir eru farnir, men
nýggir eru komnir í staðin.
Summir hava brotið seg
fram at, aðrir komnir úr
myrkrinum.
Sambandsflokkurin
Linjohn
Chrisitansen
Val
Norðan úr myrkrinum…
Nr. 245 - 18. desember 2007
viðmerkingar
Tað var eingin ivi í
Vága Sambandsfelagi
um at stilla ting
mannin Marjus Dam.
Spurningurin var
bert um hann skuldi
vera einsamallur, ella
um eitt valevni aftrat
skuldi upp á listan
LøgtingsvaL
Snorri Brend
Vágar: Í farnu viku var
avgjørt at tvey valevni eru
á sambandslistanum –
verandi tingmaður og Eivin
Jacobsen úr Sørvági.
Undan fundinum var eitt
tilmæli komið frá lands
nevndini í flokkinum um at
rættast var at stilla í mesta
lagi tvey valevni upp í
Vágum. Hesum tilmæli tók
fundarfólkið eisini undir við.
Spurningurin á fundinum
var tó, hvørt ein skuldi
síggja burtur frá teimum
atkvøðunum sum tann
alment kenda forkvinnan í
Kommunufelagnum og
borgarstjórin í Sandavági,
Rósa Samuelsen møguliga
kundi fáa til eitt løgtingsval.
Á fundinum boðaði Rósa
frá, at hon sjálv kundi
loysa henda trupulleikan, tí
møguleiki hjá henni var at
fara upp á listan í Suður
streymoy, haðani hon er
ættað.
Fundarfólkið var samt
um, at tað var ein sjálv
fylgja at verandi tingmað
ur, Marjus Dam skuldi
stillast upp. Síðani var
atkvøðugreiðsla um, hvat
hitt valevnið skuldi vera.
Og her fekk Eivin 10
atkvøður, Rósa 7 og
Gunnar 1.
Eg vil bara siga, at her
var eingin ósemja á fundi
num, og alt fór fram í sátt
og semju. Men tá tað síð
ani verður skotið okkum í
skógvarnar, at vit ikki
skoyttu um Rósu, so er
hetta púra burturvið.
Tann stóri trupulleikin í
øllum hesum er eina
valdømið. Semja var
gott nokk um hetta á
løgtingi, men hvørji
kriteri’ir flokkarnir
skulu stilla upp eftir og
hvussu hetta skuldi
skipast í praksis úti í
teimum lokalu feløgu
num, tað var ikki sagt
við einum einasta orði,
sigur Eivin Jacobsen í
stuttari viðmerking. Eitt
dømi um hetta ráðaloys
ið er spurningurin, um
ein tingmaður er frið
halgaður soleiðis, at
hann altíð er vísur í at
koma uppá ein lista.
Hann óttast fyri at
týdningurin av teimum
lokalu feløgunum so
líðandi fer at minka
burtur í einki, nú alt
snýr seg um eitt
valdømi.
At flokkurin hevur
valt at stilla upp eitt val
evni í Sørvági er eisini
ein taktiskt avgerð. Tað
er jú hiðani at formaður
fólkafloksins, Jørgin
Niclasen er uppstillaður.
Við fólkatingsvalið
seinasta fekk Marjus
Dam 126 atkvøður,
Rósa Samuelsen 102 og
Eivin Jacobsen 96.
So her var rættiliga
tætt okkara millum,
sigur Eivin, ið sat sum
borgarstjóri í Sørvági
frá 2000 til 2004.
Eingin ósemja í Vágum
- Vit eru samd í Vága
Sambandsfelag, sigur
Eivin Jacobsen, sum er
eitt av valevnunum til
løgtingsvalið
POLitiKKUR
Eirikur LIndenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sambandsflokkurin hevur sum fyrsti flokkur almanna
kunngjørt valevnislistan til løgtingsvalið. Á listanum
eru níggju kvinnur og 23 mans, tilsaman 32 valevni
kring landið.
Fimm av teimum sjey fólkunum, sum vórðu vald á
ting seinast fyri Sambandsflokkin, stilla uppaftur.
Bárður Nielsen fór fyrr í ár úr politikki, og Lisbeth L.
Petersen hevur boðað frá, at hon gevst í politikki.
Bárður Nielsen varð valdur á ting í 2002 og aftur í
2004. Lisbeth L. Petersen varð fyrstu ferð vald á ting
í 1990 og hevur sitið síðani.
Annars eru allr seks sitandi tingmenninir hjá
flokkinum á listanum. Olav Enomoto í Vestmanna
situr á tingi fyri Bárð Nielsen.
Báðir landsstýrismenninir, Bjørn Kalsø og Magni
Laksafoss stilla eisini upp. Báðir stillaðu upp seianst í
Norðoya valdømi, men hvørgin varð valdur. Bjørn
Kalsø fekk 192 atkvøður og Magni Laksáfoss fekk 80.
Sambandsflokkurin
Listin hjá Sambandsflokkinum sær soleiðis
út:
Helgi Abrahamsen, floksskrivari, Strendur
Svenning Borg, sjómaður, Vágur
Annfinn Brekkstein, vinnurekandi, Velbastaður
Johan Dahl, løgtingsmaður, Vágur
Marjus Dam, løgtingsmaður, Miðvágur
Jóhan Petur Davidsen, lækni, Argir
Olav Enomoto, løgtingsmaður, Vestmanna
Hans Albert Hansen, íløguráðgevi, Hoyvík
Maibrith Hansen, bankakvinna, Kollafjørður
Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Leiðsluskrivari,
Saltangará
Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri, Leirvík
Edva Jacobsen, bankakvinna, Fuglafjørður
Eivin Jacobsen, brand og arbeiðsformaður, Sørvágur
John Kári Jacobsen, skipari, Hvannasund
MajBritt Jacobsen, lesandi, Kollafjørður
Edmund Joensen, løgtingsmaður, Oyrarbakki
Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, Tórshavn
Atli Fróði Johansen, lærari, Glyvrar
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Klaksvík
Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, Streymnes
Høgni Mikkelsen, býráðslimur, Hoyvík
Jóna Mortensen, bankakvinna, Tórshavn
Ingvør Nolsøe, stjóri, Tórshavn
Reidar Nónfjall, stjóri, Tórshavn
Alfred Olsen, løgtingsmaður, Saltnes
Svenn Ó. Olsen, framleiðsluleiðari, Syðrugøta
Marjun Olsen, sjúkrahjálpari, Tvøroyri
Georg L. Petersen, journalistur, Tórshavn
Joen Peter Petersen, kokkur, Skálavík
Rósa Samuelsen, borgarstjóri, Sandavágur
Bjarti Thomsen, granskari, Nólsoy
Jaspur Vang, løgreglumaður, Tvøroyri
9 kvinnur og 23
mans vilja umboða
Sambandsflokkin
Hann átti at vitað betur,
veit hann ikki tað, so eru
bæði hann og kanska onnur
við honum á skeivari leið.
Harmiligt er, at so dugna
ligur maður, sum Bjarni
Askam Bjarnason er, skal
koma sær sjálvum út í nak
að so tápuligt, sum at
undirskriva mótmæli, sum
eitt lítið egoistiskt panel av
50 túsund íbúgvum, loysir
úr lagdi.
At fáa eitt starv, hevur
ábyrgd við sær, og ofta
“hægri” – ella betri lønt –
fylgja størri ábyrgdir, ikki
bert skrivaðar men eisini
sjálvsagdar, tí er tað ov lætt
at fara um hetta, at val
feløgini í Norðoyggjum
ikki virða grundlógartryggj
að rættindi hjá borgara.
Tá ein verður settur í starv,
verða gjørdar fastar avtalur
um møtiskyldu, ikki at koma
fullur til arbeiðis, tagnar
skylda etc. Samstundis eru
avtalur, sum ikki verða festar
á blað men so sjálvsagdar, at
tann ið fær starvið, heilt
nátúrliga veit tað.
Starv og ábyrgd
Eg haldi tað var Fríðrikur
kongur áttandi, sum eina
ferð sendi boð eftir ein av
sínum konstaplum. Hesin
møtti upp í vanligum
klæðum og ikki í uniformi.
Kongurin gjørdist ikki
sørt illur og helt fyri
“Hvussu ber tað til, at tú
ikki ert í uniformi, tá eg
kalli teg til samrøðu”?
Hesin svaraði, at hann helt
ikki, tað nú var so umráð
andi, tí fundurin var so
óformligur.
Tá segði kongurin við
hann: “Ungi maður, minst
til eitt, tú hevur valt hetta
starvið, og við hesum
fylgja nakrar ábyrgdir, sum
tú skalt halda. Tú ynskti
hetta starvið, meðan eg
hinvegin eri føddur til tað.
Gloym hetta ongantíð”!
Grundlógin okkara
rættur
Sjálvsagt eigur Bjarni síni
grundlógartryggjaðu rætt
indi, sum eingin kann taka
frá honum, men tá hann
hevur tikið við hesum
starvi, sum var frívilugt,
eigur hann at gera sær klár,
at nú er heilt nátúrliga ikki
alt frívilugt longur. Tað
veit hann eisini sjálvur nú
aftaná, og nýtist ikki at
verja seg við synunum,
útbúgvingarleguni í Føroy
um og og koma við so
bíligum argumentum sum,
at vit onnur ikki geva
honum møguleika grund
lógartryggjaðu rættindi!
Vit ynskja øll eitt gott
heilsuverk eitt vala skúla
verk, men tað verður ikki
bert gjørt við meiri pen
ingi, men heilt øðrum átøk
um, við størri produktivari
ferð og at hesi, sum hava
útbúgvi seg, og sum tí eru
til stórt gagn fyri okkum,
eiga sjálvi at leggja størri
orku í at eftirútbúgva seg,
eisini fyri egnu skuld, so
tey standa aftanfyri arbeið
ið við styrki og sannføring.
Á skeivari leið
Spurningurin, sum eg nú
siti eftir við, er: “Hevði
hann so eisini verið ímóti
Vága og Norðoyatunli
num, um so er, at vit fara
aftur í átta og níti árini”.
So segði stóri statsmað
urin, Thorvald Stoltenberg,
á einum fundi eg var á um
danska høvuðsstaðarøkið:
“Da et projekt ser dagens
lys, er ofte få med og
mange imod. Men da et
godt resultat foreligger, er
alle med og alle har altid
været med”!
Nei, tunilsformaðurin er
veruliga á tunnum ísi, veit
hann ikki tað, so er hann
og kanska fleiri við honum
á skeivari leið.
Tunilsformaður
á tunnum ísi
jógvan við
KeLdu
33