týsdagur 18. desember 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 18. desember 2007
15
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Jarðarferð
Marjun Lamain
fødd Niclasen
fer til gravar úr Havnar Kirkju mikudagin tann
19. desember kl. 13.00
Familjurnnar vegna
Jona, Zacharias, Turid og Randi
Við hesum fáu orðum vil eg royna at
lýsa seinastu tíðina, ið eg upplivdi
saman við pápa mínum. Tað eru
longu 4 mánaðir síðani pabba dróg
andan fyri seinastu ferð. Tung var
løtan, ímeðan vit sótu hjá honum
seinastu dagarnar í lívi hansara. Men
tað er eisini tungt at siga, at lættin
var, hóast alt, eisini stórur, tá pabba
doyði, tí hann hevði sanniliga havt
eitt satt stríð seinasta árið, ið hann
livdi.
Tað var við stórari sorg, at eg mót
tók boðini um, at pabba hevði fingið
deyðiligu sjúkuna heilakrabbi. Ong
in vón var fyri at fáa hann frískan
aftur. Spakuliga gekk við viðgerð, ið
skuldi leingja pabbasa lív. Hóast
vónin var lítil um, at pabba fór at
gerðast frískur aftur, livdi hann sína
seinastu tíð, sum um onki var galið.
Hann var, sum altíð, raskur og glaður,
og var altíð klárur at hjálpa, har hann
kundi. Men hann varð skjótt merktur
av sjúkuni, gloymdi illa orð og ting.
Tá beinini fóru at bila, og hann ikki
kundi ganga meira, fekk hann tíðina
at ganga við at lurta eftir søgum,
hyggja at fótbólti og øðrum. Honum
dámdi væl at fáa vitjan, og komu
nógv fólk á gátt hjá pabba og
mammu, ímeðan hann var sjúkur.
Hann hevði altíð eitt gott mót og
royndi at venja, soleiðis at kroppurin
ikki stívnaði.
Hóast hetta so endaði tað við, at
pabba legðist í songina, lammaður
og kundi ikki tosa. Men skilið misti
hann ongantíð, so hann visti, hvønn
veg tað bar. Tað er við tungum lyndi,
at eg hugsi aftur á tað tíðina. Eg
royndi at vitja hann so ofta, tað bar
til, og tað eri eg sera takksom fyri, at
eg gjørdi. Seinastu ferðina eg vitjaði
hann, var hann uttan vit, og eg sat hjá
honum, saman við mammu og systr
unum, inntil hann dróg tann seinasta
andan. Tað var sera tungt, men hóast
alt so var hatta onki lív, ið ein kundi
bjóðað nøkrum menniskja. At ein
maður, sum alt sítt lív hevur verið so
ótrúliga raskur til arbeiði, skuldi
enda sínar dagar soleiðis, er heilt
ófatiligt, ja óveruligt.
Børnini sakna abban. Tey vitjaðu
hann ofta, ímeðan hann var sjúkur,
og hart var hjá teimum at siga honum
farval. Tey tosa ofta um hann. Pabba
dámdi sera væl at vitja okkum her á
Sandi, og vóru mamma og pabba
ofta her, áðrenn pabba varð vorðin
sjúkur. Minnini eftir abban eru nógv
og góð. Tey minnast aftur á, tá abbin
var og vitjaði okkum í slakti, tað var
altíð so hugnaligt. Tað var næstan
hátíðardagur, tá tey komu at vitja.
Nú jólini eru í hondum, fara tankar
nar ofta til pabba, tey spyrja nógv til
hann og halda, at tað er keðiligt hjá
ommuni, at hon skal halda jól uttan
abban.
Við hesum fátøku orðum vil eg
minnast pabba, sum hann var: ein
góður pápi fyri meg og ein sera góður
abbi fyri børn míni. Og vit sakna
hann øll. Tómrúmið eftir hann fer
altíð at verða her. Men vit ugga okk
um við, at pabba hevur fingið frið og
er komin til eitt betri stað, har hann
er saman við Harranum í Himlinum.
Og eg vóni, at mamma og systkyn
míni eisini fáa troyst í hesum.
Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái,
ríka troyst til stirda sál og ond!
Hví nú stúra? Lít á Harrans náði,
alt jú hvílir í Guðs Faðirs hond.
Hann, sum alt mítt ber í faðirbarmi,
hvønn ein dag á fold mær senda vil
partin mín av frøi og av harmi,
sum eg júst man treingja til.
Anja
Minningarorð um pápa mín
Páll Sandá, Vágur
Føddur 11. desember 1941- deyður 12. august 2007
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at góða mamma, vermamma, omma, langomma
og systir okkara
Borghild Signy Eliasen
Fuglafjørður
andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin
16. des. 83 ára gomul.
Bønarhald verður í kapellinum mikudagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Siloa hósdagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Arnfríð, Marita, Mona, Birita og Ólavur
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
Ragnhild Poulsen
Skipanes
ættað av Glyvrum
andaðist mánadagin 17. des.
Kistan fer úr heiminum hjá dóttrini í Fuglafirði
mikukvøldið kl. 19.00 í Glyvra kirkju.
Jarðarferðin verður hósdagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Dánial og Kára
Dagurin
19. desember. Nemesius, deyður umleið ár 250. Um
halga mannin Nemesius sigur halgisøgan, at hann
einaferð varð lagdur undir stuldur. Men tá ið hann kundi
prógva, at hann var ósekur, varð hann ákærdur fyri at
vera kristin og tikin av døgum
Frá 1. januar til 31. mars
2008 røkir Theodor E. D.
Olsen starvið sum sóknar
prestur í Norðstreymoyar
prestagjaldi við sæti í Kví
vík. Hann avloysir Marjuna
Bæk, sum fer í lestrarfarloyvi
hesa tíðina.
Theodor, sum er úr Hoy
vík, er gudfrøðingur frá uni
versitetinum í Keypmanna
havn og hevur gingið á
pastoralseminarium í heyst.
Hann verður prestvígdur
og innsettur í Kvívíkar
kirkju sunnudagin 6. januar.
Theodor Olsen prestur í Kvívík
Theodor E. D. Olsen avloysir
Marjuna Bæk, sum fer í
lestrarfarloyvi