týsdagur 18. desember 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 245 - 18. desember 2007
Seinasta sunnudag varð
kendi havnarmaðurin, Eli
eser Arge, borðin út úr
Ebenezer í Havn, 82 ára
gamal.
Essa var merkismaður
burturav. Best kendur sum
dugnaligur skurðlækni á
Landssjúkrahúsinum
í
mong ár. Eisini var hann
kommunu og landspol
itikari, umframt fleiri álit
isstørv sum hann røkti.
Í hesum fáu minningar
orðum, minnast vit hann
sum ein hollan vin Ísraels.
Essa var formaður í felag
okkara, Vinir Ísraels í
Føroyum, í 6 ár.
Sum tann heiðursmaður
hann var, røkti hann hetta
starv til lítar, og gjørdi
mong góð og mennandi
átøk fyri hetta lítla landið,
Ísrael, sum hann var so
góður við.
Sum flest øll vita, so
hevur Ísrael allar tíðir ver
ið noytt at berjast fyri lív
inum. Landið hevur fingið
mangar snuddir, men við
góðari hjálp frá Gudi og
góðum fólki, so er Ísrael á
lívi dagin í dag.
Sum lækni, so var høv
uðsuppgávan hjá Essa at
hjálpa fólki, sum vóru í
neyð av sjúku ella skaða, og
her skaraði Essa fram úr.
Kanska var tað hesi
íbornu evni og ynski, at
hjálpa, sum eisini komu
Ísrael til góðar.
Essa gekk persónliga
millum fólk og fyritøkur og
savnaði inn fíggjarligan
stuðul til frama fyri Ísrael,
og tað var ikki smápeningur
sum hann megnaði at lívga
við, har tørvurin var stórur.
Saman við Essa, í verk
inum til frama fyri Ísrael,
stóð kona hansara Lydia.
Vit hava stóra samkenslu
við Lydiu, Honnu, Sigrid
og teirra kæru, og ynskja
at Gud Ísraels og okkara
troystar tey, sum bert
Hann er førur fyri.
Við hesum ynskja vit at
lýsa frið yvir minnið um
holla vin Ísraels, Elieser
Arge.
Felagið, Vinir Ísraels í
Føroyum
Essa, ein vinur
Ísraels farin
Tung og óverulig vóru boðini, sum
komu, at Eirikur var deyður, einans
58 ára gamal. Eirikur var sonur Lisu
og Valdemar Dam úr Kvívík. Valde
mar var frá Norðskála og Lisa er úr
Kvívík. Tey fingu átta børn. Eirikur
traðkaði sínar barnaskógvar í heim
bygdini. Hann giftist til Streymnesar
við Rannvá. Tey fingu fýra synir.
Í sínum ungu árum var Eirikur til
skips bæði við føroyskum og norsk
um skipum. Hann gavst við sjólívin
um og fór at arbeiða á landi. Tey sein
astu árini fór heilsan at bila, og mátti
hann tí gevast í føstum arbeiði.
Eirikur var virkin í politikki. Hann
var uppstillaður fyri Sambandsflokkin
og sat eitt tíðarskeið sum varamaður
á tingi. Hann sat eisini í Hvalvíkar
bygdarráði.
Eirikur var góður at heita á. Var
altíð til dystin fús, tá ið á stóð. Á
flaggdegnum og bygdastevnum var
hann vanur at halda røðu. Røðurnar
hjá honum vóru altíð væl úr hondum
greiddar. Fólk fóru altíð ríkari heim,
tá ið røðan var liðug. Til sjónleik
skaraði hann framúr, og mong eru
tey, sum stuttleikaðu sær óført, tá ið
Eirikur var á pallinum.
Eirikur bleiv rættiliga sjúkur fyri
uml. einum ári síðani. Eg og konan
vóru og vitjaðu hann á Landssjúkra
húsinum. Tað var tann sami Eirikur.
Byrjaði at skemta beinanvegin og
práta um gamlar dagar. Men álvar
semi kom eisini fram, tá ið hann
greiddi frá, at hann skuldi niður á
Ríkissjúkrahúsið. Alt gekk væl, hann
kom fyri seg aftur. Tá eg tosaði við
hann seinni, lat hann væl at, men
hann orkaði lítið, og legði so afturat:
»Eg skal ikki klaga, eg eri frammi
hvønn dag«. Tá ið eg kom norður at
vitja, var altíð farið út á ruskplássið
at vitja, tí har arbeiddi Eirikur nakrar
tímar tveir dagar um vikuna. Hann
visti altíð okkurt at práta um, ja fólk
ini vóru mong, ið løgdu leiðina út á
bryggjuna, ikki minst fyri at hitta
Eirik.
Saknurin er stórur, ikki einans hjá
mær, men so sanniliga hjá øllum
bygdafólkinum. Øll sakna Eirik, tí
hann var ein sonn bygdamynd.
Tíðliga ein morgunin fyrst í desem
ber fór eg ein túr eftir Oyrini. Eg
mátti steðga á eina løtu, alt var so
kvirt, øll ljósini í bygdini speglaðust í
ánni, víkin var so spegilsblonk, einans
Halá hoyrdist í kvirruni. Eg hugdi
niðan á heimið hjá Eiriki, tað var so
óveruligt, at hann ikki var millum
okkum longur. Tá komu mong góð
minni fram fyri meg, um tær mongu
hugnaligu løtur, vit høvdu saman, tær
løtur takki eg tær fyri.
Eirikur gleddist um tær sonarkonur,
hann hevði fingið, men ikki minst
gleddist hann um abbabørnini, ið nú
vóru komin. Árini, ið hann fekk
saman við teimum, vóru alt ov fá. Tit
hava mist ein góðan verfaðir og abba.
Tann kærleika, ið hann gav tykkum,
ja, tað veit eingin betur enn tit!
Góða Rannvá, Kristian, Valdemar,
Jóhan og Høgni. Saknurin hjá tykk
um er svárur, tit hava mist ein góðan
mann og pápa. Hann gav tykkum ta
umsorgan og allan tann kærleika, ið
hugsast kann.
At Eirikur var væl kendur og væl
lýddur av øllum, vísti tann stóri
skari, ið fylgdi honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Fallið ei í fátt, men haldið á.
Harrin styrki tykkum á leiðini.
Hvíl í friði.
J.
Minningarorð
um Eirik Dam
f. 1. sept. 1948 - d. 28. aug. 2007
Andlát og jarðarferðir
Karolina Samulesen úr Haldarsvík, vanliga
nevnd Kalla, andaðist leygardagin, 90 ára gamul.
Kistan fer av Mørkini í Haldarsvíkar kirku miku
kvøldið kl. 19. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 14.
Tey, ið vilja minnast Kallu kunnu lata Røktarheim
inum á Mørkini eina peningagávu, konta í
peningastovni.
Kistan við Arnold Jacobsen fer úr kapellinum á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi í Betesda týsdagin klokkan
18. Jarðarferðin verður úr Betesda mikudagin kl.
12.30. Tey ið vilja minnast Arnold, kunnu lata eina
gávu til Malta í Hirtshals, konto í peninga
stovnunum.
Borghild Eliasen í Fuglafirði andaðist á Lands
sjúkrahúsinum, sunnudagin, 83 ára gomul.
Bønarhald verður í kappellinum mikudagin
klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Siloa í Fuglafirði
hósdagin klokkan 13.
Andlát og jarðarferðir
Marjun, ein av okkara vælkendu og
virkisfúsu
útisetum
hevur
eftir
drúgva sjúkralegu lagt árarnar inn.
Vit hava kenst frá barnsbeini av,
men tey seinastu árini hava vit eisini
sitið í nevnd saman í føroyska kirkju
ráðnum við Sámalskirkjuna í Kjøpin
havn, har hon var kassameistari. Marj
un var stillfør, beinasom og fryntlig;
hennara partur lá ongantíð eftir. Hon
hevði sítt fasta pláss í kirkjuni, og var
millum teir mest trúføstu kirkjugang
ararnar í tí føroyska kirkjuliðínum,
sum eftirhondini er blivið rættiliga
fáment, uttan tá ið serligar hendingar
ella kirkjuligar høgtíðir eru.
Í nógv ár arbeiddi Marjun á skriv
stovuni hjá Faroe ship í tí norðasta
partinum av Kjøpinhavn, beint við har
tann føroyska bátsmanningin ”Tvørá
báturin” heldur til í dag. Í sjálvum
Føroyahúsinum hevur hon við næstan
hvønn týsdagsdøgurða verið føst
sjálvboðin álitishjálp hjá leiðsluni.
Hon var samvitskufull og álítandi í
øllum felagsarbeiði, og hartil hevði
hon stóran ans fyri skemti og alskyns
mentunnartiltøkum millum útisetar.
Hon visti nógv um føroyskan skald
skap, serliga skyldmannin, Janus,
sum hon við stórum brosi kundi for
telja nógvar humoreskur um.
Vit, sum sita í kirkjuráðnum fyri
føroysku meinigheitina í Kjøpinhavn
drýpa høvur í sorg yvir, at eitt hei
lhjartað fólk verður tikið frá okkum
so tíðliga á lívsleiðini Vit fámentu
útisetar kulsa, tí vit eru allir blivnir
so fátækir. Vit hugsa nógv um tey
avvarandi og lýsa frið yvir minnið
um Marjuna.
Vegna Føroyska Kirkjuliðið við
Sámalskirkjuna,
Thorsgade í Kjøpinhavn
Virgar T. Dalsgaard.
kst. formaður
Marjun Lamain
(fødd Niclasen) farin
Marjun saman við ommudøtrunum Elisu og Marjun
nøvn