týsdagur 18. desember 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 18. desember 2007
17
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu
okkum samkenslu og hjálpsemi, tá ið pápi og
verpápi okkara
Andreas Signar Dalfoss
Tórshavn (ættaður úr Froðba)
brádliga andaðist og varð jarðaður
Tøkk til B8 á Landssjúkrahúsinum, læknar
og portørar.
Tøkk til tykkum øll, sum bakaðu smákøkur og á
ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini
og ervinum.
Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar,
urguleikarar og gravarar.
Tøkk til Bjarna Bæk, dómprósti, fyri vøkru orðini til
andaktina, kórsetingina og prædikuna.
Tøkk fyri blómutyssir, kransar og peningagávu
til Havnar Kirkju.
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vóru í
kapellinum, til kórseting, í kirkjuni og sum fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Heidi, Poul og Chiharu
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan
hátt sýndu samkenslu, tá ið okkara elskaði maður,
pápi, verfaðir, abbi og sonur
Pól Christiansen
Leirvík
so brádliga varð tikin frá okkum.
Vit takka familju, vinum og kenningum, sum við
bønum og hjálpandi hondum á ymsan hátt hava
verið um okkum í hesi sváru tíð.
Vit takka tykkum, sum vóru á kapellinum, Símuni
fyri andaktina á kapellinum og Mariusi fyri
andaktina í kirkjuni. Somuleiðis takka vit Una Næs
fyri troystarrík orð í kirkjuni og Essa fyri vakran sang.
Vit vilja eisini takka kirkjutænarum, sangarum,
berarum og øllum tykkum, sum skipaðu fyri og
hjálptu til við ervinum.
Tykkum, sum skrivað hava um Pól í bløðunum,
takka vit eisini.
Takk fyri blómur, kransar, gávur, uppringingar, brøv
og peningagávur.
Tøkk, øll tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað her á fold.
Við ynski um eini gleðilig jól og gott nýggjár.
Familjunnar vegna
Erikka, Jonna, Sigmund, Ninna og Salmona
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá kæri pápi, verpápi, abbi
og langabbi okkara
Bogi Winther
doyði og varð jarðaður
Tøkk til starvsfólkini á G4 og B7 fyri góða
røkt og umsorgan.
Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við
jarðarferðini og ervinum.
Tøkk fyri blómur og kransar og peningagávur
til Sands kirkju.
Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Eini gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár
ynskja vit tykkum.
Dorthea og Sigrid
Tøkk
Hjartaliga takk tit øll fyri sýnda samkenslu,
tá góði maður, pápi og abbi okkara
Rune Mattiasson
Göteborg
doyði og varð jarðaður.
Takk fyri blómur, kransar, pengar til missións
húsið og kirkjuna í Hovi og allar telefonsamrøður.
Serliga takka vit Sissal og Sámali, ið fylgdu
honum á seinastu ferðini.
Góð jól og gott nýggjár øll somul.
Heilsan
Nanna, Jan-Erik og Kerstin við familjum
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum,
sum á ymsan hátt mintust meg á 80 ára
føðingardegnum.
Gleðilig jól og gott nýggjár.
Anna Joensen, Tórshavn
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum sum við
uppringingum, blómum, telegrammum,
gávum og vitjan gjørdu mær 90 ára
føðingardagin 7. november 2007
ógloymandi.
Eisini vil eg nýta høvið at ynskja tykkum
øllum eini gleðilig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Kristian í Miðstovuni á Sandi
Tøkk
Eina hjartans tøkk veiti eg øllum, ið
mintust meg á 70 ára føðingardegi mínum.
Takk fyri gávur, blómuheilsanir,
uppringingar og takk øll tit, ið stukku inn á
gólvið á Ljómhúsinum.
Ein serstøk tøkk til Kirkjukórið Ljóm.
Gleðilig Jól og gott nýttár øll somul.
Blíðar heilsanir
Niels Nolsøe, 900 Vágur
Tøkk
Hey tit øll, sum komu inn á gólvið 3. nov.
takki eg hjartaliga fyri.
Somuleiðis teimum, sum heilsaðu meg við
blómum, fjarritum og uppringingum.
Ein serlig heilsan fer til mannin og børnini
við familju, sum gjørdu mær dagin so
hugnaligan.
Eg ynski tykkum øllum eini gleðilig jól og
eitt av Harranum signað nýggjár.
Jórun E. Joensen, Norðskáli
nøvn
Lesið Sosialin - so eru tit við