Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 245 - 18. desember 2007 veljarakanning Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur »Føroya løgting hevur í ár samtykt at brúka nærum eina milliard krónur til tunnilsgerð. Eingin vón er fyri at hesir pengarnir kunnu koma aftur við nýtslugjaldi ella á annan hátt, og hetta er okkara tingmanning væl vitandi um. Samstundis enda vit næstan aftast í Pisa kanningunum hvørja ferð, Studentaskúlin í Hoydølum er ein ruin og játtanin til Fróðskaparsetur Føroya er skorin niður frá at vera láturlig til at vera syndarlig. Úrslitið verður, at vit í 2015 fara hava verðsins besta tunnilsverk, men ongan eftir, sum hevur ráð ella vit til at koyra ígjøgnum. Undirritaðu vilja við hesum mótmæla at alt føroya ríkidømi verður brúkt til at bora hol við.« Soleiðis stendur á heima­ síðuni*, har tað frá 5. desembur í ár var gjørligt at sýna sýna ónøgd móti “ør­ vitistunlunum”, ið nýggj­ astu tunnilsætlanirnar hava fingið navn millum manna. Fleiri enn 2.500 hava skriv­ að undir hetta mótmælið, og alt bendir á, at stríðið millum hørð og bleyt virði kemur at standa høgt á dags­ skránni til komandi løg­ tingsval. Tíð til bleyt virði Og sambært eini veljara­ kanning, ið Fynd gjørdi í farnu viku, so er als eingin ivi um, at tað nú er tíð upp á at taka tey bleytu virðini framum tey hørðu virðini, sum í kanningini eru av­ markað til “betong og asfalt”, t.e. anlegsíløgur í breiðastu merking. Heili 89 % av veljarunum, ið hava tikið støðu, halda, at landið eigur at taka tey bleytu virðini fram um betong og asfalt. Tað er breið semja í mill­ um veljarar hjá øllum flokk­ um um, at soleiðis eigur at vera, hóast fólkafloksvelj­ arar eru nakað lægri um­ boðaðir, meðan miðfloks­, miðnámsfloks­ og sjálv­ stýrisveljarar eru nakað hægri umboðaðir. Takast skal tó sum fyrivarni, at tøl­ ini fyri hesar smáu flokkar­ nar eru rættiliga smá og tískil ivasom. Men serliga Sjálvstýris­ flokkurin og Miðnámsflokk­ urin hava beinleiðis profiler­ að seg sum ein anti­tunnils flokkar, meðan Fólkaflokk­ urin partvíst hevur profiler­ að seg sum ein pro­tunnils flokk hesa seinastu tíðina, serliga við at sterki maðurin í flokkinum, Anfinn Kalls­ berg, legði fram uppskotið um tunnil norður um fjall á Borðoynni – eitt uppskot, ið tó gjørdist jólatrøll sum so mong onnur mál. Sí talvu Kvinnur, Suðurstreym­ oy og bleyt virði Tað kemur ikki óvæntað, at kvinnur í størri mun enn menn vilja framraðfesta bleyt virði. Bleyt virði verða jú eisini stundum kall­ að “kvinnulig” ella “femi­ nin” virði. Men munurin er ikki so avgjørdur. Umleið 93% av kvinnunum ynskja hesa raðfestingina, meðan umleið 85% av monnunum ynskja hana. Sí talvu Veruleikin er, at tað serliga eru fólk í Suðurstreymoy, ið trekkja ja­síðuna upp. Her eru tað heili 94%, ið halda tíðina vera komna til at framraðfesta tey bleytu virðini. Suðuroy, Vágar og Eysturoy liggja kring miðal, meðan Norðoyingar og Norðstreymoyingar eru minni avgjørdir hesum við­ víkjandi. Her kunnu tað vera lokal áhugamál, ið spæla inn: Norðoyingar vilja møguliga hava tunnil norður um fjall umframt eina loysn á farleiðini um Leirvík. Og vestmenningar ynskja sær ivaleyst eisini ein tunnil. Illar tungur vilja vera við, at orsøkin til mótsøðuna hjá serliga høvuðsstaðar­ fólki móti betongi og asfalti, er at tað tekur fokus burtur frá øllum teimum “bleytu” íløgunum, ið ann­ ars kundu verið gjørdar. Suðurstreymoyingar munnu ivaleyst kenna tað sum at teirra súrt goldnu skatta­ pengar verða “oyðslaðir” burtur til ónyttug ting, held­ ur enn at koma til sjóndar aftur í øktari vælferð. Umvent er tað tí heldur ikki løgið, at tað eru sand­ oyingar, ið eru minst samdir í at raðfesta bleyt virði fram um betong og asfalt. Einans uml. 7 av 10 halda at hetta er rætt. Hjá sandoyingum vil sandoyartunnilin jú vera ein søgulig vælferðarøking – ein vælferðarkollvelting, ið fær avgerandi týðning fyri alt samfelagslívið. Ikki einans fyri vinnulívið. Sí talvu Harðar íløgur og bleytur rakstur? Tað er trupult at koma til eina eintýðuga fatan av hvat “bleytt” og “hart” merkir í føroyskum politikki í dag. Veljarakanningin gevur tó nakrar ábendingar um hvat vit ikki vita um hesi hugtøk­ ini, ið ferð aftaná ferð verða blakað út í kjakið uttan nærri frágreiðing. Spurdir vórðu millum annað tveir spurningar, ið liggja rættiliga tætt upp at hvørjum øðrum: • Eigur landið at taka tey bleytu virðini fram um betong og asfalt? og • Eigur landið heldur at spara í almenna rakstrinum enn í íløgum í vegir og tunnlar? Tað er longu staðfest, at ein øgiligur meiriluti vil hava bleytu virðini á breddan. Men tað sama er ikki gald­ andi fyri hvar tað almenna eigur at spara í uppgangs­ tíðum. Nógv tey flestu halda, at “bleytu virðini” skulu raðfestast, men tá tað kemur til almenna útreiðslu­ tálman, fær pípan eitt annað ljóð. Einans 6 út av 10 ynskja at tálmast skal við at steðga íløgur í vegir og tunlar, meðan samsvarandi 4 út av 10 ynskja at sparast skal í rakstrinum. Sí talvu Sostatt eru tað næstan 9 av 10, ið taka undir við at fram­ raðfesta bleytu virðini, men einans gott 6 av 10, ið halda, at landið eigur at spara við at útseta íløgur í vegir og tunlar. Hetta merk­ ir, at knapt 3 av 10 bæði vilja framraðfesta bleytu virðini og spara í almenna rakstrinum. Hetta má antin merkja, at hesi fólkini ikki eru avklár­ að um hvat bleyt virði eru, ella hava tey eina greiða – men heilt aðra – fatan av hvat bleyt virði eru. Tað er jú eingin náttúrulóg, ið sigur, at bleyt virðu nýtast at definerast sum “almennur rakstur”. Ella kanska vilja summi gjarna raðfesta “bleyt virði”, uttan at tað gongur út yvir “hørðu virðini”. Tað er uttan iva soleiðis, at fleiri veljarar helst vilja siga ja til alt, uttan at hugsa tingini í ein størri samanhang. At vera “jaligur” er jú ein popu­ lerur eginleiki nógvastaðni í landinum. Undir øllum umstøðum má staðfestast, at tørvur er Bleytu virðini eiga tørn Eigur landið at taka tey bleytu virðini fram um betong og asfalt? Siga seg velja Ja Nei Fólkaflokkin 83% 17% Sambandsflokkin 87% 13% Javnaðarflokkin 91% 9% Sjálvstýrisflokkin 95% 5% Tjódveldisflokkin 90% 10% Midflokkin 96% 4% Miðnámsflokkin 100% 0% Einans tey, ið hava tikið støðu eru grundarlag undir prosentunum Eigur landið at taka tey bleytu virðini fram um betong og asfalt? Kyn Ja Nei Kvennkyn 93% 7% Kallkyn 85% 15% Einans tey, ið hava tikið støðu eru grundarlag undir prosentunum Eigur landið at taka tey bleytu virðini fram um betong og asfalt? Øki Ja Nei Suðuroy 91% 9% Sandoy 71% 29% Suðurstreymoy 94% 6% Norðurstreymoy 82% 18% Vágar 87% 13% Eysturoy 89% 11% Norðoyggjar 78% 23% Einans tey, ið hava tikið støðu eru grundarlag undir prosentunum Spurningur Ja Nei Eigur landið at taka tey bleytu virðini fram um betong og asfalt? 89% 11% Eigur landið heldur at spara í almenna rakstrinum enn í íløgum í vegir og tunnlar? 38% 62% Einans tey, ið hava tikið støðu eru grundarlag undir prosentunum Úrslit av veljarakanning sum Fynd gjørdi fyri Sosialin týsdagin og mikudagin í síðstu viku