týsdagur 18. desember 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 18. desember 2007
19
tíðindi
á, at “bleytu virðini” verða
kannað og definerað. Tí
sum nú er hanga tey nærum
í leysari luft sum eitt slag
av moralskum boðskapi utt
an nágreiniligt innihald.
Hvat eru bleyt virði?
Trupulleikin við hugtaki
num “bleyt virði”, er at tað
ikki er so lætt at avmarka
hvat hetta merkir. Merkir
tað “alt annað enn betong
og asfalt”? Og hví verður
tað nevnt sum bleyt virði at
byggja skúlar og barnagarð
ar? Krevja slíkar verkætlanir
ikki eisini eina rúgvu av
betongi og asfalti?
Ella er tað heldur soleiðis,
at “bleyt virði” eru tey
økini, ið krevja beinleiðis
umsorganarligt
samband
við onnur menniskju, til
dømis sjúkrahúsverkið, al
mannaverkið og undirvís
ingarverkið?
Men hví eru tað ikki eis
ini bleyt virði, at samferðsl
an riggar sum hon skal, at
fysisku
arbeiðskarmarnir
eru nøktandi, og at bústað
irnir eru sniðgivnir við atliti
til lokalar veðurlagstreytir
og í samspæli við umhvørv
ið annars? Øll hesi tingini
hava avgerandi týðning fyri
at gerandisdagurin hjá fólki
skal vera optimalur.
Alt samanumtikið er tað
ringt at avgera hvat fólk
meina við, tá tey tosa um
hørð og bleyt virði. Og tað
er ein trupulleiki. Løgtings
valstríðið kann ikki liva
við, at fokus verður flutt
frá veruligum evnum til eitt
hálvmoralskt kjak um “harð
ar pakkar” og “bleytar pakk
ar”. Neyðugt er at finna út
av hvat er í hesum spennandi
pakkunum, ið verða lagdir
undir tað politiska jólatræið
í hesum tíðum.
* http://www.gopetition.com/
online/15622.html
Hørðu virðini sum tunlar eru yt
millum størstapartin av føroyingum,
vísir nýggj veljarakanning
Savnsmynd
Sambært veljarakanning í
síðstu viku eru tað tey bleytu
virðini sum útbúgving, ið eru
inn millum føroyingar
Savnsmynd