Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 245 - 18. desember 2007 tíðindi Nógv fólk vitjaði fyrra­ partin í Svimjihøllini í Gundadali, har 25 ára føðingardagurin varð hildin, og har tað í allan dag er ókeypis atgongd SVIMJIHØLLIN 25 ÁR Jan Müller jan@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Longu væl áðrenn tað fór at lý­sa í morgun, var stórur streymur av fólki í Svimji­ høllina í Gundadali, og nógv fólk vitjaði allan fyrra­ partin í høllini. Orsøkin var tann, at svimjihøllin í dag hevur 25 ára føðingardag. Tað var 18. desember í 1982, at svimjihøllin varð tikin í ný­tslu. Harvið fingu havnarfólk og øll onnur, sum hesi árini hava vitjað í høllini nógv betri umstøður til at svimja í, enn tey áður høvdu havt. Í 1959 varð svimjihylurin í Gundadali tikin í ný­tslu. Hann stóð har, sum badmin­ tonhøllin nú er. Svimjihylur­ in var opin frá 2. páskadegi og út á heysti. Tá svimjihøllin varð tikin í ný­tslu fyri einari fjórðings øld síðani, bar til at svimja undir taki, og tá bar til at svimja alt árið. Talan var um velduga broyting, og fólkið hevur tikið væl undir. Umleið hálvt annað hundrað túsund vitja í høllini um árið. Tað vil siga, at higartil hava umleið 3,5 milliónir vitjanir verið í høllini. Heri Lava Olsen, ið er leiðari og einsamallur eftir av teimum, sum eisini starv­ aðust í gamla svimjihylinum, tók saman við hinum starvs­ fólkunum ímóti í morgun. Tey, sum møta klokkan 6,45, tá ið høllin letur upp, fingu rundstykkir og kaffi. Seinni fyrrapartin var lagt um til tað, sum verður kall­ að brunsj. Heðin Mortensen, bý­ráðs­ formaður, heilsaði svimji­ høllini og starvsfólkunum við stuttari røðu. Hann stað­ festi, at svimjihøllin er stórt aktiv fyri bý­in og tey, sum búgva í høvuðsstaðnum og kring landið, og hann visti at siga, at tað ofta verður tikið til av fremmandum, sum vitja í høvuðsstaðnum og bý­ráðið, hvussu væl høll­ in verður rikin, og hvussu hugaligt tað er at vitja í høll­ ini. Bý­ráðið gav í føðingar­ dagsgávu ný­ggjar møblar til kafeteriuna í høllini. Lusiagongd Morgunfrúurnar í Svimji­ høllini eru tiltiknar, og hug­ takið var eisini í gamla svimjihylinum. Í morgun høvdu morgunfrúurnar funnið upp á at ganga lusia. Tað var ein sera hugnalig løta. ­ Hetta hava tær sjálvur funnið uppá, og tí, sum tær finna uppá, mugu vit boygg­ ja okkum fyri, tí tað eru tær, sum bestemma í høllini, skemtaði Heri Lava Olsen. Morgunmenninir, sum fyri tað mesta eru mannaðir við teimum, ið hava rokkið so mikið høgan aldur, at teir hava lagt dagsins arbeiði afturum seg, hand­ aðu svimjihøllini eina gávu. Tað var ein baðivekt. Millum tey mongu, sum vóru í høllini í morgun, var eisini Jóhan Norðfoss. Hann fór í starv í svimjihyl­ inum í Gundadali í 1963, og hann starvaðist í Svimji­ høllini í Gundadali inntil í 1990, tá ið hann legði frá sær fyri aldur. Tað er ókeypis at svimja í Gundadali í dag. Høllin let­ ur upp fyri almennari svimj­ ing klokkan 15, og hon verður opin inntil klokkan 20. Góður hýrur í Gun Gott við einum heitum munni aftaná kalda brúsu Heðin Mortensen, borgarstóri handar Hera Lava Olsen, fyristøðumanni blómur Glað og fryntlig starvsfólk á 25 ára degnum