Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 245 - 18. desember 2007 tíðindi Dómur er nú fallin í málinum har ein maður var ákærdur fyri kynsliga at hava misnýtt tríggjar brøður. Hann varð dømdur eftir linari paragraffini MISNÝTSLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fyri viku síðani var mál fyri í rættinum, har ein 50 ára gamal maður var ákø- rdur fyri at hava misnýtt tríggjar brøður, allir undir 12 ára aldur. Kynsliga mis- nýtslan byrjaði longu í 1998 og helt fram til 2006. Ákærin kravdi mannin dømdan eftir §225, sum umrøður »anden kønslig omgang end samleje«, meðan verjin helt, at hin lin- ara §232 átti at verið nýtt. Hendan paragraf umfatar » blufærdighedskrænkelse«. Dómarin valdi at ganga verjanum á møti og nýtti linaru paragrafina og tað bar í sær, at allar hendingar undan 28. august 2002 vóru fyrnaðar. Hetta fekk eisini ávirkan á endurgjaldsspurningin, tí elsti bróðurin fekk einans 5.000 krónur í endurgjaldi, meðan teir báðir yngru fingu 15.000 krónur hvør. Ákærin hevði kravt 15 mánaðir fongsul, meðan verjin hevði mælt til 4-6 mánaðir. Eisini her heltid ómarin meiri til verjan og dømdi mannin í átta mán- aðir fongsul. Frá ákæruvaldinum var sagt, at tey so nýliga hava fingið sómin at vita, men at tey hava fjúrtan dagar at umhugsa seg í um tey skjóta dómin inn fyri landsrættin. Í dag skuldi tíðindafundur verða í Mentamálaráðnum, men tað vildi Løgmaður ikki PoLITIkkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í dag varð kallað saman til tíðindafund í Mentamála- ráðnum í sambandi við, at málstevnunevndin skuldi leggja fram álit um ein føroyskan málpolitikk. Men beint fyri døgverða komu boð úr Mentamála- ráðnum um, at fundurin varð avlýstur. Tað er eftir boðum frá løgmanni, at tíðindafundurin var avlýstur. - Løgmaður heldur ikki, at tað er hóskandi, at lands- stýrismenn fáast við nakað slag av politiskum virksemi beint uppundir val og tí skuldi fundurin avlýsast, sigur Jógvan á Lakjuni. - Tað kann verða mis- tulkað politiskt og tí skuldi fundurin avlýsast. Sjálvur hevur hann ikki so nógvar viðmerkingar til málið, men hann skilir, at tað kann vera tórført at seta markið fyri, hvat er hóskandi so tætt uppundir væl og hvat er ikki. - Tí tekur hann tað til eftirtektar, at løgmaður vil hava fundin avlýsast. Hann leggur afturat, at hann tímir ikki at stríðast um slíkt og tí er fundurin so avlýstur Men er ein spurningur um føroyskan málpolitikk eitt serliga politiskt mál, sum so? Tað mugu tit sjálvi meta um, sigur Jógvan á Lakjuni. Hinvegin vísir hann á, at arbeitt hevur verið við hesum álitinum í hálvtannað ella tvey ár, so vegna nevndina heldur hann tí, at tað er spell, at tað ikki verður lagt fram - Tað er nógv gott í álitinum, sum kann elva til nógv kjak í samfelagnum og tí haldi eg, at tað er umráðandi at fáa tað fram. Men um tað er so avgerðandi at fáa tað fram beint nú, vil hann ikki siga. Annars var Hans Pauli Strøm við á tíðindafundi í farnu viku um nøgd- semiskanningina í heilsu- verkinum og hósdagin er aftur boðað til tíðindafundar, har Bjarni Djurholm skal hava álit frá demokratia. Spurningurin er so hvørja lagnu, tann tíðindafundurin fær. Vit fingu ikki orðið á løgmann, áðrenn blaðið fór til prentingar. Løgmaður noktar landsstýris- manni at halda tíðindafund Átta mánaðir fyri kynsliga misnýtslu Dómurin var rættiliga linur, tí dómarin valdi at nýta §232, sum umrøður blygdanarskemd Nýggjur dagstovnur í Leirvík Mánakvøldið samtykti bygdarráðið í Leirvík at taka av tilboðnum frá P/f Fjarðahús um at byggja nýggjan dagstovn oman fyri húsini uppi við Garð, sunnan fyri Garðsveg. Dagstovnurin er 750 fermetrar til støddar við fimm stovum og verður góðkendur til 84 børn. Nýggi stovnurin er av sama slag sum dagstovnurin á Strondum við nøkrum broytingum. Dagstovnurin er mettur at kosta umleið 13 mió. kr. alt íroknað. Nýggi dagstovnurin kemur at liggja væl fyri í náttúrðuni, við Brúsá og grøna økið tætt við, har kommunan í løtuni er í ferð við at keypa undirlendið. Eftir ætlan verður farið í gongd við at byggja dagstovnin í vár. Arbeiðið tekur knapt eitt ár og gongur alt eftir ætlan, verður klárt at flyta inn í nýggja dagstovnin á vári í 2009. Harraboð úr Tinganesi fingu Jógvan á Lakjuni at avlýsa ein ætlaðan tíðindafund Syngja nýggja árið inn Havn: Ymiskir mátar eru at fara inn í eitt nýtt ár, og tað ætla limirnir í samkomuni Filadelfia eisini at gera hesaferð. Tann 1. januar 2008 kl. 01.00, eftir at alt fýrverkið er skotið verður skipað fyri eini lovsangs- og tilbiðjunarløtu. – Vit ynskja at ganga inn í nýggja árið við tilbiðja og tøkk saman við Honum, sum helt hond sína yvir okkum í tí farna, verður sagt úr samkomuni.