týsdagur 18. desember 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 245 - 18. desember 2007
>> Stórt jólablað í Sosialinum
B o k s 7 6 | F O - 1 1 0 T ó r s h a v n | Te l + 2 9 8 3 4 1 8 0 0 | p o s t @ s o s i a l u r i n . f o
ÓkeypiS Jólablað
Fríggjadagin 21. desember 2007 verður eykablað
á 64 síður í Sosialinum við nógvum spennandi og
hugnaligum tilfari um jólini
64 síður
ókeypis
Politikkur í genunum
Við eftirnøvnunum Lindenskov og Patursson fylgir eisini
ein politiskur arvur – og hendan arvin hevur eitt nýtt
ættarlið av politikarum fingið. Georg Lindenskov Petersen
og Tjóðhild Patursson royna seg nú í politikki fyri fyrstu
ferð, men er tað eitt frítt val ella var politiska lagnan
avgjørd frammanundan? Georg og Tjóðhild vitja í studio
beint eftir klokkan 9.
eydna & eyðun
Peter misti kreppuna
Peter Holm, stjóri í Kaupthing, er gestur í
morgunsendingini mikudagin. Tosað verður um at
stjórna einum peningastovni, materiell virði og um
tíðina sum útiseti. Kaupthing-stjórin var staddur í
Danmark ringastu kreppuárini í Føroyum í
1990’unum, og tað nívir hann.
Morgunsendingin
Mikudagin 9.00-12.00
Feit jól
Fólk ganga næstan undir í mati í
jólamánaðinum og á jólum. Men er
jólamatur øðrvísi enn maturin hinar
árstíðirnar, hvørjir eru vandarnir,
og hvørji góð ráð kunnu gevast í
sambandi við matin á jólum. Vit tosa
við kvinnu við meiningum um mat.
Lukkuligar tablettir
Føroyingar brúka nógv meira anti-depressivar
tablettir enn fyri fáum árum síðani, men framvegis
eru føroyingar langt frá brúkinum í hinum
norðurlondunum. Hvør er orsøkin til tað, og hvat
er tað, sum eydnubollarnir kunnu hjálpa fólki við?