Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 245 - 18. desember 2007 Stutt Sagt Russar ávara um Kosovo Russiska uttanríkisráðið ávarar um, at stríðið um Kosovo kann enda sum ein kreppa, sum eingin kann hava tamarhald á. Alt bend­ ir á, at USA, Bretland, Frak­ land, Týskland og onnur lond fara at viðurkenna Kosovo sum eitt sjálv­ støðugt land, nú einki røkist fyri semju. Serbia hevur gjørt av at leggja málið fyri altjóða dómstólin í Haag og hevur biðið Russland og Kina leggja trýst á fyri at fáa nýggjan fund um Kos­ ovo. Serbiski forsetin, Bor­ is Tadic, segði í gjár, at so leingi hann er forseti, fer Serbia ikki at góðtaka, at Kosovo verður sjálv­ støðugt. Styðjar McCain Joe Lieberman, sum situr í amerikanska umboðs­ mannatinginum, sigur nú, at hann heldur republikan­ aran John McCain vera tann rætta mannin at taka við sum forsrti eftir George W. Bush. Joe Lieberman var limur í demokratiska flokkinum fyrr, og hann var eisini varaforsetaevni hjá Al Gore, tá hann stillaði upp ímóti Bush. Nú er Lieberman uttanflokkatingmaður, men hevur valt at styðja John McCain, sum roynir at gerast forsetavalevni hjá republikanska flokkinum. Órættvíst val OSCE sigur nú, at valið í Kirgisistan um vikuskiftið leyk ikki tær ásetingar, sum kunnu tryggja, at val­ ið var rættvíst. OSCE vís­ ir millum annað á, at týð­ andi andstøðupolitikarar sluppu ikki at stilla upp, og at andstøðan fekk nóg illa orðið í teimum almennu fjølmiðlunum. Valnevndin segði í gjár, at tá 80 prosent av atkvøðun­ um vóru taldar, hevði flokkurin hjá Bakijev, fingið næstan 50 prosent. Men andstøðan sigur, at myndugleikarnir hava svikað við uppteljingini. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Tað var gott, at foreldur míni vórðu funnin aftur. Nú fingu tey kortini seinasta orðið í málinum (Ketil Teisen) útlond Eini eldri donsk hjún, sum hvurvu í summar, eru nú funn­ in. Ein trolbátur fekk líkini í trolið í gjár Hjúnini Ruth og Finn Teis­ en, sum búðu á oynni Strynø, fóru í summar til Ærø við stuttleikabátinum, sum tey ætlaðu at selja, tí ein maður á Ærø hevði sagt seg vera sinnaðan at keypa bátin. Fólk á Ærø sóu bátin liggja fyri akkeri, men Ruth og Finn Teisen vóru ikki at síggja. Løgreglan leitaði væl og leingi á landi og á sjónum, men til fánýtis. Tann 25 ára gamli maðurin, sum hevði víst bátinum áhuga, bleiv tikin, og hann viðgekk at hava stungið hjúnini og at hava tveitt tey í havið, men noktaði seg sekan í mann­ drápi. Seinnapartin í gjár fekk ein trolbátur líkini av hjún­ unum í trolið. Tað vísti seg, at tey vóru samanbundin. Vladimir Putin sigur seg vera til reiðar at taka við sum russisk­ ur forsætisráðharri, um Dmitrij Medvedev vinnur forsetavalið Vladimir Putin verður eftir øllum at døma russiskur forsætisráðharri, tá hann gevst sum forseti. Herfyri segði Putin, at hann styðjaði Dmitrij Med­ vedev sum valevni á fors­ etavalinum, sum verður 2. mars, og dagin eftir takkaði Medvedev við at siga, at verður hann forseti, vil hann fegin hava Putin til for­ sætisráðharra. Í gjár tók Putin av til­ boðnum. Hann legði afturat, at valdsbýtið millum forset­ an og forsætisráðharran verður tað sama sum nú, men politiskir eygleiðarar í Moskva siga, at sum for­ sætisráðharri fer Putin fram­ vegis at hava tað avgerandi orðið í russiskum politikki í komandi árum. Eini millióningahjún í New York kunnu fáa upp í 40 ára fongsul fyri trælahald Rætturin í New York var ikki í iva, tá hann í gjár skuldi taka støðu í einum máli, sum ákæruvaldið hevði reist um trælahald. Tann 51 ára gamli Mahender Sabhnani og 45 ára gamla kona hansara, Varsha Sabhn­ ani, vóru sek í trælahaldi. Sabhnani­hjúnini reka eina heimsumfatandi fyri­ tøku, sum selir luktilsi og smyrsl av ymsum slagi. Fyritøkan hevur gingið væl, og tey bæði hoyra til tað betra slagið við fleiri milli­ ónum dollarum í bankanum, sigur CNN. Tað var tí einki óvanligt, at tey valdu at fáa sær tvær ind­ onesiskar kvinnur at hjálpa sær við tí dagliga húsarhald­ inum, men fyrr í ár kom fram, at tær báðar kvinnurnar høvdu arbeitt undir ómenn­ iskjaligum korum. Undir rættarmálinum upplýsti ákær­ in, at kvinnurnar høvdu arbeitt meiri enn 18 tímar um samdøgrið, og at mánað­ arlønin var millum 500 og 800 krónur. Eisini kom fram, at hjúnini høvdu tikið passini frá teimum, sum tær ikki skuldu sleppa av landinum. Revsingin fyri trælahald í USA er upp í 40 ára fongsul. Ríkfólk í New York dømd fyri trælahald Putin tekur av Vladimir Putin og Dmitrij Medvedev skulu eftir ætlanini stýra Russlandi tey næstu árini Fekk horvin hjún í trolið Mahender Sabhnani á veg úr rættarhølinum saman við løgregluni (Mynd: AP)