týsdagur 18. desember 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 18. desember 2007
23
LEIÐSLA
Finnur Sivertsen
búskaparfr.
business-line.fo
Vinnulívið í Evropa iður í
“gíslatøkum”, har vánaligir
leiðarar stjala arbeiðsgleð
ina frá starvsfólkum, sam
stundis sum fyritøkurnar
missa milliardir.
Hvat hava flogrænarar í
miðeystri og gíslatakarar úr
Suðuramerika til felags við
virkisleiðslur
og
virkis
búskap?
Nógv meira enn ein
skuldi trúð, heldur navn
frami leiðsluserðfrøðingin,
George Kohlrieser, ið er
professsari við heimskenda
leiðslustovnin
IMD
í
Schweiz.
Starvsfólk sum gíslar
Kohlrieser hevur eina fortíð
sum løgreglusálarfrøðingur
og samráðingarmaður í sam
band við gíslatøkur. Sam
bært Kohlrieser líður ein
hópur av starvsfólkum og
fyritøkum undir leiðarum,
sum í verðuleikanum halda
síni starvsfólk sum gíslar,
gjøgnum ein harðan og
ágangandi leiðsluhátt.
Teir vánaligastu leiðarar
nir hava ikki skugga av
kenslum. Teir kunnu snøgt
sagt ikki brúkast sum leið
arar og teir fáa starvsfólkini
at kenna seg illa, uttan at
tað rínur við teir, sigur Kohl
rieser.
Evni at samskifta
eru avgerandi
Sum leiðari er tað ein for
treyt, at tú evnar at knýta
bond við onnur fólk, eisini
fólk, ið tær ikki dámar.
Evnini hjá samráðingarfólki
at fáa samband við ein upp
østan gíslarænara eru avger
andi, um ein gíslatøka endar
í øllum góðum, ella blóðug.
Sambært George Kohlrieser
enda næstan allar gíslatøkur
í øllum góðum, meðan tær í
vinnuligum høpi eru meira
ivasamar.
Spurningar – leiðin
til samband
Besti háttur at loysa eina
ósemju millum starvsfólk á
einum arbeiðsplássi er við
at partarnir leggja trupul
leikan opnan fram og tosa
um hann. Um mótparturin
er ein elendigur leiðari ella
starvsfelagi, ið hevur tikið
fyritøkuna
ella
deildina
sum gísla vegna vánaliga
leiðslu, tá eru spurningar
tann mest virkni hátturin at
fáa eina samráðing í lag, utt
an at ósemjan verður størri.
Tað besta amboðið tú hev
ur í eini gíslatøku, er at seta
spurningar, tí teir geva høvi
at fáa samband við gísla
takaran, sigur Kohlrieser,
sum hevur skrivað bókina
“Hostage at the table” – um
gíslatøkur í arbeiðslívinum.
Tað hoyrir eisini við til
myndina hjá Kohlrieser, at
leiðarar ofta taka seg sjálvar
til gíslar, orsaka av sínum
neiliga
atferðarhátti
og
skeivu tankagongd. Sostatt
kunnu royndirnar hjá Kohl
rieser eisini nýtast sum
handlingsætlan hjá fólkum,
ið eru koyrd føst í arbeiðs
lívinum.
Vánaligar leiðslur
í Evropa kosta
milliardir
Tað sum Kohlrieser vil
leggja dent á er, at trot á
grundleggjandi
sosialum
førleikum hjá leiðslum at
knýta bond við onnur fólk,
hvørt ár kostar raktum fyri
tøkum milliardir av krónum,
orsaka av at leiðslurnar
súgva eldhugan og arbeiðs
gleðina út úr sínum starvs
fólkum.
Bert 21% av øllum starvs
fólkum í størri samtøkum í
Evropa hava fult álit á sín
um leiðarum. Tað er í sjálv
um sær ein vanlukka. Tvørr
andi álit kann føra til, at
starvsfólkini missa álitið á
sær sjálvum og fara at nýta
alla síni orku til nakað so
ómøguligt sum at fyribyrgja,
at tey gera nakran feil.
Arbeiðsgleðin hvørvur
við vánaligum leiðslum
Tony Blair
forvinnur
meira enn
Bill Clinton
Tað loysir seg væl at vera
fyrrverandi forseti ella
forsetisráðharri.
Tað
kunnu Tony Blair og Bill
Clinton ásanna. Bretski
forsætisráðharrin
Tony
Blair fær millum 1,5 og
2 milliónir kr., hvørja
ferð hann trínur røðara
pallin, har hann oysir av
sínum vitan og royndum.
Hann forvinnur millum
6 og 11 milliónir um
mánaðin fyri at halda tal
ur, skrivar The Sunday
Times. Næst á listanum
fyri væl løntar fyrrver
andi politikarar kemur
fyrrverandi forsetin í
USA, Bill Clinton, ið
fær umleið 1,5 mill. kr.
fyri at røða í ein tíma.
Hansara
inntøka
fyri
talur í 2006 var umleið
60 mill. kr. Heldur ikki
fyrrverandi amerikanski
tjóðbankastjórin,
Alan
Greensplan, líður nakra
neyð, nú hann er farin úr
einum av mest týðandi
størvum í USA. Hann
fær umleið 600.000 kr
fyri eina talu. Tað merkir,
at tá hann hevur hildið 3
talur, hevur hann fingið
somu inntøku sum hann
fekk í heilt ár sum ameri
kanskur tjóðbankastjóri.
Tíðarritið USA Today
metir, at Greensplan for
vinnur umleið 30 mill kr.
árliga fyri sínar talur.
Kelda: Business-line.fo
Sambært Kohlrieser líður ein
hópur av starvsfólkum og
fyritøkum undir leiðarum,
sum í verðuleikanum halda
síni starvsfólk sum gíslar,
gjøgnum ein harðan og
ágangandi leiðsluhátt
Vinnan
Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag
– eisini aðrar dagar
George Kohlrieser, professsari við
heimskenda leiðslustovnin IMD í Schweiz.
Tony Blair