Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 245 - 18. desember 2007 Fiskaaling við Áir hevur fingið nýggja starvsstovu, og teir eru longu farnir undir fyrstu verkætlanina. Hetta er ein kanning, sum skal staðfesta munin á landgrunnstoski og toskinum á Føroya Banka GRANSKING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo So hvørt, sum tørvurin inn­ an alivinnuna broytist, verð­ ur arbeiðið hjá Fiskaaling laga til broytta tørvin. Tá Fiskaaling varð sett á stovn í 1970, vóru fyrstu uppgávurnar at menna fram­ leiðslumannagongdir og at kanna, hvørjir møguleikar vóru fyri lønandi aling í Føroyum. Tá so verulig gongd kom á alingina, broyttist uppgávan hjá felagnum til at fáa til vega dygdargott alitilfar sum rogn, yngul og smolt. Fyri at fjøltátta føroyska aling, fór Fiskaaling í 1998 undir miðvísar royndir at ala kalva. Støð er bygd í Nesvík, har møguleiki er at gera royndir við aling av marinum fiskasløgum. Í 2000 tók nevndin í Fiskaaling avgerð um at leggja størri dent á gransk­ ingar­ og menningarvirk­ semi í alivinnuni í Føroyum. Í 2004 varð so gjørt av aty steðga við kynsbótaarbeiði­ num, tí tað lønti seg ikki longur samstundis sum hetta kundi flytast inn. Í 2005 varð so ein gransk­ ingarleiðari settur, og síðani november 2006 hevur verið arbeitt við at fáa nútímans starvsstovu upp at standa. Og í síðstu viku var so móttøka í sambandi við, at hetta arbeiði var liðugt. Fyrsta verkætlanin er at gera kanningar av land­ grunnstoski og toski av Før­ oya Banka at kanna munin á stovnunum, og eisini at kanna eftir, hvør vakstrar­ munurin er. Hetta er ein verkætlan, sum gongur yvir nøkur ár. Ætlanin er at seta tveir og tveir lívfiskar saman í smærri kørum og soleiðis gera 20 familjur av hvørjum stovni, og síðani lata hesar vaksa saman í størri kørum undir somu umstøðum og sama umhvørvi. ­ Talan er um eina PhD­ verkætlan, har vit hava fing­ ið 678.000 krónur í gransk­ ingarstuðli frá Granskingar­ ráðnum, sigur granskingar­ leiðarin, Hannes Gislason. Kynsbúning ávirkar vøksturin Fiskaaling hevur fingið til vega 93 toskar av landgrunn­ inum. ­ Seinni skulu vit so fáa til vega tosk av Føroya Banka, men hann er eitt sindur trupul at fáa fatur á hesa tíðina, so tað verður ikki fyrr enn komandi vár, at vit fáa tosk av tí stovn­ inum, sigur Hannes Gisla­ son. Tað eru ávísar kanningar gjørdar áður, og hesar vísa, at toskurin av Føroya Banka veksur skjótari enn land­ grunnstoskurin. ­ Men tað er neyðugt at útbyggja hesar kanningar­ nar. Hvør er munurin genet­ iskt, og hvussu er vakstrar­ munurin og kynsbúningin, tað eru spurningar, sum kanningin skal geva svar upp á, sigur Hannes Gisla­ son. Hetta skal so gerast eftir common garden prinsipp­ inum, har tú alir toskin upp undir kontrolleraðum og eins umstøðum. Men granskarar vita longu, at kynsbúningin ávirkar vøksturin hjá toski. ­ Tað er soleiðis, at tá toskurin verður kynsbúgvin, steðgar vøksturin. Í Hvalba hava teir gjørt royndir, har teir nýta nógv ljós, og hetta ger, at toskurin gerst seinni kynsbúgvin, og harvið veks­ ur meiri, sigur Hannes Gislason. Hetta er eisini nakað, kannast skal, nevniliga hvussu tíðliga toskurin kynsbúnast, tí royndir sum nevnt vísa, at seinni toskurin verður kynsbúgvin, longri veksur hann. Gýta ikki í senn Longu sum er vita teir, at ávísir munir eru á Føroya Banka toskinum og land­ grunnstoskinum. ­ Teir báðir stovnarnir gýta jú ikki í senn. Land­ grunnstoskurin byrjar at gýta í februar og toppar seinnapartin av mars, með­ an toskurin á Føroya Banka gýtir og toppar tríggjar­fýra vikur seinni. Og tað er sjálv­ andi eisini nakað, vit mugu taka hædd fyri í kanningun­ um, sigur Hannes Gisla­ son. Veruligu royndirnar byrja ikki fyrr enn í 2009, tí fisk­ urin skal hava verið í fanga­ skapi í eitt ár, áðrenn byrja verður. Talan verður annars mest sum at bróta upp úr nýggj­ um. ­ Vit byrja mest sum av nýggjum. Tað hava verið tíðarskeið, har granskað hevur verið, og tað var eis­ ini ein starvsstova, men nústaðni eru umstøðurnar veruliga til staðar. Sam­ stundis hevur nevndin jú eisini skift strategi so størri dentur nú verður lagdur á gransking, sigur granskingar­ leiðarin á Fiskaaling. Tað er eisini við hesum fyri eyga, at tað frá 1. januar 2008 verða knýtt seks fólk at granskingardeildini. Um­ framt leiðaran sjálvan eru Durita Nielsen, PhD, sett 1. august 2006, Petra Hansen, PhD­lesandi, sett 1. august 2007, Ása Jacobsen, M. Sc, sett 1. august 2007 og Øy­ stein Patursson, PhD, settur 1. januar 2008. Umframt hesi er eisini ein ráðgevi knýttur at starvs­ stovuni, Geir Dahle, sum hevur 20 ára royndir á økinum. Hartil koma øll tey, sum annars starvast á Fiskaaling, fólk, ið eru von við at ansa og røkta fisk. Betra umhvørvið Hendan verkætlanin at kanna toskastovnarnar und­ ir Føroyum er ein PhD­ verkætlan, og slíkar ætlanir Genkanning av toskastovnum fyrsta verkætlan Jólaskipið kemur á Havnina í annakvøld Í morgin kl 17 kemur jólaskipið á Havnina. Lagt verður at í Vágsbotni, og vanliga eru nógv fólk og taka ímóti. Hesaferð kemur jólaskipið eftir at skúlarnir hava fingið frí, og tí rokna tey á Kunningarstovuni, at nógv fólk fara at taka ímóti. Í morgin millum kl 14 og 16 vitjar Nósi í miðbýnum, og framsýningin “Minnist tú” í Degns húsi er opin frá kl 14­18. Frá kl 15­20 verður andlitsmáling í Tinghúsgarðinum – og kl 17 leggur jólaskipið at í Vágsbotni undir Bryggjubakka. GHM fer at spæla, og jólamenninir vitja miðbýin. Kl 19 syngur Kamarkóri í miðbýnum. Hannes Gislason er granskingarleiðari á Fiskaaling við Áir