týsdagur 18. desember 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 245 - 18. desember 2007
Tað metti Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, tá hann
helt røðu á móttøkuni, sum
Fiskaaling skipari fyri í
sambandi við nýggja starvsstovu
GRANSKING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo” leo@sosialurin.fo
Fiskaaling varð stovnað í 1970, og Før
oya Landsstýri eigur allan partapeningin
í felagnum. Fyrstu uppgávurnar hjá felag
num vóru at menna framleiðslumanna
gongdir og at kanna, hvørjir møguleikar
vóru fyri lønandi aling í Føroyum.
Tíðliga í áttatiárunum, tá ið verulig
gongd kom á framleiðsluna hjá privatum
alarum, varð uppgávan hjá felagnum at
fáa til vega nokk av dygdargóðum alitil
fari sum rogn, yngul og smolt, og at geva
alarum innlit í tann kunnleika, sum var
uppbygdur í felagnum.
Kynbótaarbeiði og sjúkuverja av ali
laksi vórðu mettar sum týdningarmesta
uppgávan, og hevur kynbóta og miðvísa
heilsuarbeiðið eydnast væl, segði Bjarni
Djurholm.
Fyri at fjøltátta føroyska aling fór
Fiskaaling í 1998 undir miðvísar royndir
at ala kalva. Støð er bygd í Nesvík, har
møguleikar eru at gera royndir við aling
av marinum fiskasløgum.
Í 2000 tók nevndin støðuna hjá Fiska
aling upp til nýggja viðgerð, og varð tik
in avgerð um, at Fiskaaling skal at ganga
á odda í granskingar og menningarvirk
semi innan alivinnuna í Føroyum.
Í 2004 varð avgjørt, at steðga við kyn
bótaarbeiðinum við laksi, tí laksarogn, ið
eru ein standardvøra, nú kunnu flytast
inn, og raksturin er ikki lønandi. Til tess
at fáa sett ferð á granskingina varð síðst í
2005 settur ein granskingarleiðari við
granskarútbúgving (PhD), umframt at
fleiri aðrir granskarar eru knýttir at felag
num, segði Bjarni Djurholm.
Í 2006 byrjaði Fiskaaling eina toska
verkætlan. Í grannalondunum hava tey í
fleiri ár gjørt royndir við toskaaling og
útlit eru nú fyri lønsemi í hesu fram
leiðslu.
Altjóða granskingarumhvørvi
Mett verður, at støðuga hitalagið í sjónum
kring Føroyar, ger oyggjarnar vælegnaðar
til toskaaling. Haraftrat verður mett, at
toskur av Føroya Banka, ið er kendur fyri
sínar góðu vakstrareginleikar og góðu
eginleikar annars, er væl egnaður sum
alifiskur.
Fyri at stuðla vinnuni at koma skótt
og effektivt í gongd við toskaaling, varð
avgjørt at fara undir eina verkætlan yvir
trý ár innan framleiðslu av toskayngli,
segði Bjarni Djurholm.
Felagið hevur góðar umstøður til roynd
arvirksemi. Á Lívfiskastøðini í Skopun
og á Sjódeplinum í Nesvík kunnu royndir
gerast við marinum fiskasløgum, og við
Áir kunnu royndir gerast við fiski í vatni.
Harumframt hevur felagið starvsfólk, ið
hava drúgvar royndir at halda fisk.
Visjón Fiskaalings er at skapa eitt
altjóða granskingarumhvørvi, sum við
gransking og menning víðkar vitanar
støðið, við tí endamáli at økja um dygd
ina í alingini, segði Bjarni Djurholm.
Felagið leggur stóran dent á sltjóða
granskingarsamstarv
við
gransking
arstovnar og vinnulív, og ætlar felagið at
prioritera hesi øki:
• Gransking og royndir við aling av
fiska og djórasløgum
• Gen og biotøkni
• Fóður, vatn og framleiðsluhættir
• Granska og menna betri
matvørugóðsku úr aldum fiski
• Gransking og menning innan
fiskaheilsu og aliumhvørvi
• Rognaframleiðslu og onnur
framleiðsla
Í heila tikið hóska ætlanir felagsins væl
saman við ætlanum landsstýrisins at
menna gransking og at byggja granskara
park, eins og felagið kann gerast ein upp
aftur týdningarmiklari aktørur, tá tað
snýr seg um at menna føroyska alivinnu
og framleiðslu burtur úr alifiski, segði
Bjarni Djurholm, og endaði við hesum
orðum:
Vit vilja tí vóna, at felagið framhald
andi kann menna seg sum týðandi gransk
ingardepil á sínum øki, og ynskja vit
teimum góða eydnu við arbeiði teirra.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, helt
røðu, tá Fiskaaling hevði móttøku seinasta
hósdag
Mynd: Jens Kristian Vang
Føroyar vælegnaðar
til toskaaling
eru altíð knýttar at einum
universiteti. Tað er í hesum
sambandi, at Petra Hansen
er sett í starv, og arbeitt
verður við at fáa verkætl
anina knýtta at Stirling Uni
versiteti í Skotlandi. Sam
stundis
er
verkætlanin
broytt frá einari trý ára ætl
an til eina fýra ára verk
ætlan.
Hannes Gislason kundi
annars ynskt sær, at vaksið
bleiv um granskarahópin
við fleiri PhDlesandi og
upp á sikt at útbyggja starvs
stovuna við fleiri tólum.
Tað er ynskiligt at betra
um granskingarumhvørvið,
sum krevur stimulatión. Vit
høvdu vónað, at gransk
ingarparkin bleiv veruleiki,
men so varð ikki á hesum
sinni. Við Áir er kanska
ikki mest spennandi gransk
ingarumhvørvi, men tað er
at vóna, at vit fáa fleiri
granskarar, sigur Hannes
Gislason.
Men hann ásannar, at við
verandi
fígging
steðgar
vøksturin skjótt. Men hann
vísir sjálvur á, at tað finnast
aðrir møguleikar at koma
fram at fígging, nevniliga
við at koma við í altjóða
gransking og fígging.
Teir arbeiða eisini við eitt
nú gransking av góðsku av
alifiski og endamálið er at
stuðla verandi alivinnu og
at stuðla undir menning av
nýggjari alivinnu.
Vit ætla okkum at royna
at vaksa, men tað er sjálv
andi
avmarkað,
hvussu
skjótt vit kunnu vaksa. Sum
er eru tað teir menniskjaligu
resursirnir, sum avmarka
møguleikarnar, sigur Hann
es Gislason, granskingar
leiðari á Fiskaaling við Áir.
Viðraði illa í Grønlandi
26 november: Í dag er kavarok og væl av vindi. Polar Natarnaq kom inn í morgun at landa og
skifta skipara. Har var um at vera fult hjá teimum. Lómur hevur verið inni í Illulisat og landað
gott 120 tons eftir 3 samdøgur. Teir hava roynt vestur úr Diskooynni uppi við Haruoynna. Tað er
ein lítil oyggj sum eitur so, men har eru ongar harur, sjálvt um navni sigur so. Tíðindi úr
Suðurgrønlandi. Her er nógv tosað um, at teir rokast í toski. Trolarin Sisimiut fekk 135 tons av
toski í tvey samdøgur í Julianiehaabsbuktini herfyri. Føroyingar eru umborð á onkrum av teimun
smáu trolarunum. Tá veðrið er til vildar vignast væl við fiskiskapinum. Fiskurin er tó smáur hjá
teimun. Við línubátum, har føroyingar eru við, er slagið betri. Tveyarar og trýarar er støddin. Ein
av bátunum hevði sett 30.000 húkar og fekk 32.000 pund. men veðrið er bedrøviligt verður sagt.
Grønlandstíðindi frá Kára við Stein
Geir Dahle, Arne Poulsen
og Bjarni Djurholm til
móttøkuna hjá Fiskaaling
seinasta hósdag
Starvsstovan er up-to-date og
fult á hædd við aðrar líknandi
starvsstovur í londunum
uttan um okkum