Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult27 cyan27 magenta27 svart27 Nr. 98 • hósdagur • 24. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Fremsti føroyski spælarin hevur kent tað sera torført at taka eina skynsama avgerð, sum stríðir ímóti hjartanum LANDSLIÐSPRÁT Jóannes Hansen Nú er tað greitt. Todi Jóns- son verður ikki við, tá landsliðið leygardagin í komandi viku og miku- kvøldið í aðru viku fer at spæla heimadystir í HM undankappingini. – Eg havi havt sera ilt við at taka avgerðina. Hjartað hevur verið fyri at spæla við Føroyum, men skilið hevur sagt mær, at akkurát nú átti eg at geva avboð. Eg havi útsett og útsett av- gerðina, men seinnapartin týsdagin ringdi eg til Allan Simonsen og segði honum, at eg ikki eri tøkur á lands- liðnum í løtuni. Allan Sim- onsen segði seg harmast um avgerðina, men eg eri fegin um, at hann sum fyrrverandi spælari á hægsta støði tóktist skilja mína avgerð. Hetta sigur Todi Jónsson. Hann vil ikki hava, at vit kalla hann fyri fyrrverandi landsliðsspælara: – Eg havi ikki sagt lands- liðnum endaliga farvæl. Tað er eingin loyna, at mær hevur dámt sera væl at umboða Føroyar, og tað kann væl vera, at tað verður aktuelt aftur, um venjarin fer at úttaka meg, men fyribils hava eg givið av- boð. Er tað FCK, sum hevur trýst teg at geva avboð? – Als ikki. Hetta er mín avgerð, og eg vóni, at fót- bóltshugaðu føroyingarnir, sum eg veit fylgja væl við tí, sum gongur fyri seg í FCK, skilja avgerðina. Hvat er orsøkin? – At eg fleiri ferðir havi verið skaddur, tá eg eri komin aftur til FCK, eftir at eg havi verið á landslið- num, haldi eg vera tilvild- arligt. Men tað kemst ikki uttan um, at hetta lúrir í huganum. Ikki minst nú vit liggja so væl fyri at vinna DM, og tað harvið kann gerast veruleiki hjá okkum at spæla í Europa Cup og kanska í meistarakapping- ini. Eg haldi, at hesin næstan óttin fyri at verða skaddur, hevði havt ávirkað spælið hjá mær. Tá tú roknar við at verða skadd- ur, bert tú teg ikki at, sum tú annars plagar, og tað vísir seg ofta at hava skaðar við sær. Tí havi eg tikið torføru avgerðina, sigur Todi Jónsson. Búnast leingi Tá vit tosa meiri um hetta, ásannar Todi, at hugsanin um at halda frí frá lands- liðnum hevur spøkt leingi. – Tá vit í februar vóru við landsliðnum í Svøríki, tos- aði eg við Allan Simonsen um hetta. Hann bað meg – eisini fyri mítt egna besta – halda fram á landsliðnum, og eg lurtaði eftir honum. Allan Simonsen veit jú, hvat hann tosar um. Í mars fóru vit so til Luksemburg og Russlands, og øll kenna søguna, hvussu tað gekst, tá eg longu í 1. hálvleiki í Luksemburg varð skaddur. Tann veruleikin hevur skundað undir avgerðina, men hon hevur kortini verið torfør at tikið. Á heimasíðuni hjá einum Toda fjeppara í Danmark hava 542 fólk sagt sína áskoðan um framtíðina hjá Toda á landsliðnum. Iva- leyst er talan fyri tað mesta um føroyingar, og hjá teimum er litil ivi: 26 prosent halda, at Todi skal geva avboð, meðan 70,4 prosent halda, at hann skal ikki geva avboð til lands- liðið. Kvígir tú ikki fyri at koma í ringt ljós ímillum fótbóltshugaðar føroying- ar? – Tað vóni eg ikki. Eg eri ikki tann fyrsti fótbólts- spælarin, sum geri av at halda frí frá landsliðs- fótbólti. Eg rokni við, at føroyingar skilja, at í løtuni stendur nógv upp á spæl hjá mær, og at teir fegnir vilja hava, at tað framvegis fer at gangast mær væl. Todi Jónsson kom fyrstu ferð á landsliðið 15. juli í 1991, tá Turkaland og Sepp Piontek vitjaðu í Gunda- dali. Dysturin endaði 1–1, og Todi skoraði føroyska málið. Higartil hevur Todi spælt 43 landsdystir, og hann hevur skorað níggju mál. Norska felagið hevur nú fingið fatur í Håvard Flo, og nú tykist Kurt Mørkøre at vera langt afturi á álopsrøðini í felagnum NOREG Jákup Mørk Tað skerst ikki burtur, at klaksvíkingurin, Kurt Mørkøre, hevur havt eina umskiftiliga tilveru í norsk- um fótbólti. Síðani hann kom til Sogndal, hevur hann verið ein av hetjunum á liðnum og tað var ikki av ongum, at hann fekk eyknevni “Kong Kurt”. Men tað var ímeðan Sogndal spældi í næstbestu, norsku deildini, at Kurt var málslúkurin á liðnum. Síðani Felagið flutti upp í bestu deildina, tippuliguna, hevur tað hinvegin verið sera trupult hjá honum at vinna sær pláss á besta liðnum og hann hevur enn sítt fyrsta mál í ár til góðar. Flo komin Nú verður tað enn truplari hjá Kurt at koma á liðið, tí í vikuni hevur Sogndal fingið ein áleypara afturat. Tað hendi, tá ið felagið skrivaði undir ein tvey ára sáttmála við Håvard Flo, sum í løtuni spælir við enska 1. deildarliðnum, Wolverhamton. Flo verður til reiðar at tørna til fyri Sogndal tann 1. juli. Tað er hann sam- stundis leysur av sáttmál- anum við enska liðið og er sostatt ókeypis hjá Sogndal at ogna sær, stendur at lesa á norskum heimasíðum. Håvard Flo er ikki heilt ókendur í Sogndal. Hann spældi fyri felagið frá 1990 til ‘94. Síðani hevur hann verið í Stryn, AGF og Werder Bremen, áðrenn hann fór yvir um Ermar- sund. Eftirnavnið Flo er ikki ókent í norskum fótbólti. Håvard Flo er nevniliga systkinabarn brøðurnar Jostein Flo og tann enn meiri navnframa Tore Andre Flo. Leysur maður Mikumorgunin stóð at lesa á heimasíðuni hjá Verdens gang, Sogndal hevur boðað Kurt frá, at hann hevur frítt at fara, um onnur feløg sýna honum áhuga. Í yvir- skriftini spyr blaðið, um nakar vil hava vánaligasta leikaran í tippeliguni, og leggur afturat, at hann kann fáast fyri einki. Við hesum verður sipað til, at í fiktivu kappingini, VG-børsen, er Kurt tann leikarin, sum hevur lægsta miðalkarak- terin fyri avrik síni higartil. Við blaðið sigur Kurt, at hann sjálvandi er frustrer- aður um støðuna, og leggur afturat, at hann eisini veit orsøkina til, at tað ikki hevur gingist so væl hjá honum í ár. - Spælið hjá Sogndal í dag hóskar als ikki til mín. Styrkin hjá mær er inni í brotsteiginum, og meðan vit í fjør vanliga fingu eini 15 innlegg í dystunum, er talan í mesta lagi um tvey til trý innlegg í hvørjum dysti nú. Langir bóltar og kontraálop er ikki nakað fyri meg. Spurdur um framtíðina svarar Kurt, at hann enn ikki hevur gjørt nakað av í so máta. Hann vil sjálvandi fegin halda fram í bestu norsku røðini, men sigur seg eisini vera opnan fyri møguligum áhugaðum 1. deildarliðum. Tveir fyri- spurningar hava verið úr Føroyum, men hesum er landsliðsmaðurin ikki áhugaður fyri í løtuni. Todi hevur givið avboð – Eg havi havt sera ilt við at taka avgerðina. Hjartað hevur verið fyri at spæla við Føroyum, men skilið hevur sagt mær, at akkurát nú átti eg at geva avboð. Sogndal sleppur Kurt leysum Útlitini fyri spælitíð á besta liðnum hjá Sogndal eru sera vánalig, og nú hevur felagið boðað Kurt Mørkøre frá, at hann hevur frítt at fara 27 gult26 cyan26 magenta26 svart26 26 Nr. 98 - 24. mai 2001 Hósdagur 17. mai Heksene fra Warron Manor (38) – Amerikanska dramarøð Fyrsta uppgávan hjá Prue verður at avmynda ta óhepnastu kvinnuna í San Francisco, Maggie Murphy. Ein skelkað Prue bjargar í seinastu løtu Maggie Murphy og gandar hennara óeydnu burtur. Harvið hevur Prue lagt seg út við ta óndu megina, ið hevur plága Maggie við óeydnu í fleiri ár – og hesa megi við Prue hava beinda burtur, so at bannið kann halda fram. 08:45 Ricki Lake(G) 09:35 Træneren 10:05 Horton-sagaen(G) 10:55 Horton-sagaen 11:45 Melrose Place - classic 12:40 Vild med dig 13:10 Panter-tanter 13:40 Ricki Lake 14:30 Baywatch 15:25 Pæn pige - sej sild 15:55 Min kære familie 16:25 Ricki Lake 17:25 Sportsnyhederne 17:30 Sabrina - skolens heks 18:00 Susan - sød og single 18:30 Hvide Løgne 19:00 GRISK - når det gælder 20:00 Bidske bæster 21:45 Heksene fra Warren Manor 22:40 Vore værste år 23:10 Simpsons 23:40 Ti tommelfingre 00:10 Monty Pythons flyvende cirkus 00:50 Kojak 01:50 Caroline, karrieren og kærligheden 02:35 Vore værste år(G) 02:50 Monty Pythons flyvende cirkus(G) 03:25 Sunset Beach 04:10 Godnat 07.00 Tíðindi 07.05 Morgunlesturin Jákup Kass á Strondum lesur 07.15 Barnaløtan Jonna Olsen og Kári Sólstein stíla fyri 07.30 Tíðindi 07.35 Morguntónleikur 08.00 Tíðindi 08.03 Morgunrásin 09.00 Tíðindi 09.03 Morgunrásin 09.50 Morgunlesturin (e) Jákup Kass á Strondum lesur 10.00 Tíðindi 10.03 Fyrrapartsløg Kim Hansen stílar fyri 11.00 Tíðindi 11.03 Koparskrínið (e) Dánjal Joensen lesur 2. part av framhaldssøgu eftir Jens Paula Heinesen. 11.30 Undir døgurða 12.00 Veðurtíðindi 12.02 Middagstónleikur 12.15 Skráin og lýsingar 12.20 Tíðindini 12.40 Døgurðatónar 13.00 Heimurin í dag (e) Óluva Zachariasen leggur til rættis 13.30 Tónleikur 14.00 Fimmarin (e) Sigmar Bláberg stílar fyri 15.00 Tíðindi 15.03 Frívaktin Sending við tónleiki og práti um sjómanslív. Elis Poulsen skipar fyri 16.00 Tíðindi 16.03 Kári Annand Berg spælir tónleik 17.00 Tíðindini 17.05 Í Víngarðinum Símun Jóannesarson Hansen stílar fyri 18.05 Barnaløtan (e) Jonna Olsen og Kári Sólstein stíla fyri 18.25 Skráin og lýsingar 18.30 Tíðindini 19.00 Tilvera Armgarð Arge leggur 19.30 Harmonikutónar Flóvin Jacobsen skipar fyri 20.30 Á sanganna veingjum Gunnvør Poulsen stílar fyri 21.00 Tíðindi 21.05 Dagsetur Ginna Midjord skipar fyri 22.00 Rák Anita Ottosen stílar fyri 23.00 Tíðindi 09.45 Orðið - Bíbliulestur v/ Anju Hansen 10.00 Lættur tónleikur 11.00 Birgir Beinleiðis - Birgir Sondum við gesti 12.00 Tíðindi & Lýsingar 13.00 Leysaløtan - Innsløg, prát og tónleikur 14.00 Ynskiløtan - Heilsur frá lurtarunum 15.00 Tíðindi og lýsingar 15.15 Ynskiløtan (framhald) 16.00 Laila Beinleiðis - Country, Laila Jacobsen leggur til rættis 17.00 Norðlýsið! - Aktuell sending úr Studio 7 í Klaksvík. - John William og Oliver Joensen leggja til rættis 18.00 Tíðindi og lýsingar 18.15 Lættur tónleikur 19.00 Orð á leiðini EVR-sending - Pætur apostul: »Hin ólærdi, sum skrivaði!« - Jógvan Zachariassen leggur til rættis 19.40 Tónleikur 21.00 Tíðindi og lýsingar 21.15 Orðið (e) - Bíbliulestur v/ Anju Hansen 21.30 Girlzone - Undirhaldssending fyri ung, Súsanna Clementsen og Ruth Reinert skipa fyri. - Telefon: 359993 Fax: 359990 E-mail: girlzone@ras2.fo 13.00 Byrjan – Dagsskrá 13.15 Okkara dagliga breyð 13.30 Sjómanssendingin Vitin, vertur er M.C. Restorff (e) 15.00 Frá hjarta til hjarta (e) 17.00 Ungdómssendingin Get Ready v/ Rigmor og Rebekku 18.00 Dagsins Orð 18.05 Logos II tíðindi á Lindini 18.30 The Finishing Touch, ensk sending við tónleiki og práti. Vertur er Alex O’Campo 19.00 Brot og bitar ein ørvísi tíðindasending. 19.05 "The Finishing Touch" heldur fram 20.00 Tónleikur fyri børn. 20.30 Okkara dagliga breyð 20.40 Møti kunngeðir fyri komandi vikuskifti. 21.00 Bønarlinjan við gesti. Bønarevni kunnu ringjast inn frá kl. 20.00. Tlf. 321377 og til ber at senda fax á nr. 321379. Vertur: Jenis av Rana Vit gevast uml. middnátt 18.30 Mús og Múli 2 5 18.35 Jumanji 18 25 19.00 Teknifilmur 19.30 Á ferð við United Voices (e) 20.00 Dagur og Vika við Grannum okkara 20.50 Bryggjarin 1:12 – donsk røð 21.45 Vald andanna – donsk dokumentarrøð 22.25 Krimitímin: Dalziel og Pascoe 1:2 – ensk krimirøð 23.25 Liðugt 07:30 Golf 08:30 Car Racing 09:00 All Sports 09:30 Olympic Games 10:00 Tennis (Live) 19:00 Tennis 20:00 Tennis 21:00 Cycling 22:00 News 22:15 Rally 22:45 Football 00:15 News 00:30 Close 00.00 TLZ: »Reputations – Dr Martin Luther King – Days of Hope« 01.00 TLZ: »Future Fantastic – I, Robot« 02.00 TLZ: »What have the090s ever done for us?« 02.10 TLZ: »Background Brief – Time Travel for Beginners« 02.30 TLZ: »The Crunch - Commercial Union« 03.00 TLZ: »Environmental Solutions?« 03.30 TLZ: »Large Scale Production« 04.00 TLZ: »Talk Spanish – Ordering A Meal & Travelling Around« 04.15 TLZ: »Talk Spanish – Leisure Activities & Going Out in Town« 04.30 TLZ: »Zig Zag – Weather – Temperature« 04.50 TLZ: »Changing Places« 05.30 TLZ: »English Zone« 06.00 Noddy: »Noddy and the Broken Bicyc« 06.10 William's Wish Wellingtons: »William and The Alien« 06.15 Playdays 06.35 Insides Out 07.00 The Really Wild Show 07.30 Ready Steady Cook 08.15 Style Challenge: »Early Babies« 08.40 Real Rooms: »Bristol Hallway« 09.05 Going for a Song 09.30 Battersea Dogs Home 09.55 Antiques Roadshow: »Greatest Finds Special« 10.25 TLZ: »Horizon – Sudden Death« 11.15 Charlie's Garden Army: »Culross« 11.45 Ready Steady Cook 12.30 Style Challenge: »Crufts« 13.00 Doctors: »The Accused« 13.30 Eastenders 14.00 Real Rooms 14.30 Going for a Song 15.00 Noddy: »Noddy and the Broken Bicyc« 15.10 William's Wish Wellingtons: »William and The Alien« 15.15 Playdays 15.35 Insides Out 16.00 The Really Wild Show 16.30 Totp Eurochart 17.00 Changing Rooms: »Sheffield« 17.30 Doctors: »A Stranger in the Family« 18.00 Eastenders 18.30 Barking Mad 19.00 Are you being served?: »Grounds for Divorce« 19.30 Dad's Army: »The Godiva Affair« 20.00 Casualty 21.00 Goodness Gracious Me 21.30 Totp Eurochart 22.00 Summer in the Suburbs 23.30 Doctor Who: »Terminus« 00.00 BBC News 00.30 HARDtalk (r) 01.00 BBC News 01.30 Holiday (r) 02.00 BBC News 02.30 Reporters (r) 03.00 BBC News 03.30 Asia Today (r) 03.45 World Business Report (r) 04.00 BBC News 04.30 HARDtalk (r) 05.00 BBC News 05.30 Top Gear (r) 06.00 BBC News 06.30 Reporters (r) 07.00 BBC News 07.30 HARDtalk 08.00 BBC News 08.30 Talking Movies (r) 09.00 BBC News 09.30 Reporters Special (r) 10.00 BBC News 10.30 HARDtalk (r) 11.00 BBC News 11.30 Holiday (r) 12.00 BBC News 12.30 Reporters Special (r) 13.00 BBC News 13.30 HARDtalk (r) 14.00 BBC News 14.15 World Business Report 14.30 Top Gear (r) 15.00 BBC News 15.30 Reporters Special (r) 16.00 BBC News 16.30 Asia Today 17.00 BBC News 17.15 World Business Report 17.30 Talking Movies (r) 18.00 BBC News 18.30 World Business Report 18.45 Sport Today 19.00 BBC News 19.30 HARDtalk (r) 20.00 BBC News 20.30 Click Online Special 21.00 BBC News 21.30 World Business Report 22.00 BBC News 22.30 Life 23.00 BBC News 23.30 World Business Report (r) 23.45 Asia Today 05:00 Børne-hjørnet med Disney 07:05 Garfield og venner 07:35 TV-shop 08:20 Hvide Løgne(G) Fierce Creatures – Enskur amerikanskur skemtifilmur frá 1997 Tann gamli djóragarðurin Marwood er í fíggjarligum trupulleikum, og tá tann eirindaleysi ríkmaðurin McCain keypir garðin, ger hann av at sleppa sær av við øll djórini, tó ikki tey, ið eru veruliga vandamikil og spennandi. Tann nýggi leiðarin á garðinum, tann harðrendi Rollo Lee, og hansara felagi, tann avbera vakra Willa Weston, fáa tó skjótt at sanna, at arbeiðsfólki á garðinum ikki ætlar sær av við øll tey fittu djórini. Hetta elvir til nógvar skemtiligar hendingar. Hóskvøldið kl. 21.45 Hóskvøldið kl. 20.00 Tilvera Evnið í Tilveru hóskvøldið er ótti. Marit Poulsdóttir av Tvøroyri misti pápa sín brádliga, tá hon var 9 ára gomul. Hetta var ein stór sorg fyri hana, men tá varð ikki hugsað so nógv um børn, sum syrgdu. Øðrvísi er í dag. Nú skal sorgin gjøgnumlivast, so hon ikki dagar undan aftur. Hjá Marit kom sorgin framaftur, og sum hon vaks, gjørdist hon alsamt meiri bangin. Sálarfrøðingurin Ásvør Skaalum er eisini í útvarpsstovuni. Armgarð Arge leggur til rættis. Hóskvøldið kl. 19.00 C M Y K 26