hósdagur 24. mai 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 24. mai 2001
29
gult29 cyan29 magenta29 svart29
Hóast B36 vann ein
uppibornan og
hampuliga tryggan
sigur í fyrru
hálvfinaluni, so tykist
einki vera avgjøt
undan seinna
dystinum móti
grannunum
HÁLVFINALA
Jákup Mørk
At siga at tey í B36-
húsinum vóru fegin, tá tað
dýra biðjudag loksins eydn-
aðist at vinna ein týðandi
dyst móti HB, er einki at
siga til. Sum nevnt ta ferð-
ina, so er hetta ikki hent
síðani 1991, tá B36 vann á
grannunum í steypafinal-
uni.
Hvussu stórur týdning-
urin av sigrinum hesa ferð
er, ber tó ikki til at siga,
fyrr enn seinna hálvfinalan
eisini er fingin frá hondini,
og nógv er, sum bendir á, at
talan verður um eina sera
torføra uppgávu hjá B36.
Fleiri ivamál
Sum støðan var mikudagin,
var nevnliga ivasamt, í
hvønn mun B36 liðið
verður skert til dystin. Við
vissu kann staðfestast, at
Arnbjørn Danielsen, sum
hevur týdningarmikla leik-
lutin á aftasta manni, ikki
verður við, tí hann er
leikbannaður.
Harafturat hava bæði
Jens Kristian Hansen og
Pól Thorsteinsson drigist
við skaðar seinastu vik-
urnar. Jens Kristian var tó
og vandi týskvøldið, og
hetta gekk somikið væl, at
hann roknar við at vera
tøkur hósdagin. Við Pól var
heldur meira ivasamt. Hann
hevur verið til kanningar
hjá fysioterapeuti, men enn
er ikki staðfest, um talan er
um eina fipuspreinging,
ella
um
vøddarnir
í
lærinum bara eru strektir ov
nógv.
Tá vit mikudagin tosaðu
við Jens Kristian Hansen,
segði hann annars, at tað
avgjørt ikki verður nakar
verjufótbóltur, sum B36 fer
at spæla, hóast teir eru
framman fyri við tveimum
málum.
- Vit fara so avgjørt inn
fyri at vinna. At liggja í
verjustøðu í samfullar 90
minuttir fyri at verja tvey
mál, er alt ov vandamikið,
og kann gerast reint sjálv-
morð fyri okkara viðkom-
andi, heldur hann.
Tað sama í HB
Tað eru tó ikki bert teir
svørt/hvítu, sum merkja
sviðan av skaðum undan
seinnu hálvfinaluni. Hjá
HB er støðan á leið hin
sama, og í øllum førum er
vist, at hvørki Jóhannis
Joensen ella Andrew av
Fløtum eru við í hópinum.
Harafturat er í løtuni iva-
samt, um Uni Arge verður
tøkur.
Landsliðsmaðurin
hvíldi seg, meðan lið-
felagarnir vunnu á VB, men
enn er ógreitt, hvussu
álvarsligur
skaðin
í
lærinum er. Í vikuni hevur
hann ikki vant við fullari
ferð, men bert runnið
sjálvur. Tað telir helst eisini
við, at landsliðsuppgávur
standa fyri framman, og at
Uni tí helst ikki vil vága ov
nógv, bert eina viku undan
hesum.
Annars vónar liðskiparin
hjá HB, Rúni Nolsøe, at tað
fer at bera til hjá HB at
vinna tey bæði málini
innaftur.
- Tað er so í øllum førum
tí, sum vit mugu royna eftir.
Eg má viðganga, at tað sær
eitt sindur svart út, men
ógjørligt eigur hetta á
ongan hátt at vera.
Hagtalsliga er einki at
ivast í, at møguleikin er til
staðar hjá HB. Sum nevnt,
so hevur B36 ikki vunnið
týðandi dyst á HB síðani
1991, og hósdagin kl. 16.45
kann staðfestast, um talan
var um ein týðandi sigur
dýra biðjudag, ella um alt
stríðið kundi gera tað sama.
Síggið
FCK-
Brøndby
50 føroyingar fáa
nú møguleika at
ogna sær ferð og
atgongumerki til
stórdystin mill-
um FCK og
Brøndby
FÓTBÓLTSFERÐIR
Jákup Mørk
Einki er at ivast í, at
áhugin fyri dystin
millum
FCK
og
Brøndby hin 10. juni,
er sera stórur. For-
sølan av atgongu-
merkjum er langt
síðani byrjað, og alt
bendir á, at atgongu-
merkini nú eru um at
vera uppi.
Ferð fyri 2.000 kr.
Fyri fótbóltshugaðar
føroyingar er tað tí
helst ein kærkomin
møguleiki, at Atlan-
tic Airways og North
Atlantic
Football
Agency
(NAFA)
hava fingið hendur á
50 atgongumerkjum
til dystin, so før-
oyskir áskoðarar eis-
ini kunnu sleppa til
dystin.
Í felag hava hesi
feløgini nú gjørt eina
pakkaferð, har tú fyri
knappar 2.000 kr.
fært
flogseðil
til
Keypmannahavnar
og aftur, umframt at-
gongumerki til dyst-
in. Flogið verður úr
Føroyum hóskvøldið,
7. juni kl. 20.30,
meðan fráferðin heim
aftur verður úr Keyp-
mannahavn
mána-
morgunin. Tekning til
ferðina fer fram á
skrivstovuni hjá At-
lantic Airways, sum
eisini eru fús at
hjálpa, um luttakar-
arnir ynskja at gista á
hotelli tær fýra næt-
urnar í Keypmanna-
havn.
Lítið er at ivast í, at
áhugin fyri ferðini er
stórur. Tá Herfølge
við Jákupi Mikkelsen
í fjør gjørdist danskir
meistarar, fóru hópa-
tals klaksvíkingar til
Danmarkar at síggja
seinasta
dystin
á
árinum, sum var móti
júst FCK.
Hetta
er
fyrsta
royndin hjá NAFA at
skipa fyri slíkum
fótbóltsferðum, men
gongst eftir ætlan,
verður tað so avgjørt
ikki seinasta ferðin.
Tosað verður millum
annað um at gera
ferðir til Onglands, tá
flúgvingin hjá At-
lantic til Bretland
verður uppafturtikin.
Bæði í Runavík og í
Klaksvík eru fleiri
spælarar ivasamir
undan seinnu
hálvfinaluni
HÁLVFINALA
Jóannes Hansen
Jens Martin Knudsen er
leikbannaður, tá NSÍ Kristi
himmalferðardag
skal
royna at spæla seg í
steypafinaluna. At lands-
liðsmaðurin ikki verður við
er sjálvandi sera óheppið
fyri teir í Runavík.
Tá vit vóru í sambandi
við NSÍ, var tað ikki heilt
greitt, hvør skal verja málið
hjá teimum ímóti KÍ.
Tríggir
málverjar
hava
verið til venjingar í vikuni.
Tveir av teimum hava verið
unglingamálverjin Jákup
Helgi Hansen, sum tær
seinastu ferðirnar hevur
verið í málinum í 2. deild,
og Annfinn Thomsen, sum
í fleiri dystum í fjør vardi
málið hjá Sumba í 1. deild,
og sum hevur verið mál-
verji hjá NSÍ í unglinga-
deildini og onkuntíð í 2.
deild.
Triði
málverjin,
sum
hevur verið á vøllinum við
Løkin í hesi vikuni, er
Trygvi Mortensen. Í síni tíð
var hann ein tryggur aftasti
skansi á besta liðnum hjá
NSÍ, men nú eru fleiri ár
síðani, at hann var fastur
málverji.
Í fjør og í fyrraárið var
Trygvi Mortensen venjari
hjá NSÍ. Higartil í ár hevur
hann vegna stóra arbeiðs-
byrðu hildið seg burtur frá
fótbóltinum (hann hevur
kortini hugnað sær í 5.
deild). Men nú felagið hjá
honum so at siga var í neyð,
hevur veteranurin einki
havt ímóti at veita eina
hjálpandi hond, og heilt
nógv bendir á, at tað verður
Trygvi, sum verður síðsti
NSÍ skansin ímóti KÍ.
NSÍ hevur verið nógv í
eldinum seinastu vikurnar,
og tað sæst aftur í skaddum
spælarum. Christian Høgni
Jacobsen var ikki við í
Klaksvík síðsta sunnudag. Í
hesi vikuni hevur hann ikki
vant saman við liðfeløg-
unum, men teir í Runavík
vóna, at hann verður tøkur
ímóti KÍ.
Gert Langgaard fekk ein
løst í Klaksvík. Hann hevur
ikki vant saman við hinum í
hesi vikuni, og vit skilja á
lagnum, at hann er sera
ivasamur. Jónstein Petersen
noyddist at taka seg burt-
urúr venjingini týskvøldið.
Brynjolvur Nielsen var so
mikið illa fyri sunnudagin,
at hann var ikki førur fyri at
byrja inni ímóti KÍ. Týs-
kvøldið var hann í Vágum
við NSÍ unglingunum, og
teir rokna við, at hann
verður førur fyri at spæla í
hálvfinaluni.
Ivasom vinstra síða
Hjá klaksvíkingum hava
fyri tað mesta Fríðin Ziska-
son ella Símun Joensen
røkt ytsta plássið í vinstru.
Teir eru báðir sera ivasamir
undan hálvfinaluni. Fríðin
var ikki við sunnudagin.
Hann hevur verið plágaður
av fótskaða, sum hann fekk
undir venjing í síðstu viku.
Mánakvøldið royndi hann
at venja, men tað bar einki
til, og týskvøldið vandi
hann uttan bólt. Símun
Joensen hevur fyrr í vár
drigist við ein vøddaskaða,
sum nú aftur argar.
Ove Nysted hevur ikki
verið á vøllinum, síðani
hann varð skaddur í fyrru
hálvfinaluni,
og
hann
verður ikki við í Runavík.
Á pluss síðuni hjá KÍ telur
tað, at Atli Danielsen, sum
hevur verið burturi frá
orsaka av bruna í beininum,
í hesi vikuni hevur vant
saman við hinum.
Bíða leingi
NSÍ hevur ongantíð verið í
finaluni, síðani tað í 1989
var farið undir at kappast
um løgmanssteypið. 6. juli
Í 1986 var ein fagnaður-
dagur hjá NSÍ. Tá spældu
teir finaluna um ísafjarð-
arsúluna í Gundadali. Mót-
støðuliðið var LÍF, og NSÍ
vann 2–1. Jens Martin
Knudsen vardi NSÍ málið
ta ferðina. Nú er hann
leikbannaður.
Trygvi
Mortensen var ta ferðina
útispælari hjá NSÍ. Hesa
ferð skal hann verja málið.
Eingin av hinum, sum í ár
manna NSÍ liðið, hevur
verið við í steypafinalu.
Umframt í 1986 hevur NSÍ
eina aðru ferðina verið í
steypafinaluni. Tað var í
1985, tá teir taptu ímóti GÍ.
Klaksvíkingar hava fleiri
ferðir verið í steypafinalum
í níti árunum. Teir vunnu
finalurnar í 1990, 1994 og í
1999, og tá teir fara til
Runavíkar at telvast um
finalupláss,
men
1994
hálvfinalan standa framm-
arlaga í huganum. Tað árið
vann NSÍ fyrru hálvfinal-
una í Klaksvík 2–1. Men
KÍ vann 4–1 í Runavík. Tá
fyrra hálvfinalan næst-
síðsta sunnudag var í
Klaksvík, var úrslitið 1–1.
Einki er avgjørt enn
Fyri fjórðu ferð í ár hittast B36 og HB í steypakappingini, og alt bendir á, at dysturin hósdagin
verður tann mest spennandi av hesum fýra
Trygvi skal verja NSÍ málið
29
28
Nr. 98 - 24. mai 2001
gult28 cyan28 magenta28 svart28
Tað er greitt, at
umframt Toda
Jónsson verður
heldur ikki lið-
formaðurin, Jens
Kristian Hansen við
ímóti Sveis og
Jugoslavia
LANDSLIÐ
Jóannes Hansen
Í gjár kunngjørdi Allan
Simonsen, landsliðsvenjari,
hvørjar átjan spælarar hann
ætlar at hava við til heima-
dystirnar ímóti Sveis og
Jugoslavia. Einki er at ivast
í, at venjarin hevði viljað
havt tveir spælarar, sum
ikki eru ímillum teir átjan,
ímillum tey fyrstu nøvnini
á pappírinum.
Umframt Toda Jónsson,
so er stórur saknur í lið-
formanninum tey seinastu
árini. Vøddaskaðin hjá Jens
Kristiani Hansen er so
mikið álvarssamur, at tað
tykist vera greitt, at B36
maðurin ikki verður førur
fyri at spæla landsdystir um
eina góða viku.
Í hópinum er ein spælari,
sum ikki hevur spælt á
landsliðnum
áður.
Ikki
óvæntað hevur venjarin
sent boð eftir Helga L.
Petersen, sum í steypa-
kappingini og serliga í
fyrstu fýra umførunum í
landskappingini
hevur
verið sera væl upplagdur á
GÍ liðnum. Tað kundi sæð
út sum um landsliðsvenj-
arin
hevur
úttikið
GÍ
spælaran, tá tað var greitt,
at Todi Jónsson ikki verður
við hesa ferð.
Helgi L. Petersen var í
hópinum, tá Føroyar í 1997
á heimavølli vunnu 2–1
ímóti Malta. Helgi var á
beinkinum allar 90 minutt-
irnar, og síðani tá hevur
hann ikki verið í lands-
liðshópinum. Í blaðnum
týsdagin
segði
Jógvan
Martin
Olsen,
hjálpar-
venjari hjá Allani Simon-
sen, at teir tríggjar ella fýra
ferðir høvdu sent boð eftir
Helga, men at hann hevði
borið seg undan. Í sama
blaði segði Helgi, at nú var
hann tøkur á landsliðnum,
og í gjár sendi landsliðs-
venjarin boð eftir honum.
Átjan manna landsliðs-
hópurin sær hesa ferð
soleiðis út: Jákup Mikkel-
sen, Herfølge BK, Jens
Martin Knudsen, NSÍ, Óli
Johannesen, Hvidovre IF,
Hans Fróði Hansen, B68,
Pól Thorsteinsson, B36,
Johan B. Hansen, OB,
Allan Mørkøre, HB, Øssur
Hansen,
B68,
Fróði
Benjaminsen, B68, Sámal
Joensen, GÍ, John Petersen,
B36,
Julian
Johnsson,
Sogndal IL, Rógvi Jacob-
sen, HB, Jákup á Borg,
B36, Kurt Mørkøre, Sogn-
dal IL, Christian Høgni
Jacobsen, NSÍ, Helgi Lam-
hauge Petersen, GÍ og Uni
Arge, HB.
Fleiri av úttiknu spælar-
unum vóru ikki við í 1.
deild sunnudagin, tí teir
vóru skaddir. Uni Arge var
ikki á HB liðnum ímóti VB,
Julian Johnsson spældi ikki
við Sogndal, og Pól Thor-
steinsson noyddist at taka
seg av vøllinum, tá B36 var
í Gøtu.
Harafturat vóru onkrir
spælarar ikki á vøllinum, tí
teir vórðu ikki mettir at
vera nóg góðir til besta
liðið. Tað snýr seg um Kurt
Mørkøre í Sogndal og
Johan B. Hansen í OB.
Ov lættir
Onkrir av spælarunum,
sum hava verið við tær
síðstu ferðirnar, tykjast ikki
at hava verið komnir upp á
tal, tí teir eru so mikið
skaddir, at teir hava ikki
spælt síðstu vikurnar. Her
hugsa vit um HB menninar
Jóhannis
Joensen
og
Andrew av Fløtum.
Súni Olsen, sum spælir í
FC Zwolle í næstbestu
deildini í Hollandi, er ikki
úttikin. Hann var heldur
ikki úttikin til dystirnar í
Luksemburg og Russlandi,
men tá Uni Arge gjørdist
sjúkur, vórðu boð send eftir
Súna Olsen.
Tveir spælarar, sum hava
spælt nógv á landsliðnum,
men sum ikki hava verið
við tær síðstu ferðirnar,
hava staðið seg væl í lands-
kappingini, og tí kundi
kanska roknast við, at boð
fóru at verða send eftir
teimum. Men Allan Simon-
sen tykist ikki halda, at tað
longur er pláss fyri Jan C.
Dam og Henningi Jarnskor
ímillum teir átjan bestu
føroysku spælararnar.
Landsliðsspælararnir
skulu møta hósdagin í kom-
andi viku. Tá fara teir at
fyrireika seg til dystin ímóti
Sveis,
sum
verður
á
Svangaskarði leygarkvøld-
ið 2. juni, sum er hvítu-
sunnuaftan, klokkan 19.15.
AB og
Silkeborg
stríðast um
Europa
Danska steypa-
finalan verður
sum vant leikt
kristi himmal-
ferðardag
DANMARK
Jóannes Hansen
Kristi himmalferðar-
dagur er steypadagur
í Danmark. Í flestu
londum eru traditión-
ir knýttar at fótbólt-
inum og ikki minst at
steypakappingunum.
Í Danmark er finalan
í
steypakappingini
altíð í Parkini Kristi
himmalferðardag, og
soleiðis er tað eisini í
ár.
Tað eru AB og
Silkeborg, sum skulu
stríðast um eitt pláss í
UEFA Cup. AB hev-
ur tríggjar ferðir áður
verið í finaluni, með-
an Silkeborg ong-
antíð áður hevur nátt
so langt.
Álopsspælarin og
toppskjúttin
hjá
Silkeborg,
Henrik
Pedersen, segði týs-
dagin á tíðindafundi í
Parkini, at finalan
ímóti
AB
verður
næststørsta fótbólts
avbjóðingin hjá hon-
um. Størstu avbjóð-
ingina helt hann tað
vera, tá hann 16.
august í fjør fyri
fyrstu ferð spældi á
landsliðnum. Tað var
tá Danmark vann 2–0
á Føroyum á Tórs-
vølli.
Tað verður sagt úr
Danmark,
at
tað
framvegis væl sást á
grasinum í Parkini, at
Grand Prix finala var
har
fyri
stuttum.
Serliga har pallurin
var, er tað framvegis
berligt.
Týsdagin
vóru níggju túsund
atgongumerki seld til
finaluna. Í hesi vik-
uni hevur veðrið ver-
ið gott í Danmark, og
heldur tað sær, so
vera tað ivaleyst fleiri
enn fimtan túsund
áskoðarar til final-
una.
Silkeborg er næst-
fremst í superliguni,
og AB er fjórði aftast.
Men síðsta sunnudag
vann AB í lands-
kappingardysti 2–1 í
Silkeborg.
Næsti maðurin hjá
FSF aðalskrivaranum
er læraralærdur og fer
at taka við nýggja
starvinum 1. juli
UMSITING
Jóannes Hansen
Nú er tað greitt, hvør tað
verður, sum skal røkja
nýggja starvið í Fótbólts-
sambandinum. Fyrr í vár
lýsti FSF eftir einum vara-
manni til aðalskrivaran.
Ísak Mikladal segði fyri
nøkrum vikum síðani her í
blaðnum, at fleiri enn fimm
umsóknir vóru til starvið,
og nú hava teir í Fótbólts-
sambandinum gjørt av, at
Virgar Hvidbro skal setast í
starvið. Hann tekur við FSF
starvinum 1. juli.
Nýggi maðurin í FSF
umsitingini er 33 ára
gamal. Hann tók lærara-
prógv á Føroya Lærara-
skúla í 1995. Virgar er
ættaður úr Klaksvík, og í
fleiri ár var hann lærari í
skúlanum við Ósánna. Tey
seinastu árini hevur hann
verið í starvið hjá Arbeiðs-
eftirlitinum í Tórshavn, har
Virgar er búsitandi.
Í umsitingini hjá Fót-
bóltssambandinum eru nú
trý fólk í føstum starvi.
Umframt aðalskrivaran og
nýggja
varamannin
er
Guðrið Joensen á FSF
skrivstovuni. Jógvan Mart-
in
Olsen,
sum
hevur
ábyrgdina av øllum ung-
dómslandsliðunum og sum
er hjálparvenjari hjá Allani
Simonsen,
er
eisini
í
fulltíðarstarvi hjá FSF.
Helgi er nýggjur á landsliðnum
Í týsdagsblaðnum vísti Jógvan Martin Olsen á, at Helgi máttu geva eina útmelding. Hesum
svaraði rituvikingurin aftur, og nú er hann so aftur í landsliðshitanum
Virgar varaskrivari
FSF hevur sett Virgar
Hvidbro sum varaskrivara
C
M
Y
K
28