hósdagur 24. mai 2001síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 98 - 24. mai 2001
Nr. 98 - 24. mai 2001
31
gult30 cyan30 magenta30 svart30
gult31 cyan31 magenta31 svart31
Ein BMW var tikin
fyri at koyra ov skjótt.
Mondeoin hevði eina
toppferð upp á 231.
Peugeot 406 TS6
hevur 3000 kubikk og
einar 200 hestakreftir.
Fy! Hesi yvirklassa-
dýrini áttu at
skamma seg at keypa
heimsins tryggastu
bilar. Ella hvat?
Óla Jákup Rólantsson,
tíðindamaður, skrivar:
Vit leita framvegis eftir
syndabukkum!
Men vit gera tað sum hund-
ur, melur um heitan greyt.
Bilurin hevði alt ov stóran
motor. Dekkini vóru slitin.
Tað regnaði. Eitt transfor-
matortorn
stóð
skeivt
»plaserað« langt við síðuna
av vegnum. Autoverjan var
ov lág til lágt flúgvandi bil-
ar. Svingið var ov krapt til
trídupult loyvda ferð. Tað
var sera myrkt og ov vánal-
igt sýni at koyra 130 km/t.
Førarin sat ikki í trygd-
arbelti. Tað var ov hált at
koyra 100 km/t í bygdum
øki. Hann koyrdi útav í ein-
um krøppum svingi við 120
km/t – orsøkin var, at eing-
in autoverja var!?!
Og so framvegis.
Kanska eru vit føroyingar
so kurteisligir, at vit av ber-
um umhugsni mótvegis
teimum syrgjandi ikki vilja
kalla ein spaka fyri ein
spaka. Og tað er rætt og
slætt syndarligt. Tí øll vita
vit, at hvørki ferð, stórir
motorar, dekk, regn ella
hálka í sjálvum sær drepa
nakran. Øll ábyrgdin liggur
á føraranum. Men kortini
leita allir fjølmiðlarnir og
ábyrgdarfólk annars hvønn
einasta dag eftir øðrum at
hanga ábyrgdina uppá.
Skjýtur tú fólk við byrsu,
fært tú samfelagsins dóm
beinanvegin – tann, ið
brúkti byrsuna, fær ábyrgd-
ina, ikki byrsan. Byrsan
verður ikki plomberað,
men hann, ið skeyt og drap,
verður plomberaður í eini
klyvu.
Eg fari at loyva mær at
kalla ein spaka fyri ein
spaka og halda fast um, at
við
nøkrum
ómetaliga
fáum undantøkum hevur
førarin alla ábyrgdina av
vanlukkuni.
Eitt ófatiligt álit á
ungdómin
Vit hava einki álit á einum
maskinsmiði, fyrr enn hann
hevur lært í 4 ár. Tástaðni
verður hann hildin egnaður
til sítt arbeiði. Skulu vit
góðtaka, at hann sleppur at
stjórna stórum maskinum á
okkara fiskiskipum ella
strandfaraskipum, so skal
hann hava minst 6 ára út-
búgving. Vit sleppa heldur
ikki skipsførarum til róðurs
uttan skúla og drúgva sigl-
ingstíð. Og eingin hevði
droymt um at sett seg í
flogfarið hjá Atlantic, um
Hans Hansen var 18 ára
gamal og hevði fingið ser-
tifikatið eftir 5 vikum. Vit
seta ómetaliga strong krøv
til Hans Hansen, áðrenn
hann fer á flog við 70
ferðafólkum. Men vit seta
lítil og fá krøv til bussførar-
an, ið hvønn dag koyrir við
70 børnum gjøgnum bratt-
lendi í hálku og vána sýni.
Eingin okkara hevði góð-
tikið, at Atlantic Airways
hevði eina flogvanlukku
árliga. Ella at Smyril Line
og Skipafelagið høvdu eitt
»forliss« 3. hvørt ár. Men
vit góðtaka, rokna við og
innrokna hagfrøðiliga, at
tað skulu henda so og so
nógvar ferðsluvanlukkur í
meðal árliga. Og hóast vit
kenna bæði trupulleikan og
syndararnar, so mala vit
rundanum, og at kalla einki
verður gjørt.
Og tað er eitt fantastiskt
álit, vit vísa teimum 18 ára
gomlu. Eftir nøkrum vikum
fáa tey koyrikort í eini ras-
andi kapping millum koyri-
lærararnar. So skjótt sum
møguligt. Nakrar dagar
seinni kunnu tey spáka sær
inn á Bileftirlitið og taka
koyrikort til trailara og har-
við fáa loyvi at stjórna ein-
um 50 tons akfari við
motororku á stødd við ein
línubát. Gerið so væl!
Koyrið bara! Tey hava undir
eftirliti nakrar tímar klárað
at skifta gear, steðga við
hávatenn, blunka rættan
veg, blenda fyri mótkoyr-
andi ferðslu og at bakka, og
síðani hava tey staðið eina
teoretiska roynd, eftir at tey
í ein mánað hava lært seg
Koyribókina uttanat.
Og harvið fáa tey somu
rættindi sum øll onnur í
ferðsluni.
Og so fara tey út í ferðsl-
una. Løgregla og trygging-
arfeløg staðfesta ferð eftir
ferð og ár eftir ár, at hesi
gera skaðarnar. Hesi fáu
eru tey vandamestu. Hesi
eru tey, sum doyggja og
drepa í ferðsluni. Trygging-
arfelagið Føroyar staðfest-
ir: »Tað veika liðið í allari
bilkoyring er førarin. Tað
eru ógvuliga fá óhapp, sum
ikki henda av mannaávum.
Í 3 av 4 førum var bilførarin
millum 18 og 20 ár, og for-
eldrini áttu bilin!« Og nið-
urstøðan hjá báðum trygg-
ingarfeløgunum er, at høv-
uðsorsøkin til vanlukkurnar
millum hesi ungu er, at tey
yvirmeta síni sjálvsevni og
evnini hjá bilinum.
Spurningurin er so, hví
hesi ungu yvirmeta bæði
sín egna førleika og evnini
hjá bilinum. Svarið er so
æviga einfalt: Tey kenna
ikki mørkini. Tey kenna
ikki bilin. Tey duga rætt og
slætt ikki at koyra bil!
Flestu teirra eru uppvaksin
innpakkað í vatt, hava aldri
dálkað sær fingrarnar, og
hava
ikki
hóming
av,
hvussu »delikat« eitt tílíkt
instrument sum ein bilur er.
Harnæst er bilurin vorðin
ein so stór sjálvfylgja, at
virðingin fyri honum er
ikki størri enn fyri øðrum
dagligum brúksamboðum.
Tey virða ikki bilin og
kenna ikki hann, tey hava
einki »følilsi« við bilinum,
og duga ikki at handfara
hann, sum tann útlærdi
smiðjumeistarin
handfer
dreygubonkin. Tey eru líka
klossut í bilinum, sum
fyrstu ferð, mamman nokt-
aði at smyrja breyðflísina
fyri tey. Men sjálvsálitinum
hjá einum 18 ára gomlum
bilar sjálvandi einki – ser-
liga ikki, tá »imagið« verð-
ur innpakkað í babbasa bil!
Herferðin móti kubikkunum og
leitanin eftir syndabukkum
Óla Jákup Rólantsson
um villu ferðsluna og
royndina at finna
syndabukkar
Ikki á nøkrum øðrum øki
høvdu vit góðtikið slíkt
skila- og ábyrgdarloysi. Og
hvat er so tað smartasta, vit
kunnu finna uppá?
Jú, at plombera bilarnar!
Eg eri rúkandi ósamdur.
Adressan er skeiv. Tað eru
ikki bilarnir, men førararn-
ir, ið skulu plomberast!
Utopi
Í fyrsta lagi er tað utopi at
tosa um at plombera bilar
nú. Sjálvt um viljin er til
staðar, kann hetta ikki
gjøgnumførast fyrstu 10
árini. Helst als ikki. At tosa
um eftirlit við GPS verður
helst líka stór utopi – sum
Óla Svenn Nolsøe vísti á,
so verður hetta ov nógv
»big brothter« til bæði pol-
itikarar og vanlig fólk at
slúka. Og tað verður tað
helst í eitt ættarlið afturat.
Í øðrum lagi ger samfel-
agið ikki sína skyldu sum
er. Tað eru tvær ólavsøkur
síðani, at løgmaður prokl-
ameraði 0-hugsjónina í
Føroyum. Eg veit bara um
ein fund í nevndini, sum
skuldi gera og kunngera
arbeiðssetningin. Fundurin
var slitin, tí klandur tók seg
upp um, hvør skuldi verða
formaður. Mær vitandi hev-
ur eingin fundur verið síð-
ani. Tað er álvari í alm-
ennum arbeiði, síggja tit!
Høvuðstankin í 0-hug-
sjónini er, at eingin skal
doyggja ella koma álvars-
liga til skaða í ferðsluni.
Størsti arbeiðssetningurin
er tí at forða fyri, at sama
vanlukka kann henda aftur.
Har, sum ein vanlukka er
hend, verða fysisku um-
støðurnar broyttar soleiðis,
at sama vanlukka rætt og
slætt ikki kann henda aftur.
Men í Føroyum hendir
einki, og aftan á hálvtann-
aðhundrað almennar út-
varpsferðslusendingar havi
eg enn ikki kunnað stað-
fest, at myndugleikarnir
hava broytt nakrar fysiskar
umstøður, har vanlukka er
hend, soleiðis at sama van-
lukka ikki kann henda
aftur.
Eg kann ikki í mínum
villasta fantasii ímynda
mær, at okkara politikarar
nakrantíð koma at sam-
tykkja nakað inntriv í fræls-
ið hjá fjøldini, tí nøkur heilt
fá ikki kunnu hátta sær. Tí
løgfrøðiliga svarar tað til at
fáa fullkomið rúsdrekka-
bann, tí nøkur fá drekka ov
illa.
Spurdi forrestin ein dagin
ein løgreglumann, sum
hevur arbeitt nakað við
hagtølum
um
ferðslu-
vanlukkur, um nakað hald
var í, at fleiri vanlukkur
hendu við bilum við stórum
motorum. Hann svaraði
ótrúliga skjótt: »Nei, tað er
einki samband millum álv-
arsligar vanlukkur og stórar
motorar. Orsøkirnar eru
oftast antin brennivín ella
býttheit!«
Samfelagið í
skammikrók!
Vit kenna syndararnar.
Bæði løgregla og trygging-
arfeløg hava staðiliga víst
á, hvar vandin liggur. Sálar-
frøðingar stíga nú fram upp
á skift og viðurkenna tað
sama: Vit vita, hvørji tey
eru, og – so mikið verri –
vit vita eisini, hví tey eru,
sum tey eru. Sammeta vit
samfelagið við ein skúla-
flokk í hesum føri, so vistu
skúlaleiðsla, lærarar, lestr-
arvegleiðarar, sálarfrøðing-
ar og øll onnur, hvørjir
næmingar høvdu trupul-
leikar,
hvør
skuldi
í
skammikrók og hvørjum
tørvaði eykafrálæru.
Og KORTINI tykist, sum
at vit vilja velja eina høpis-
leysa loysn, nevniliga at
seta allan flokkin í skammi-
krók! Øll skulu revsast og
fáa skert síni rættindi fyri
misbrotini hjá teimum fáu.
Komikkurin er altso full-
komin, tá ið vit seta alt
samfelagið í skammikrók,
tí sálarfrøðingar meta, at
ein evarska lítil partur av
ungdóminum má sleppa at
»avvikla«
eitt
sokallað
»adrenalinrush«.
Hvat gera vit so?
Tá vit nú vita, hvørjir teir
potentiellu brotsmenninir
eru, so átti ikki at verið so
torført at gjørt nakað til tess
at forða teimum at útinna
síni brotsverk. Lat okkum
taka útbúgvingina fyrst.
Hon er stutt sagt alt ov
vánalig. At 40% av teimum
ungu, sum vegna skilaleysa
koyring eru kravd til eftir-
ansandi koyriroynd, als ikki
standa royndina, sigur í
sjálvum sær, at nakað er
galið.
Okkurt er eftir mínum
tykki eisini vindandi galið
við teoretisku undirvísing-
ini, tá ið ungir menn, t.d.
bilmekanikarar, ofta hava
torførari við at standa
royndina enn onnur, sum
ongan kunnleika hava til
bilar. Teoriin er so fremm-
and fyri teimum, at teir
skilja
hana
ikki.
Tey
bókliga næmu hava munin
lættari við at læra Koyri-
bókina uttanat. Tað kundi
bent á, at her lekur álvars-
liga millum teori og praks-
is.
Tað gleðiliga er kortini,
at Bileftirlitið hevur boðað
frá eini munandi strangari
koyrikortareglugerð.
Mítt uppskot eru stutt og
greitt longri venjing. At
læra at brúka og kenna ein
bil upp á 18 tímar er full-
komiliga burtur úr vón og
viti. Vit mugu gjøgnumføra
okkurt slag av royndarkoyr-
ing. Vit mugu innføra eitt
royndarkoyrikort, sum í
minsta lagi tvey tey fyrstu
árini hongur í einum kløn-
um tráð. Og vit mugu hava
eina stigskipan, sum veru-
liga hevur eina tálmandi
ávirkan á førararnar.
Vit mugu eisini hava eina
koyribreyt til venjingar og
kappingar. Helst saman-
tvinna hetta saman við
hálkubreytini. Adrenalinið
má skolast út, og onga-
staðni verður hetta gjørt
betur enn á eini kappkoyr-
ingar- ella stuttleikabreyt.
Og ongastaðni vil ung-
dómurin læra at kenna bilin
so væl, sum akkurát á stutt-
leikabreytini. Tey læra –
helst frá heilt ungum árum
– at kenna mørkini, hvat
bilurin tolir, hvat hann
kann, tey læra tann hárfína
balansan millum væleydn-
að og miseydnað avrik. Tey
læra at gerast eitt við bilin,
at »lata seg í hann«, læra
følingina og at síggja bilin
sum ein part av sær sjálv-
um, ella seg sjálvan sum
part av bilinum.
Har fært tú góðar bilfør-
arar, sum fáa virðing fyri
bilinum – í sterkari kontrast
til nógv av hesum deytun-
um, sum eftir 18 tíma
skúlakoyring
eru
full-
komiliga fremmand fyri
bilinum, og annaðhvørt
ræðast bilin, ella bert síggja
hann sum potensforleingj-
ara. Í báðum førum eru tey
lívshættislig.
Ein off-road ella folk-
racebreyt er so einføld og
bílig, at lata myndugleik-
arnir Sofusi Hansen eina
blaðkúgv fríggjadag og
sleppa honum niðan á
oynna, so er breytin klár
leygardag!
Løgreglan ov stirvin
Ferðsluløgreglan í Føroy-
um ger eitt gott arbeiði. Eitt
sera gott arbeiði, um ein
sammetir við arbeiðsork-
una. Men tað líkist svart-
asta ongum, at løgreglufólk
standa fram alment og siga,
at her hjá okkum henda
vanlukkurnar, tá ið løgregl-
an svevur, og her hjá okk-
um vita og fylgja tey ungu
við, nær løgreglan fer heim
at leggja seg. Hetta eru
konkret dømi um í 4 løg-
regluøkjum í Føroyum.
Orsøkin er vantandi játt-
an til náttarkoyring. Eitt
øðrvísi arbeiðsbýti og ein
løgregla, sum er úti á vakt
døgnið runt, má vera eitt
minstakrav, nú løgreglan
verður yvirtikin.
Eitt annað mál eru foto-
fellurnar. Tað ber ikki til ár
eftir ár at skjóta seg undir,
at tað ikki eru ráð at keypa
eitt ella fleiri fototól. Vit
mugu og skulu hava hesi,
vit skulu hava eina asins
rúgvu av fotokassum á veg-
unum, og um so løgreglan
bara eigur tvey fototól at
seta í kassarnar, so hjálpir
tað, um fólk ongantíð vita,
hvørjum
kassum
tólini
standa í. Effektin er hin
sama.
Ein einfaldgerð av ar-
beiðnum hjá ferðsluløg-
regluni við kontantari av-
rokning á staðnum, tað,
sum t.d. í Noregi eitur »for-
enklet forlegg«, hevði spart
løgregluna fyri eini rúgvu
av skriviborðsarbeiði og
leysgivið meira arbeiðs-
orku til eftiransan.
Verndareinglar og
náttarbussar
Hyggur ein at ræðuligastu
vanlukkunum, hendar eru í
Føroyum, sæst tíverri, at
foreldrini eiga eina sera
stóra ábyrgd. Líkasælan er
ov stór, og álitið á tey heilt
ungu er alt ov stórt. Lykl-
arnir til babbasa bil hanga
ofta til fría nýtslu.
Tað er ótrúliga torført at
broyta fatanina hjá ungum,
sum eru uppvaksin í bili,
sum síggja bilin sum bæði
hugnakliva og flutnings-
amboð. Bilurin er manga-
staðni ikki bara bilur, men
eitt sosialt fyribrigdi. Bilur-
in kann vísa ein ávísan
sosialan status, og hann
kann rætt og slætt vera ein
potensforleingjari. Men í
flestu bygdum í Føroyum er
hann eitt sosialt fyribrigdi,
fyrst og fremst eitt flutn-
ingsamboð,
næst
ein
hugnaklivi.
Nú náttarbusskoyringin
hevur tikið seg upp manga-
staðni, so verður ábyrgdin
enn einaferð í mestan mun
flutt yvir á foreldrini. Tí nú
ber til at siga nei, tí bussur-
in koyrir kortini. Men bert
ein lítil løta í miðbýnum í
Havn eitt vikuskifti avdúk-
ar, at talið á fínum babbasa
bilum ikki minkar, heldur
hinvegin.
Mær dámar væl hug-
skotið um verndareinglar.
Trúgvi ikki, at nakað ávirk-
ar tann unga mannin so
nógv, sum at genturnar siga
nei, at genturnar gera tað
ósmart at fara í býin við bili
og leggja harðliga og kont-
ant eftir teimum, sum koyra
svakt ella ávirkaðir. Eitt tíl-
íkt samarbeiði millum løg-
reglu og verndareinglar,
sum byrjað er í Danmark,
er fyrimyndarligt.
Hetta skuldi verið tikið
upp beinanvegin í Føroy-
um. Tá ið vit ikki enn
stjórna løgregluni sjálvi, so
eigur
Ferðslutrygd
við
stuðuli frá landsstýrinum at
taka hetta stig. Hetta skuldi
verðið gjørt saman við hug-
skotinum hjá Hans Jákupi
Hermanssyni um strangar
dómar fyri »gíslatøku«,
hetta at bilførarar fáa sera
harðan dóm fyri at koyra
ørt við fólki í bilinum.
Taka vit samanum størstu
trupulleikarnar síggja vit,
at
• tryggingarfeløgini stað-
festa, at nærum allar van-
lukkur henda av manna-
ávum,
• at í 3 av 4 førum var bil-
førarin millum 18 og
20 ár, og
• foreldrini áttu bilin
• Harnæst hava tvær politi
støðir alment staðfest, at
ringastu vanlukkurnar
henda, meðan løgreglan
svevur
Í hesum fýra punktunum
hava vit bæði orsøkirnar og
úrslitið.
Førarin
hevur
ábyrgdina, 75% av teimum
yngstu duga ikki at koyra
bil, men sleppa kortini at
brúka babbasa bil, og
stórstu
vanlukkurnar
henda, meðan løgreglan
svevur.
Vit loysa ongar av hesum
trupulleikum við einum
uppskoti um at plombera
bilarnar.
C
M
Y
K
31
30