Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-18, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 vinnan Nr. 245 - 18. desember 2007 Tað eru framvegis línuskipaflotin, sum hevur nógv tey flestu ársverkini í føroysku fiskiskipavinnuni. Á øðrum pássi koma partrolararnir FiskiFloti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á framløgufundinum, sum grannskoðarafelagið Ras­ mussen & Weihe skipaðu fyri í síðstu viku, fingu vit eisini eina talvu, sum sýnir samlaðu ársverkini í før­ oyska fiskiskipaflotanum. Eins og øll hini árini, síðan felagið fór undir sína greining, eru tað línuskipini, sum hava tey flestu ársverk­ ini. Hetta kemst í fyrsta lagi av, at skipini eru so nógv í tali, og haraftrat kemur, at manningartalið er so stórt. Flestu línuskip hava 14 mans við hvønn túrin. Taka vit ársverkini í før­ oyska fiskiskipaflotanum sum heild síðan ár 2002, vuksu hesi árini 2002­2003, men øll árini síðan eru tey vorðin færri í tali. Samlaða talið av ársverk­ um í 2002 var 1.151, og árið eftir var talið 1.190 – ella 39 fleiri. Síðan hevur talið verið minkandi, til árs­ verkini í 2006 vóru 1.052 í tali, sum er 99 færri. Árini 2005­2006 gjørdust ársverkini 3,2% færri. Tilsamans 327 ársverk vóru í línuskipaflotanum í 2006, og á øðrum plássi komu ársverkini umborð á partrolarunum, sum vóru 141 í tali. Á triðja plássi komu verk­ smiðjutrolararnir við 130 og á fjórða plássi ársverkini umborð á tí, sum í grein­ ingini verður rópt ”onnur skip, við 129 ársverkum. Flestu av teimum 129 árs­ verkunum við øðrum skip­ um, eru burtur, tí uppi í hes­ um var manningin umborð á Atlantic Navigator, sum ikki er longur í føroyska fiskiskipaflotanum. Teir skipabólkar, sum stóðu seg best í 2006, vóru pelagisku skipini og verk­ smiðjutrolararnir. Hesir høvdu ávikavist 111 og 130 ársverk í 2006. Línuskipini eiga flestu ársverkini Tað eru framvegis línuskipini, sum eiga tey flestu ársverkini í føroyskari fiskiskipavinnu – við 327 ársverkum í 2006 Mynd: FMF Demokratia handar álit Hósdagin 20. desember fer Demokratia – Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki – at handa Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, álit sítt. Í álitinum verður greitt frá nevndararbeiðinum higartil. Eisini hevur nevndin gjørt fleiri tilmæli til, hvussu kann arbeiðast víðari fyri at økja um kvinnuleiklutin í politikki. Tað er óvist, um Demokratia fer at halda fram í 2008. Nevndin hevur arbeitt í hálvtannað ár og skal eftir ætlan niðurleggjast um ársskiftið. Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um, at nevndin skal halda fram í 2008, men uppskotið fall burtur, tá løgtingsval varð útskrivað. Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í Demokratia Í yvirliti, sum grann­ skoðarafelagið Ras­ mussen & Weihe hava gjørt, sæst, at størsti skipabólkurin í tali eru línuskipini, sum eru 24. Á øðrum plássi koma partrol­ ararnir, sum eru 22 í tali í 2006 FiskiFloti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tilsamans 80 føroysk fiski­ skip eru við í greiningini, sum grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe hava gjørt yvir fiskiskipaflotan fyri árið 2006. Hetta er minsta tal av skipum, sum eru við við í greiningini, síðan felagið fór undir hetta arbeiði í 2002. Í 2002 var samlaða talið av skipum, sum vóru við í greiningini 88, og árið eftir vóru tey 91. Í ár 2004 og 2005 vóru skipini ávikavist 86 og 85 – og síðan 80 í ár 2006. Grannskoðarafelagið sig­ ur, at ymiskar orsøkir eru til, at nøkur skip, sum ann­ ars eru partur av føroyska fiskiskipaflotanum, ikki eru við í greiningini. ­ Okkurt skip hevur ikki latið inn roknskap fyri 2006, og í onkrum føri eru skip løgd. Í uppaftur øðrum føri er talan um onnur feløg, eitt nú kommanditfeløg, sum ikki hava almennan roknskap, sigur grannskoð­ arafelagið. Í 2006 var talið av skipum hetta: Línuskip (24), partrol­ arar (22), lemmatrolarar (11), pelagisk skip (8), garnaskip (5), verksmiðju­ trolarar (4), rækjuskip (3) og onnur skip (3). Partrolararnir eru flestir í tali Partrolararnir eru næststørsti skipabólkur í uppgerðini fyri 2006, nevniliga 22 í tali Mynd: Vilmund Jacobsen