Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-18, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 245 - 18. desember 2007 tíðindi Um vikuskiftið varð nýtt fjepparafelag sett á stovn. Hesaferð var tað kenda enska stórfelagið, Manchester United, ið átti tørn at fáa eina føroyska deild av einum fjepparafelagi, og timingin kundi ikki verið betur FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Um vikuskiftið valdu menn at samla fólk uppi á Rex, har stórdysturin millum Liverpool og Manchester United skuldi vísast á stórskíggja. Í hesum sam­ bandi høvdu hesir somu menn valt at seta á stovn eitt fjepparafelag, og fitt av fólki var uppmøtt. Tiltakið var vælvitjað, og frøin var alstór á monnum, tá United í 43. minutti løgdu seg á odda. Í kjalavørrinum á hinum Felagið hevur verið longi ávegis, og fleiri hava verið við til at lagt lunnar undir hetta felag, ið nú hevur sæð dagsins ljós. At stovna fjepparafeløg er ikki nakað nýtt fyribrigdi í Føroyum, og eru tað longu fleiri feløg ið eru sett á stovn í Føroyum, ið stuðla enskum fótbóltsfeløgum. Herfyri varð Newcastle fjepparafelag sett á stovn, og Liverpool og Arsenal hava verið í eina tíð longu. Hesi fjepparafeløg hava verið rímuliga virkin, við at fyriskipa túrum til dystir í Onglandi, og annars tiltøk­ um heima í Føroyum, har fjepparar møtast og hugna sær. Minniligur dagur Avtalað var at møtast klokkan 11:45 á dansistað­ num Rex í Havn, har tveir stórskíggjar vóru settir upp at vísa dystin millum arvafíggindarnar Liverpool og Manchester United, og 120 fólk valdu at møta upp. T­skjúrtur vóru til keyps, til minnis um tiltakið, og okk­ urt var at sløkkja sær tostan við eisini. Sagt verður frá fyriskiparunum, at um ikki fleiri jólaborðhald vóru, komu kanska enn fleiri fólk niðan á Rex. Tiltakið var sera væl eydnað, og fleiri tílík tiltøk eru í væntu hoyrist frá fyriskiparunum. Endamálið Limirnir møtast til allar stórdystir. Dystir ímóti Chelsea, Liverpool og Arse­ nal. Umframt møguligar finalur! Heimasíða fer at virka frá januar­mánað. Øll kunning skal vera frá heimasíðuni. Kjakforum verður. Arbeitt verður fyri at fáa viðurkenning frá Man­ chester United FC. Felagið ætlar at samstarva við onnur fjepparafeløg um leigitúrar niður til Onglands. Miðað verður eftir at skipa fyri 3­4 túrum til Old Trafford. Ætlanin er eisini 1­2 ferðir í hvørjum kappingar­ ári at skipa fyri barna­ og ungdómstiltaki við ísi og sodavatn, sum skal verða roykfrítt! Vónin er eisini at fáa fótbóltskappingar í lag. Bæði innanhýsis, og ímóti hinum fjepparafeløgunum í Føroyum. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Dreymabyrjan Nevndin varð vald, og fer hon at skipa seg í næstum Birnir Haukson Heri Simonsen Jón Brian Hvidfeldt Jan Poulsen Jóannes Egholm Undirnevndir verða fullmannaðar fyrsta dagin. Ferðanevnd/Heimasíðunevnd Limagjald varð ásett til at vera 250,- kr. um árið. FAKTA Ikki heilt óvæntað bleiv brasilski Kaka kosin heimsins besti fótbóltsleikari av FIFA í gjárkvøldið FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Kaka varð í gjárkvøldið kosin heimsins besti fót­ bóltsleikari fyri kappingar­ árið 2007. Hansara fram­ úrskarandi avrik á fram­ rættaða miðvøllinum hjá AC Milan, har hann í ár eisini hevur vunnið Champ­ ions League og HM fyri lið, vóru ikki til at koma uttan um hjá Lionel Messi og Cristiano Ronaldo, sum annars vóru hinir báðir tilnevndu. Messi varð kosin næstbestur, meðan Ronaldo mátti taka til takkar við triðja plássinum. 25 ára gamli Kaka kom til AC Milan frá felagnum Sao Paolo úr heimlandinum Brazil, í 2003, og tá kostaði hann italska stórfelagnum bert 45 milliónir krónur. Hvør er Kaka? Ricardo Izecson dos Santos Leite, hetta er rætta navnið á Kaka, og hann byrjaði at spæla fótbólt tá hann var átta ára gamal. Tá hann, í 2001, sum 15 ára gamal fekk sín fyrsta sáttmála tók hann av alt fyri eitt, og vísti stórspæl á hvørjum ári. Fyrsta árið skoraði hann 12 mál í 27 dystum og árið eftir skoraði hann 10 mál í 22 dystum. Hetta fekk skjótt tey stóru feløgini í Europa at lata eyguni upp fyri hesum brasilska fótbóltsúrmælinginum, og í 2003 fekk Milan fyri á leið 45 milliónir krónur, klødnar í miðvallaran, og hetta er neyvan nakað teir fara at irða seg um. Kaka er 25 ára gamal og hann hevur longu fingið 54 landsdystir og í hesum dystum hevur hann megnað at skora heili 19 ferðir. Nýggju mál fleiri enn okkara Rógvi Jacobsen. Kaka er heimsins besti Rómurin var í hásæti, tá United skoraðu móti Liverpool, og loftið á Rex hevði hug at lyfta seg upp frá