týsdagur 18. desember 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
vinnan
Nr. 245 - 18. desember 2007
-hóast valið útsetur
bæði 3. útbjóðing og
dupultskattaavtalu
OljutilgOngd
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
- Tað var sera spell, tí tað
var komið so langt. Men
tað mugu vit bara taka til
eftirtektar, og so mugu vit
síggja, hvat nýggju tinglim-
irnir hava at siga. Hetta sig-
ur stjórin í Jarðfeingi, Petur
Joensen, nú útskrivingin av
løgtingsvalinum gjørdi, at
bæði uppskotið til 3. út-
bjóðing at leita eftir olju og
gassi á landgrunninum og
at seta í gildi dupultskatta-
avtaluna millum Føroyar og
Bretland, blivu útsett.
Stjórin á Jarðfeingi held-
ur ikki, at hetta fer at skapa
trupulleikar og minka áhug-
an fyri at leita eftir olju og
gassi
á
landgrunninum.
Hann fellur so avgjørt ikki í
fátt.
Spurningurin er so, held-
ur hann fyri, hvussu long
tíð gongur til at skipa
nýggja samgongu. -Helst
eru vit í apríl til uppskotið
um 3. útbjóðing kann góð-
kennast í tinginum. Vit tosa
so helst um august, tá um-
sóknirnar skulu vera inni
og so verða loyvini latin
seint á sumri 2008. Petur
Joensen heldur ikki, at
hetta fer at seinka útbjóð-
ingina. Hetta veldst eisini
um, hvussu fer at ganga hjá
BP við boringini á land-
grunninum og hjá Chevron
hinumegin markið.
Dupultskattaavtalan við
Bretland verður eisini órógv-
að ella seinkað orsakað av
valinum. Men Petur Joensen
heldur ikki, at hetta nýtist
at órógva so nógv. Hinvegin
er hetta ikki eitt mál hjá
Jarðfeingi men meira eitt
mál fyri Fíggjarmálaráðið.
Sosialurin skilur annars,
at útlendsk oljufeløg, sum
ikki í løtuni eru virkin í
leitingini við Føroyar, vísa
áhuga fyri at keypa seg inn
í leitiloyvi á landgrunninum.
Stjórin á Jarðfeingi hevur
tó onga viðmerking um
hetta. Hann sigur tó, at Jarð-
feingi arbeiðir við áhuga-
verdum málum, sum hava
atlit til leiting.
Jarðfeingi ikki mist mótið
fjør – 2006 – mistu europe-
iskar fyritøkur 90 milliardir
evrur, ella umleið 660
milliardir krónur.
Bara fyrsta ársfjórðing í
ár eru fleiri enn 30.000
persónar farnir av knóranum
í Onglandi, og hetta er fyrst
og fremst orsakað av ovur-
nýtslu og kredittkeypi.
Gjaldsvanarnir eru ein
triðingur
búskaparligar
umstøður og tveir triðingar
lógarkarmar.
Men
mest
umráðandi er stýring av
skuldarum. Kanningar vísa
eisini, at skuld uttan trygd,
eitt nú kredittkort, er í
støðugum vøkstri í Europa.
Í 2005 var hendan skuldin í
Europa heilar 7 trilliardir
(7000 milliardir).
Eitt av aðalendamál-
unum hjá SamVit
er at hjálpa íverkset-
arum í gongd. Men
tørvur er á einum
universiteti, sum
hevði verið gull
vert fyri vitanar
íverksetarar
ÍVERKSEtAn
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
TK-stovan var ein undan-
gongu stovnur sum umvegis
menningarstovuna nú er
samansjóðaður við nýggja
stovnin SamVit.
Fremsta málið hjá hesum
stovni var og er framvegis
at hjálpa íverksetarum í
gongd, at gera hugskot til
veruleika.
TK-stovan varð sett á
stovn í kreppuárunum í
1990-unum, júst við tí enda-
máli at hjálpa ungum fólki
við góðum hugskotum. Og
tey eru ikki so fá, sum hava
vitjað tá TK-stovuna, nú
SamVit.
- Tá talið var upp á tað
mesta, vóru heili 170 fólk í
sambandi við okkum tað
eina árið, sigur Tummas í
Dali, sum starvast á Menn-
ingardeildini á SamVit.
Tey royna fyri tað mesta
at taka sær av vitanar íverk-
setarum, tí orkan er av-
markað og tí royna tey at
fokusera upp á vinnur, sum
hava størst samfelagsligt
gagn.
- Tá eru vitanar íverkset-
arar teir, sum hava størsta
potentiali, tí tá er ofta talan
um eina nýggja framleiðslu,
ofta innovativt nýtt, sum
beinanvegis kann stíla móti
øllum
heiminum
sum
marknað, sigur Tummas í
Dali.
Tað hava verið eldsálir,
sum hava gjørt eina rúgvu
fyri
føroysk
innovativt
vinnulív, ikki minst Tor-
móður Dahl. Hann kallaði
íverksetarar fyri finn-uppá
menniskju, og hann skipaði
fyri
hugskotskappingum
fyri at skapa nýggjar vinnur,
sigur Tummas í Dali.
Ein onnur slík eldsál er
Kjartan Kristiansen, stjóri á
Menningarstovuni.
Klekingardepil
Tað er næstan dagliga, at
fólk venda sær til SamVit
við hugskotum, og tá tað
hendir, verður hugskotið
tosað ígjøgnum.
- Men vit hava okkara
avmarkingar. Vit kunnu eitt
nú ikki fara í beinleiðis
kapping við teir privatu um
at ráðgeva fólki, men vit
gera so nógv sum vit kunnu,
sigur Tummas í Dali.
Men íverksetan nýtist
ikki bara at vera genial hug-
skot, sum miða ímóti øllum
heiminum sum marknað.
SamVit er jú serliga kent
sum ferðavinnustovnur, og
har fáa tey alla tíðina im-
pulsir uttanífrá.
- Ein trend beint nú er
upplivingarferðir, og har er
tað ein avbjóðing at fáa fólk
at skapa ein ídnað innan
slíkar ferðir. Til dømis kann
nevnast, at havfisking er
ógvuliga væl umtókt, og nú
hava bátaeigarar tikið seg
saman at stovna felag, sigur
Elin Heinesen, stjóri á
SamVit.
Hetta er eisini dømir um
íverksetan og Elin Heinesen
nevnir, at tað hevði borið til
at skapt aðrar upplivingar-
ferðir, eitt nú kaving ella
fjallaklintring.
Fyri at nýggjar fyritøkur
skulu fáa bestu umstøður at
starta upp, hevur Bjarni
Djurholm, landsstýrismað-
ur, tikið stig til ein klek-
ingardepil, har nýggjar fyri-
tøkur kunnu læra av øðrum
fyritøkum, sum longu hava
verið ígjøgnum byrjunar-
trupulleikarnar. Men fyri at
sleppa við í klekingardepilin
er tað ein treyt, at fyritøk-
urnar hava allan heimin
sum marknað.
- Í løtuni eru tríggjar fyri-
tøkur í klekingardepilinum
við fimm fólkum, og tvær
aðrar umsóknir liggja, sum
ikki eru viðgjørdar enn,
men sum eru áhugaverdar,
sigur Tummas í Dali.
NOPEF stuðlar
Menningardeildin
hjá
SamVit
samstarvar
við
nógvar stovnar og fyritøkur.
Ein teirra er NOPEF, sum
er stovnur, ið stuðlar fyri-
tøkum at flyta sítt virksemi
til lond uttanfyri ella í
útjaðaranum av ES.
NOPEF er inni í fimm
føroyskum fyritøkum, sum
ætla at flyta ella starta upp
framleiðslu í baltisku lond-
unum og eystureuropa.
Hetta eru tiltøk, sum
SamVit samskipar.
Eitt annað, sum SamVit
skipar fyri, er at íverksetarar
kunnu fáa atgongd til eina
databasu, sum veitir upplýs-
ingar um ávísar marknaðir
og
marknaðarviðurskifti,
og tað kann vera hvat sum
helst, eisini kreativar vinnur
so sum tónleik.
Umframt hetta er SamVit
eisini ferð við at starta ein
íverksetaraportal, har basis-
ráðgeving fæst. Hesin por-
talur er gjørdur saman við
eitt nú Vinnuhúsinum, bank-
unum, Íverksetanarhúsinum
í Klaksvík og øðrum áhug-
aðum.
Eisini hava teir ment eitt
business-game
av
sama
slagi sum oljuspælið, og
tað er sama fyritøka sum
hevur ment hetta spælið,
nevnt Start-Up.
Men tað, sum Tummas í
Dali metir vera mest umráð-
andi, er at vit fáa eitt uni-
versitet, sum kann birta upp
undir hjá íverksetarum.
Okkum tørvar eitt universitet
Petur Joensen, stjóri á
Jarðfeingi heldur ikki áhugin
minkar fyri tað at útbjóðing
má bíða
Seigpíning av skipaeigarum
Á framløgufundinum hjá grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe um fiskiskipa-
flotan, helt Jónsvein Knudsen, útgerðarmaður fyri, at samfelagnum tørvar ein grunn,
sum kann hjálpa monnum burtur úr fiskiskipavinnuni. Hann vísti á, at í summum
førum er grundarlagið undir rakstrinum hjá ávísum skipabólkum alt ov veikt. Í hesum
sambandi sipaði hann til, at fiskidagarnir, sum hesi skip og bátar hava, eru alt ov fáir.
Hann vísti á, at tað eru trolbátar, sum eiga færri enn 100 fiskidagar, sum hvørki eru av
liva ella doyggja av. – Hetta er seigpíning av vinnuni, sum hann tók til. Jónsvein
Knudsen helt tí, at ein grunnur langt síðan átti at verið skipaður, har fiskivinnan og tað
almenna rindaðu eina ávísa upphædd inn um árið. – Ein slíkur grunnur kundi so verið
við til at hjálpt monnum, sum hava eitt ov veikt grundarlag undir sínum fiskifari, burtur
úr aftur vinnuni, segði hann.
Jónsvein Knudsen
Tummas í Dali starvast á menningardeildini hjá SamVit