týsdagur 18. desember 2007síða 49
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 18. desember 2007
49
Jól í Georgia
og Rumenia
Í Georgia halda fólk jól tann 7. januar, eftir tí Julianska kalendaranum. Ein
jólasiður í Georgia er at fara við í eina stóra skrúðgongu, har fólk eru
ílætin serlig klæði, so tey kunnu hátíðarhalda dagin, og ynska hvørjum
øðrum eini gleðilig jól. Skrúðgongan nevnist “Alilo”. Tey sum ganga við í
skrúðgonguni, eru ofta børn, og tey fáa ofta góðgæti frá eldri fólki, sum
standa framvið skrúðgonguni. Ymiskt er hvussu nógv verður gjørt burtur
sanginum til Alilo-skrúðgonguna. Í flestu songunum ganga hesi orðini
aftur: “Otsdakhutsa dekembersa qriste ishva betlemsao” – 25 desember
var Kristus føddur í Betlehem. Jólini í Rumenia fella á 25. desember. Og
verður roknað at verða tann týdningarmesta átrúnaðarliga hátíðín aftaná
Páskirnar. At syngja jólasálmar er ein týðandi partur av Jólunum í
Rumenia. Á fyrsta Jóladegi fara fólk syngjandi um gøtur og stræti, og
fremst í gongunu hava tey eina stjørnu, og myndir av ymiskum søgum úr
Bíbliuni. Siður er eisini í Rumenia, at tey smæstu børnini ganga í húsini.
Har syngja tey jólasálmar.
Farteldur úr 4.999,-
Góð jólatilboð
Strendur 447154 · Tórshavn 35 71 54
Rein
føroysk
ull!
Stórt úrval av
súkklum!
Piparnøtirnar
fært tú hjá...
Tlf 312161 • gron@gron.fo • www.gron.fo