mikudagur 19. desember 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 246 - 19. desember 2007
Í samfull fýra ár
hevur verið arbeitt
við at lesa ta autori
seraðu Bíbliuna inn
á fløgur og bond.
Hetta arbeiðið varð
liðugt fyrr í hesum
mánaðinum, og nú
kunnu fólk bæði lesa
og lurta eftir Bíbliuni
Ljóðbøkur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: - Ja, eg eri klár, sigur
Sunniva Kallsberg.
Hon hevur sett seg væl til
rættis í einum serbygdum
studio á Landsmiðstøðini
fyri Undirvísingaramboð.
Sunniva stillar borðið við
tí grøna dúkinum í rætta
hædd. Hon finnur rætta
hallið á plátuni, og tekur ta
stóru tungu bókina fram.
Nú er hon til reiðar at byrja
upplesturin og upptøkuna
av enn eini bók í Bíbliuni.
Aftanfyri
ein
glasrút
sigur Margreta Næs, um-
sitari fyri Meginfelag teirra
Brekaðu. Tað er púra kvirt
inni í upptøkuhølinum, nú
Sunniva fer undir lesturin.
Úrslitið av hesum arbeið-
inum liggur klárt í dag:
Umframt einar 200 aðrar
ljóðbøkur, finst nú eisini øll
Bíblian á føroyskum máli.
Hetta er til stóra gleði og
gagn fyri tey sjónveiku og
lesiveiku, men sum fegin
vilja lurta eftir føroyskum
bókmentum á bandi ella
fløgu.
Endamálið við hesum
arbeiðinum er stutt sagt, at
hesin parturin skal kunna
gera brúk av hesi tænastuni
– ella sum sagt verður:
- Tað skal ikki vera dýrari
at
vera
blindur
enn
síggjandi.
Drúgt og
kostnaðarmikið
Tað var eitt spennandi stig,
sum Ljóðbókanevndin fór
undir fyri fýra árum síðani:
Ætlanini at lesa alla Bíbl-
iuna inn á fløgur og bond.
Í 2003 kom fyrst Nýggja
Testamentið út á 22 fløgum
og á 18 bondum. Árið eftir
var farið undir at lesa inn
Gamla Testamentið.
Men henda seinasta verk-
ætlanin var rættiliga drúgv,
tí Gamla Testamenti fevnir
um ikki færri enn 39 ymisk-
ar bøkur og í ymiskari
longd.
- Hetta arbeiðið var bæði
drúgt og eisini kostnaðar-
mikið. Men vit hava so giv-
ið út ein part um árið, sigur
Ljóðbókanevndin.
At fara undir eina slíka
verkætlan krevur sjálvandi
fígging. Og í nevndini er
semja um, at var ikki stuðul
fingin frá grunnum og
góðum fólki, hevði tað als
ikki borið. Serliga góðan
stuðul hevur nevndin fingið
úr gávugrunninum hjá Eik.
Fløgur og bond
Nú, ið seinasta bókin er
fingin frá hond, kann stað-
festast, at øll Bíblian sum
hon er, er at finna á 92 fløg-
um og á 89 bondum. Saman-
lagt er tíðin einar 100 tímar.
Útivið 20 ymisk fólk
hava innlisið Bíbliuna. Her
er mest talan um prestar,
deknar ella fólk, sum hava
lisið
morgunlestrar
í
útvarpinum.
- Valið er gjørt út frá
einum ynski um at eldri
fólk, sum vilja læna ella
keypa sær Bíbliuna, skulu
vera kend við lesingarhátt-
in, sigur Ljóðbókanevndin.
Bíblian er lisin inn í fleiri
eindum – 22 fløgur við
Nýggja Testamenti og 70
við Gamla Testamenti, um-
framt 18 bond við Nýggja
Testamenti og 71 við Gamla
Testamenti.
At gagni
Fyrimunurin við hesi skip-
anini er tann, at allar hesar
fløgurnar og bondini kunnu
bæði lænast og keypast.
Bíblian er til láns á bóka-
søvnunum, men fæst eisini
til keyps í bókahandlunum.
Til ber at keypa allar fløg-
urnar og bondini í einum
ella í smærri pørtum.
Hinvegin kann ein stað-
festa, at ljóðútgávan við
bondunum fyllir nógv á
eini bókahill, tí samanlagt
eru tey sløk 100 bond á íalt
17 húsum.
- Bond eru við at fara í
søguna, men enn eru nógv
eldri sjónveik fólk, sum
ikki duga so væl við fløgu-
num. Her kunnu bondini
verða teimum at gagni,
sigur nevndin.
Lagt verður kortini aftrat,
at ætlanin er at komprimera
ljóðið, soleiðis at øll Bíblian
verður tøl á nøkrum fáum
fløgum um ikki so langa
tíð.
Bíblian til tey sjónveiku
Sunniva Kallsberg ger seg klára til enn eina upptøku við upplestri úr Bíbliuni. Nú finst hon øll sum hon er á føroyskum máli
Mynd: Jens Kristian Vang
”
Valið er gjørt út
frá einum ynski
um, at eldri fólk,
sum vilja læna
ella keypa sær
Bíbliuna, skulu
vera kenda við
lesingarháttin
Ljóðbókanevndin
Í Ljóðbókanevndini sita fólk, ið eru sett til at umboða
bólkar av borgarum, sum vegna sjónbrek ella onnur brek
hava tørv á ljóðbókum, og eftir førimuni at síggja til, at
hesi fólk fáa tørvin nøktaðan.
Í Ljóðbókanevndini sita: Margreta Næss, umsitari
– fyri MBF; Tórun Sumberg – fyri Blindastovnin; Martin
Næs – fyri Landsbókasavnið; Malan Hilmarsdóttir - fyri
Býarbókasavnið; Solveig Debess - fyri Landsmiðstøðina
og Ruth Thomsen - fyri Blindafelagið.
Ljóðbókanevndin letur einar 20-25 bøkur lesa inn um
árið, og eru tær ætlaðar øllum aldursbólkum. Roynt
verður at røkka einum breiðum úrvali av bókmentum at
lesa inn.
Í dag finnast einar 200 ljóðbøkur á føroyskum máli. Hesar
eru at finna á bókasøvnum, har Býarbókasavnið í Havn
hevur størsta útlánið.
Ljóðbøkur hava eisini eina heimasíðu www.ljodbokur.fo,
har eitt yvirlit finst yvir bøkurnar.
Tær næstu bøkurnar, sum eftir ætlan koma út á ljóði eru
Havnar Søga og Løgtingið 150 ár.
FAKTA
Samstarv millum kommunur staðfest
Kommunustýrið í Svínoy hevur nú góðkent sáttmálan um samanlegging við Klaksvík. Á fundi
leygardagin samtykti bygdaráðið í Svínoy at staðfesta fólkaatkvøðuna um samanlegging við
Klaksvíkar Kommunu. Frammanundan hesum hevur Klaksvíkar Býráð á fundi tann 3. juli í ár
samtykt tað sama, -at taka til eftirtektar uppskotið til sáttmála um sjálvbodna samanlegging av
Svínoyar og Klaksvíkar kommunur. Málið er nú búgvið at senda landsstýrismanninum í Innlendis-
málum sáttmálan til góðkenningar, áðrenn tað verður endaliga avgreitt, skrivar heimasíðan hjá
Klaksvíkar kommunu. Hetta verður eftir ætlan gjørt á einum hátíðarhaldi í januar mánaði, har
bæði kommunustýrini og Heðin Zachariasen, landsstýrismaður í innlendismálum, verða til staðar.
Steinbjørn O. Jacobsen og Eyðun Jacobsen, borgarstjórar fara tá at undirskriva tann endaliga
sáttmálan, sum síðani verður handaður landsstýrismanninum.
Eyðun Jacobsen og Steinbjørn Jacobsen fara í januar
at undirskriva tann endaliga sáttamálan um
samanlegging
mynd: klaksvik.fo
20
upplesarar
Útivið 20 ymisk fólk
hava innlisið
Bíbliuna. Her er mest
talan um prestar,
deknar ella fólk, sum
hava lisið
morgunlestrar í
útvarpinum.
Hesi fólkini eru
Øssur Kjølbro
Sunniva Kallsberg
Jóannes Fonsdal
Sigrid Fonsdal,
Jákup Kass
John-Sigurd
Johannesen
Elsa Funding
Ásbjørn Mikkelsen
Marjun Bæk
Uni Næs
Helena Samuelsen
Kjartan Mørkøre
Heri Tróndheim
Sonja Klein
Bergur Jacobsen
Borgny Brünings
Hansen
Hallgrím Johannesen
Súsanna Mortensen
Arnold Joensen
Bjarni Bæk