mikudagur 19. desember 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 19. desember 2007
5
Vit søkja eftir virkisleiðara til kryvjivirkið á Strondum
Virkisleiðarin hevur ábyrgd av:
• Tilrættaleggjan av framleiðslu
• Starvsfólkum í framleiðsluni
• Innkeyp av vørum til framleiðsluna
• Annað í hesum sambandi eftir nærri avtalu
Førleikakrøv:
• Fiskivinnutøkningur ella aðra viðkomandi útbúgving
• Góð samstarvsevnir og fyrikomandi
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Brand Jacobsen,
stjóra, tel. 585051 ella bj@viking-seafood.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu verða okkum í hendi
innan 31/12
Virkisleiðari til
Viking Seafood
Viking Seafood P/f
Heygsstøð 2 · 490 Strendur · Tel 449010 · Fax 449410
Starvslýsing – tíðindafólk
Eitt hús – tríggir miðlar
Eitt blað hvønn dag, leypandi
dagføringar av størsta tíðinda
portali í landinum og útvarp.Til
alsamt vaksandi framleiðsluna hjá
Miðlahúsinum í Vágsbotni søkja
vit nú eftir tíðindafólki.
Uppgávan hjá tær verður í fyrsta
lagi at virka sum leiðari á web
økinum, har vit í løtuni røkja
portal.fo, sportal.fo og planet.fo
umframt netúgávuna av
Sosialinum. At skriva tíðindi til
blað og net er partur av hesum
arbeiði. Hartil verður tú partur av
toyminum, ið skal samskipa
tíðindaflutningin hjá teimum
trimum miðlapallunum, sum vit í
løtuni fevna um.
Rætti umsøkjarin hevur góð evni
at skriva og sum samskipari.
Útbúgving og royndir innan
blaðmannaøkið eru avgjørdir
fyrimunir, men verða tó ikki sett
sum treyt. Og vit rokna við, at tú
kanst byrja í starvinum í seinasta
lagi tann 1. februar í 2008.
Áhugaðir umsøkjarar skulu innan
20. desember senda umsókn til:
Sosialurin
Att: Jan Müller
Postsmoga 76
FO-110 Tórshavn
Áhugað kunnu sjálvandi eisini
frætta meira um starvið við at
seta seg í samband við Jan
Müller, ábyrgdarblaðstjóra, á tlf
341800 ella á telduposti jan@
sosialurin.fo
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn
Samtakið kring Miðlahúsið fevnir í dag um tríggjar miðlapallar. Blaðútgávu, tíðinda
flutning á netinum og útvarp. Tilsamans starvast um 35 fólk í samtakinum.
expert@expert.fo · Tel 35 35 35 · Fax 35 35 92 · www.expert.fo
Endiliga komin aftur....
BOX-settið hjá Frændum fyri bert 299,-
Fæst kring landið
Tann rætta
tónlistarliga
jólagávan....