mikudagur 19. desember 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 246 - 19. desember 2007
Tá ið løgtingið hittist
aftur, er tað í øllum
førum greitt, at fimm
av teimum kendastu
andlitunum verða
ikki aftur at síggja á
tingsins røðarapalli
Løgtingið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Seinnapartin í gjár varð
aftur eitt kapittul skrivað í
søguni hjá Føroya Løgtingi.
Klokkan 14.15 endaði sein
asti tingfundurin í hesum
valskeiðinum, og hendir
onki óvæntað, hittist Løg
tingið ikki aftur, fyrenn eftir
løgtingsvalið 19. januar, og
tá verður tað sostatt eitt nýtt
løgting, sum kemur saman.
Hvør verður valdur í
nýggja løgtingið, hvør verð
ur afturvaldur, og hvør verð
ur vrakaður, liggur nú alt
samalt í veljarans hond.
Men í øllum førum er tað
greitt, at fimm av okkara
kendastu politikarum verða
í hvussu so er ikki at síggja
aftur á løgtingi.
Tað eru Lisbeth Petersen
úr
Sambandsflokkinum,
Jógvan við Keldu úr Fólka
flokkinum
og
javnaðar
menninir
Hendrik
Old,
Sverri Midjord og Vilhelm
Johannesen, sum øll hava
gjørt av, at tey stilla ikki
uppaftur til løgtingsvalið.
Tá ið eg sum eykamaður
á tingi á fyrsta sinni fyri 37
árum síðani, var tað sum at
vera í skúla tann fyrsta
skúladagin. Nú eg fari, er
tað sum tann seinasti skúla
dagurin,
segði
Vilhelm
Johannesen, sum var tann
einasti av teimum fimm,
sum tók orðið í gjár.
Hann nýtti høvi til at
takka øllum fyri gott sam
starv og ynskti løgtinginum
og føroyingum annars alt
gott og Harrans signing í
framtíðini og eini eini gleði
lig jól og eitt gott nýggjár.
Eisini Edmund Joensen,
løgtingsformaður, takkaði
tinglimum fyri valskeiðið.
Samanumtikið mugu vit
siga, at tingarbeiðið hevur
gingið sera væl.
Hann takkaði eisini hin
um limunum í formansskap
inum hjá Løgtinginum, Her
geiri Nielsen og Óla Breck
mann, fyri gott samstarv í
valskeiðnum.
Eg haldi, at tað hevur
verið sera gott.
Vegna seg sjálvan og vegna
alt Løgtingið takkaði hann
eisini teimum fimm, sum í
hvussu so er ikki stilla upp
aftur, hjartaliga fyri ta tíð, tey
hava sitið á tingi og ynskti
teimum alt gott framyvir.
Edmund Joensen ynskti
annars øllum eini gleðilig
jól og eitt gott nýggjár og
eitt gott og siðiligt valstríð.
Síðsta gerðin hjá hesum
Løgtinginum var at sam
tykkja eina bráðfeingis játtan
arlóg fyri næsta ár, so at tað
ber til at halda samfelagnum
gangandi og at betala lønir
og pensjónir o.s.fr.
Løgtingið endaði síðani
hetta valskeiðið við at reis
ast og syngja Gleðilig Jól,
áðrenn hvør fór til sítt at
hvessa sær pennarnar til tað
stutta, men allarhelst lívliga
valstríðið, sum helst ikki
verður skotið ígongd av
álvara fyrrenn eftir nýggjar,
tí hóast stutt er til val, plaga
valevnini at lata jólafriðin
valda uttan at leggja eftir
hvørjum øðrum, ella annars
føra valstríð.
Garvaðir politikarar
Sum tað sæst niðanfyri, eru
tað fimm garvaðir politikar
ar, sum nú ikki stilla upp
aftur til løgtingsvalið 19.
januar. Kelda til upplýsing
arnar er heimasíða Løg
tingsins.
Hendrik Old
Hendrik Old er vágbingur
og hevur verið løgtingsmað
ur síðani 1984. Hann hevur
eisini verið formaður í løg
tingsins
fiskivinnunevnd
199192 og 199495. For
maður
í Tingmannaráði
Útnorðurs 199192. For
maður í nevndini fyri Løn
javningargrunn Skipsfiski
manna 198795. Formaður
í løgtingsins vinnunevnd
síðan juli 1995.
Jógvan við Keldu
Jógvan við Keldu er úr Klak
sík og hevur verið løg
tingsmaður frá 198890 og
aftur frá 1998. Limur í uttan
landsnevndini og Norður
landaráðnum. Landsstýris
maður í innlendismálum frá
31. januar 2004 til 1. des
ember
2005.
Limur
í
Norðurlandaráðnum í 1989.
Limur í stýrinum fyri Klaks
víkar sjúkrahús 197784, for
maður 198184. Býráðslimur
í
Klaksvík
197174,
býráðsformaður 198188 og
aftur frá 19932000. Limur í
Norðurlandaráðnum 1998.
Sverri Midjord
Sverri Midjord er av Tvør
oyri og varð valdur á ting á
fyrsta sinni 197880 og síðan
aftur frá 199094. Hann var
annars varamaður á Løg
tingið frá 197578 og 1985
88. Hann var aftur valdur á
ting á seinasta løgtingsvali.
Hann hevur annars verið
varaformaður í ÍSF í nógv ár
og býráðspolitikari á Tvør
oyri í mong ár, harav okkurt
skifti sum borgarstjóri.
Vilhelm Johannesen
Vilhelm Johannesen er
Klaksvíkingur. Hann hevur
verið løgtingsmaður síðani
1980, men var varamaður
longu í 1970.
Hetta valskeiðið hevur
hann verið næstformaður í
fíggjarnevndini og 2. næst
formaður Løgtingsins. Hann
hevur annars verið fíggj
arnevndarlimur frá januar til
juni 1989, frá 1991 til 94 og
síðan 1998. Hann varð eisini
formaður í fíggjarnevndini
frá 199294.
Hann var limur í Klaks
víkar býráð 197584, for
maður í Føroya Kommunu
felag 197779, limur í Van
lukku
tryggingarráðnum
197175, formaður í stýrin
um fyri Norðoya Røktar
heim 198485. Formaður í
stýrinum fyri Klaksvíkar
sjúkrahús 19911993.
Hann var eisini landsstýr
ismaður frá 1979 til 1981
og frá 1985 til 1989.
Ábyrgdarblaðstjóri
á
Sosialinum frá januar 1972
til november 1979.
Lisbeth Petersen
Lisbeth Petersen er havnar
fólk. Hon var býráðslimur í
Tórshavn 19842000, 1. næst
formaður 198492, býráðs
formaður 1992 1996.
Hon var starvsstjórnarlim
ur í Sambandsflokkinum
frá 198090 og floksskrivari
frá 198287. Nevndarlimur
í Føroya Væl, sum er
valfelag Sambandsfloksins
í Suðurstreymoy frá 1989
2000 og formaður 199799.
Næstformaður í Kvinnufel
agssamskipan Føroya frá
198286. Formaður Sam
bandsfloksins 2001 2004.
Hon hevur verið Løgtings
limur síðan 1990. 2. næst
formaður í 1991 og 3. næst
formaður í 1992. Formaður
í tingbólki Sambandsfloks
ins frá 20012004. Eftir val
ið 20. januar 2004 limur í
fíggjarnevndini og trivnað
arnevndini.
Fólkatingslimur
síðan
2001. Varalimur á fólkatingi
á heysti 1988, men á hesum
fólkatingsvalinum stillaði
hon ikki upp.
Hittust fyri seinastu ferð
Tað er í øllum førum
greitt, at hesi fimm verða
ikki aftur at síggja á
Føroya Løgtingi, tí tey
hava boðað frá, at tey
stilla ikki uppaftur. Frá
vinstru eru tað Jógvan við
Keldu, Lisbeth L. Petersen,
Hendrik Old, Vilhelm
Johannesen og Sverri
Midjord
Jólaskipið til Havnar
Klokkan 17 í dag kemur jólaskipið til Havnar. Lagt verður at í Vágsbotni, og
jólamenninir fara síðani niðan í býin, har skipað verður fyri ymsum. Eitt nú fáa børnini
lyktir at lýsa og blinka við, tá tey taka ímóti jólamonnunum. Skipað verður fyri ymsum
tiltøkum. Eitt nú fæst kaffi, kakao og piparnøtur í Byggibúðini hjá Valdemar Lützen.
Øll børnini, sum eru saman við vaksnum, fáa eina diodulykt, ið bæði blinkar og lýsir,
so børnini kunnu blinka og lýsa við lyktunum, tá jólamenninir koma. Millum klokkan
14 og 16 vitjar Nósi í miðbýnum, og framsýningin »Minnist tú« í Degns húsi er opin frá
1418. Frá 1520 verður andlitsmáling í Tinghúsgarðinum. GHM spælir, tá skipið leggur
at klokkan, og jólamenninir vitja miðbýin. Klokkan 19 syngur Kamarkórið í miðbýnum.