mikudagur 19. desember 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 246 - 19. desember 2007
”
Í morgun byrjaði
ein útsøla av barna-
og damuklæðum í
Handilskjarnanum
í Havn. Hetta er
samstundis fyrsta
teknið um broyting-
arnar í stóra handils-
bygninginum: Tveir
handlar fara nevniliga
út og ein skrivstova
kemur ístaðin.
Handilsvinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Miðbýurin, Havn: - Vit
hava ikki fingið tað at han-
ga nóg væl saman fíggjarli-
ga í hesum báðum handlu-
num, sigur stjórin í Handils-
kjarnanum, Hans Waag við
Sosialin.
Frá at hava verið ein kjar-
ni av handlum, verður virk-
semið í bygninginum nú
broytt, soleiðis at ein skriv-
stova eisini fer at húsast
her.
Í gjár varð nevniliga eitt
leigumál undirskrivað við
fyritøkuna Bitland, sum hev-
ur til endamál at fáa Føroyar
til eitt land, har altjóða virk-
ir og føroyingar menna og
royna nýggja tøkni.
Vit hava í roynd
og veru havt sama
umsetning í hesum
báðum deildunum,
síðani vit yvirtóku
virksemið í
november 2004. Og
tað er ikki nóg gott
(Hans Waag, stjóri í
Handilskjarnanum)
Bitland fer at leiga seg
inn í tvær tær ovastu hædd-
irnar, meðan handlar fram-
vegis verða í veghæddini
og 1. hæddini.
- Tað er sjálvandi keðiligt
fyri miðbýin, nú tveir handl-
ar fara hiðani. Eingin ivi
um tað.
- Men eg eri kortini
noyddur at hugsa um okkara
virksemi, slær Hans Waag
fast.
Hereftir verða ein skógva-
handil, ein handil við mann-
fólkaklæðum og Bitland í
Handilskjarnanum.
Gott konsept
Tað var á heysti fyri trimum
árum síðani, at Hans Waag
og onnur yvirtóku stóra
bygningin í miðbýnum í
Havn.
Tá vóru fleiri handlar og
leigumál í Handilskjarna-
num, og sum so líðandi eru
vorðin avloyst av øðrum
handlum.
Inntil í morgun var bygn-
ingurin býttur upp í fýra
deildir – skógvar og harrar,
og eisini deildir fyri børn
og damur. Nú kemur ein
skrivstova inn aftrat.
- At hava allar fýra deild-
irnar á einum og sama staði,
hóskaði væl til okkara kon-
sept um at hava ein handils-
bygning fyri alla familjuna,
greiðir Hans frá.
Í november mánaði høv-
du teir støðuna til viðgerðar,
og avgjørdu tá, at lata tveir
av handlunum aftur.
Síðani byrjanina hava teir
keypt handilin Deres, sam-
stundis sum skógvahandilin
Bianco er farin niðan í
SMS.
Rættar vørur
Orsøkin til at teir nú hava
avgjørt at lata damudeildina
og barnadeildina aftur er
einføld: Tær góvu ikki nóg
nógv av sær fíggjarliga.
- Tað hevur nevniliga víst
seg at vera sera tungt at fáa
fólk at fara upp í tær ovaru
hæddirnar í bygninginum
- Vit hava í roynd og veru
havt sama umsetning í hes-
um báðum deildunum, síð-
ani vit yvirtóku virksemið í
november 2004. Og tað er
ikki nóg gott, sigur Hans.
Hinvegin kann hann vísa
á sera góð úrslit í harradeild-
ini og skógvadeildini. Í
roynd og veru er umsetning-
urin í harradeildini tvífald-
aður hesi seinastu trý árini.
- Orsøkin til hetta er uttan
iva hon, at vit hava havt tær
røttu vørurnar og at tørvur
hevur verið á einum slíkum
handli, staðfestir stjórin.
Færri handlar í miðbýnum
Í nógv ár hevur verið
nógv tosað um, hvussu
ein skal menna Miðbýin í
Havn.
Gongdin í seinastuni
hevur kortini verið hon,
at alt fleiri og fleiri skriv-
stovur eru komnar at ligg-
ja við gøturnar í Miðbýn-
um. Og nú fylgja so tvær
hæddir í Handilskjarnan-
um aftrat hesi gongdini,
hóast teir eru greiðir um,
at tað er sera óheppið um
ein fær ein miðbý uttan
handlar.
Hans Waag vísir á, at
ein stórur trupulleiki í
Miðbýnum er parkerings-
viðurskiftini.
- Tað er ikki vorðið lætt-
ari at finna eitt parkerings-
pláss her tey seinastu trý
árini, staðfestir hann.
Bæði parkeringsøkið á
Skálatrøð og í Mortans-
stovubrekku eru hvønn
einasta dag fullsett av bil-
um longu tíðliga fyrrapart,
og síðani er trupult hjá
viðskiftafólkum hjá handl-
um og skrivstovum í býn-
um at finna eitt øki at seta
bilin frá sær.
- Vit uppliva ofta, at
fólk standa í kø framman-
fyri diskin, men mugu
knappliga renna avstað, tí
tey mugu út at flyta bilin.
Slíkt er ikki til frama fyri
nakran,
sigur
Hans
Waag.
sb.
Tørva pláss
til bilar
Hans Waag (vinstrumegin) og
Ólavur Gregersen frá Bitlandi hava
undirskrivað eina leiguavtalu.
Nú verða tveir handlar og ein
skrivstova í Handilskjarnanum
Mynd: Jens Kristian Vang
Veiðivirðið veksur
Landingarvirðið hjá íslendsku fiskiskipunum níggju teir
fyrstu mánaðirnar í ár var væl størri enn í sama
tíðarskeiði í fjør. Til 30. septembur í ár landaðu skipini
fyri 62 mia. íslendskar krónur, og tað var fýra mia. ella
næstan sjey prosent meiri enn somu mánaðir í 2006.
Hagtølini vísa, at landingarvirðið á botnfiski vaks sjey
prosent. Landingarvirðið á uppisjóvarfiski hækkaði heili
17 prosent, og her var tað serliga lodnan, sum gjørdi mun.
Stórt nám í Grønlandi
Líkt er til, at Molybdæn-námið, sum kanadiska
námsvinnufelagið Quadra Mining fyrireikar norðan fyri
Illoqqortormiut í landnyrðingspartinum av Grønlandi
verður tað størsta arbeiðsplássið í grønlendsku
námsvinnuni. Í byrjanini verður brúk fyri umleið 600
monnum, og seinni fáa ætlandi umleið 300 fast arbeiði í
náminum, sigur KNR. Fyri at útvega fólk við førleika
hevur landsstýrið játtað 50 mió. krónur til ein námsskúla,
sum byrjar næsta ár.