Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Løgtingsvalið 19. januar 2008 viðmerkingar Nr. 212 - 1. november 2007 32 Skúlaverkið: Betri karmar. Lærarar skulu hava góðar møguleikar at endurútbúgva seg. Heilsuverkið: At heilsuverki framhaldandi skal kunna veita góðar tænastur. Og at starvsfólkið skal hava góðar møguleikar fyri at endurútbúgva seg. Vit skulu framhaldandi hava trý sjúkrahús í Føroyum. Eldraøki: Tað, sum eg síggi, er mest átrokandi í løtuni er, at eldri og minnisveik fólk fáa betri karmar. Og at starvsfólkini eisini hava besti umstøður at arbeiða undir. Vinnan: Vinnan skal hava støðugar og greiðar karmar at virka undir. Sjálvræði: Sjálvandi. Um eg komi at hava nakran ávirkan eftir valið vil eg virka fyri: Valevni Fólkafloksins ElsEbEth GunnlEyGsdóttir hansEn Vit eiga at fáa lagt skúlar­ nar og harvið skúlaøkið út til kommunurnar at umsita, hetta fyri at fáa umstøður­ nar nøktandi bæði fyri næmingar, lærarar og foreldur, vit mugu og skulu leggja alla orku í skúla­ økið, tað er grundarlagið fyri allari menning hjá tí einstaka fyri víðari menn­ ing í lívinum, og harvið til gagns hjá tí einstaka og samfelagnum. Vit mugu flyta okkum sum fólk og land nógv nærri einum vitunar samfelag. Vit eiga at flyta skúlan út til kommunurnar at umsita, og á tann hátt vera skyldur og ábyrgd á einum og sama stað. Hetta kemur at menna skúlan til tað, sum verður krav í framtíðini, kommunurnar koma eisini í framtíðini at hava ein størri áhugað fyri at skipa soleiðis fyri, at teirra skúli verður mentur bæði fag­ liga og hølisliga, tað kemur at gera, at lærarar og leiðsla koma at vera ein størri aktivur partur á hesum øki og umstøðurnar koma at mennast til gagns fyri lærarar, vit eiga at fara fram soleiðis at skúla­ leiðarar og lærarar koma meira við í planleggingini á skúlaøkinum og skapa á henda hátt ein betri trivna innan skúla gátt. Vit eiga at skipa soleiðis fyri, at okkara dagstovnar og skúlar í nógv størri mun enn í dag, koma at vera ein eind, tað eigur at gerast soleiðis, at samstarvið millum dagstovnar og skúlar skal skipast, og krøv koma at vera sett til dag­ stovnarnar, um at menna okkara børn til, at taka tað avbjóðing tað er at koma í skúla, tað eiga at gerast greiðar reglur hesum viðvíkjandi. Tað er nógv hent innan skúlaøkið hesi seinastu árini, sum kemur at menna skúlan, næmingar og lær­ arar, men nógv skal gerast afturat tí, ið er gjørt, men vit hava ikki gjørt tað, ið skal til fyri at sameina skúlaøkið og barnaansingarøkið. Barnaansingarøkið er í dag eitt øki, sum komm­ unurnar umsita sjálvar, og sera nógv er hent síðani hetta økið bleiv lagt út til kommunurnar. Eg eri sann­ førdur um, at um økið ikki varð lagt út til kommunur­ nar, so vóru vit langt aftan­ fyri tað, sum í dag er eitt sera væl útbygt øki. Vit skulu koma longur framá á hesum øki, sum er barna­ ansingarøkið og skúlaøkið, hetta gerst best við, at hesi bæði økini liggja fult og heilt úti hjá kommununum, har skulu kommunurnar seta krøv bæði til seg sjálv­ an, dagstovnaøkið og skúla­ økið, sum samansjóðar barnaansing og skúla. Tá skúlaøkið verður lagt út til kommunurnar, skal sjálvsagt peningurin fylgja við, og hædd eigur at takast fyri, at økið skal útbyggjast í framtíðini. Skulu vit fáa tey eins­ tøku økini at mennast í framtíðini, og tað skulu tey á øllum økjum, so eiga vit í nógv størri mun enn í dag, at skipa samfelagið soleiðis, at nærumhvørvið er við í okkara útviklingi, og har við eisini í okkara menning av samfelagnum. Skúlarnar út til kommunurnar landsstýrismaður hEðin ZachariasEn Val Málstevnunevndin lat í gjár landsstýris­ manninum í mentamálum álit um almennan málpolitikk MÁL Elin Winther Poulsen elin@sosialurin.fo Í álitinum mælir nevndin til ein yvirskipaðan mál­ politikk. Tiltøkini, ið nevndin mælir til at seta í verk, eru ítøkilig, og tey viðkoma flestøllum samfelagsøkj­ um, sigur Mentamálaráðið á heimasíðuni. Nevndin hevur eisini kostnaðarmett tilmælini, soleiðis at lættari er at rað­ festa tey og seta tey í verk. Mælt verður millum annað til at økja munandi um játtanaina til undir­ vísingartilfar. Føroyskt tilfar eigur at verða tryggjað øllum læru­ greinum á fólkaskúla­ og miðnámsskúlastigi, og tað eigur at verða endur­ nýggjað fimta hvørt ár, heldur nevndin. Nevndin viðger eisini fjølmiðlarnar og málið. Tað erumráðandi at útbúgva fjølmiðlafólk í før­ oyskum viðurskiftum, mentan og í máli. Í hesum sambandi verður skotið upp at ein tvey ára master­ útbúgving í miðlafrøði verður sett á stovn á Fróðskaparsetrinum. Tað var seinasta vár, at landsstýrismaðurin við mentamálum setti mál­ stevnunevnd at gera frá­ greiðing um støðuna hjá føroyska málinum og at koma við uppskotum til ítøkilig tiltøk, sum skulu styrkja føroyskt mál í øllum samfelagnum. Árni Dahl er formaður í Málstevnunevndini Álit um málpolitikk