Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 246 - 19. desember 2007 tíðindi Oljuframleiðsla Jan Müller jan@sosialurin.fo So upprann tann dagur, tá ið føroyskir íleggjarar kunnu skoða, hvat koma kann burturúr, tá ið fleiri íleggjarar taka seg saman um eitt felag. Herfyri keypti Atlantic Petroleum seg inn í olju­ leiðir í Norðsjónum, eitt teirra Chestnut, sum fer undir framleiðslum í næstu framtíð. Talan verður sostatt um fyrstu oljuframleiðsluna hjá føroyska oljufelagnum. Hummingbird pallurin, sum er smíðaður í fjareysturi og liðugtgjørdur í Hálandi hevur seinastu dagarnar verið togaður út frá Rotterdam við beinari kós ímóti Chestnut leiðini. Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum er sera fegin um gongdina. Hann sigur, at pallurin kom til Chestnut leiðina í gjár og verða keturnar festar í botnin, har hann skal liggja. Ætlanin er at fyrsta oljan skal koma upp úr undir­ grundini í 2008. Wilhelm Petersen sigur, at hetta er eitt av hæddar­ punktunum í spennandi søg­ uni hjá føroyska oljufelag­ num. ­ Tað byrjaði í tí smáa í Føroyum við vón um eina skjóta føroyska oljuvinnu. Tað tóktist tó, at hetta kom at taka longri tíð enn felagið hevði tol til, og tí varð farið til verka uttanfyri føroyska økið við oljuleiting og upp­ keypi av veruligum olju­ leiðum. Hetta hevur so ført við sær, at felagið í dag er vorðið eitt føroyskt altjóða felag við virksemi í Føroy­ um, Onglandi og Írlandi. Harafturat er felagið noter­ að á tveimum høvuðsmark­ naðum. Hetta er ein gongd sum vit fegnast um. Stjórin heldur tí eisini, at felagið stendur í eini sterkari støðu, tá ið 3. runda verður lýst í næstum. Sjáldsami pallurin verður sleipaður á oljufeltið Føroyskur oljupallur komin á oljuleið Oljuframleiðslupallurin hjá Atlantic Petroleum og øðrum oljufeløgum er nú á veg á oljufeltið á Chesnutleiðini í Norðsjónum