mikudagur 19. desember 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 19. desember 2007
21
tíðindi
Jólakapping í pink
Pink er hvønn mikudag kl. 15-17
t e l 3 1 1 3 3 1 w w w. r a s 2 . f o
Ring inn og syng ein jólasang og vinn ein FEITAN vinning.
Lurta eftir PINK mikudag og hoyr, hvør ella hvørjir
spennandi dómarar eru á vitjan.
Ringjast kann millum kl. 15.00 og 17.00
Ungi havnamaðurin,
Heiðrikur á Heygum,
gav sína fyrstu fløgu,
»An Invisible Gun«
fyri góðum tveimum
vikum síðani. Fyri
fýra vikum síðani
gav hann stakfløguna
»Jealous« út sum ein
forsmakkur til fløg
una
Útgáva
Annika Hedgaard Isfeldt
annika@sosialurin.fo
Talan er um eitt frískligt og
nýskapandi lot innan før
oyska tónleikaheimin, har
Heiðrikkur á Heygum hevur
fingið teir best royndu
elektronisku tónleikararnar
í landinum at hjálpa sær.
Fløgan »An Invisible Gun«
er freimleidd av elektro
duo’ini »High Hat« (Sakaris
Joensen og Janus Rasmus
sen), Brynjolfi á Heygum
og
Heiðrikki
sjálvum.
Størsti parturin av fløguni
er framleiddur av High Hat
og Heiðrikki.
Janus Rasmussen varð
kendur her á landi sum for
sangarin í bólkinum Lama
Sea og í løtuni er hann ein
av forsangarunum í ís
lendska bólkinum Blood
group.
Sakaris
Joensen
spældi eisini í bólkinum
Lama Sea og hann hevur
m.a. eisini júst framleitt
vælumtóktu fløguna hjá
Guðrið Hansdóttir „Love is
Dead“ saman við Líggjasi
Olsen.
Eisini hevur Brynjolfur á
Heygum sum nevnt gjørt
sítt íkast til fløguna við at
framleiða tvey løg saman
við Heiðrik. Brynjolfur er
ivaleyst best kendur fyri
tónleik sín í bólkinum Side
Effect og nú roynir hann
seg á egnum beinum undir
heitinum B.A.B.Y.
Heiðrik hevur leingi verið
virkin innan aðrar listaligar
greinar sum t.d. málninga
og videolist umframt tón
leikin. Tó er hetta fyrstu
ferð, Heiðrik letur út egið
tónleikatilfar.
Tónleikurin hjá Heiðrikki
er fjøltáttaður, dansivinar
ligur og nýhugsandi. Fløgan
fevnir breitt frá synth poppi
til sveimandi kórútsetingar
og dukandi elektro rútmir.
Íblasturin er frá 80’ara sur
realismuni og 90’ara pop
dansistílinum. Hann hevur
sjálvur skrivað alt tilfarið á
fløguni, sum er merkt av
hugleiðingum um Føroyar
og eini fánýtiskenslu yvir
avbyrgingina í Føroyum.
Tónleikurin er samstundis
filmiskur og sera mynda
ligur.
Fløgan er miksað í gitna
vintage studionum „Music
A Matic“ í Gøtuborg í
Svøríki av kenda svianum
Christoffer Berg, sum m.a.
annað eisini hevur arbeitt
við stórum stjørnum sum
Robyn og The Knife.
Í útvarpshøllini 15. des
ember framførdi Heiðrikur
á Heygum løg av fløguni
við einum akustiskum setti.
Sama kvøldið vóru Guðrið
Hansdóttir og The Ghost
eisini at hoyra.
At enda má sigast, at
Heiðrik av álvara skjýtur
okkum inn í tað nýggja árið
við nøkrum heilt nýggjum
og nýhugsandi tónleikatil
fari, sum flytir føroysk tón
leikamørk.
Heiðrikur
flytir
mørk
Fløgan hjá Heiðrikki á
Heygum um ósjónliga
revolvaran flytir mørk
Savnsmynd