Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 20 nr. 246 • 19. desember 2007 hevnisótt”, har nógvar frálíkar kærleikayrkingar vóru ímillum. Eg minnist, at eg, ein dagin eg fylgdist við Mads Winther og Hans Andriasi, bar uppá mál, at eg fór at royna at smíða løg til yrkingarnar úr “Ást”. Hans Andrias var “fýr og flammu”, men Mads smíltist meira mis­ trúgvin. Eg hevði tá kamarið “á ovastalofti” í Geil, heilt uppi í toppinum. Har byrjaði eg so í august 1907 um kvøldarnar at smíða løg. Um kvøldið 15. august 1907 gjørdi eg “Eg elski tíni eygu”, “Fyri tín fót eg leggi alt”, (sum einki dugdi) og “Bíða mær í nátt.” Kvøldið eftir, tá løgtingsmenninir vóru í stovuni niðri undir kamarinum, fór eg niður til teirra við fiólini í hond, og so sang eg míni nýggju løg fyri teimum. Teimum dámdi tey ógvuliga væl, serliga Símuni í Konoy og M.A. Winther, og tað hendi viðhvørt, at teir róptu meg upp aftur úr seingini at syngja fyri sær. “Tú alfagra land mítt” gjøgnum telefonina Símun av Skarði hevði veturin frammanundan (1906) norðuri í Føgrulíð yrkt ein vakran føðilandssang: “Tú alfagra land mítt”. Hann skuldi nýtast til eina jólabók, S. av Skarði skuldi geva út, og manuskriptið til hesa bók var sent til prentsmiðju Frams (sum prentaði Tingakross, har Kristin í Geil, var blaðstjóri.) og Kristin bróður hevði pappírini í varðveitslu. Harímillum var “Tú alfagra land mítt”. Til henda sangin hevði eg óføra góðan hug at smíða eitt lag. Eg royndi einar tvær ferðir, men ikki bar til, løgini dugdu einki. Kristin var sum oftast tann fyrsti, ið fekk at hoyra løgini, hann var “dómari”, og honum dámdi hvørki av hes­ um løgunum og mær sjálvum heldur ikki. Eg hevði tá nærmast “uppgivið tað fyri eitt bad job” at fáa nakað lag til “Tú alfagra land mítt.” So eitt kvøldið, 4. sept. 1907, eg var liðugur at tappa lemonadu á “Ydun” (tá heima í gomlu Müllers húsum “Køk” í Gongini) var tað, sum fyrstu tónarnir til lagið sungu inni í mær. Eg skundaði mær yvir í Geil uppá “ovasta loft”, treiv eftir fiólini, og eitt­tvey­trý so stóð lagið á pappírinum. Mær sjálvum dámdi væl hetta lagið. Dagin eftir sang eg tað fyri Kristini, og honum dámdi tað eisini ógvuliga væl. Gjøgnum telefonina, úr Geil niðan í Tinghúsið, sang eg so lagið fyri Símun av Skarði, sum eisini segði seg dáma tað væl. Eg begynti tá at fáa meira dirvi, tí væl blivu tey nýggju løgini ímóttikin av teimum fáu, eg sang tey fyri, og eg fekk tá eina “stóra idé”: At fáa eitt av løgunum fram á næstu konsert. Eg kendi eitt sindur ein íslendskan musiklærara og urguspælara á Akureyri, sum í 1905 hevði verið her við einum sangkóri “Hekla” sum dirigentur. Hesum manni sendi eg nú “Tú alfagra land mítt” við bøn um at harmonisera hann fyri 4 stemmings manskór. Ein vakran eftirmiddag í oktober mánaða 1907 kom “Egil” úr Íslandi sum so mangan fyrr og seinni, og við honum kom “Tú alfagra land mítt” mitt í postinum, harmoniserað fyri 4 st. manskór. Fyrstu ferð framført í Sloans sali Um somu tíð byrjaðu vit at “øva” okkum til komandi konsert, ið ætlanin var at hava 2. jóladag. Eg bar hetta lagið niðan eitt kvøldið í gamla “Sloans sal”, sum vit nýttu til sangøvilsi, og sum ungmannafelagið eisini hevði til síni møti. Eg billaði Johan Restorff (dirigentinum) og hinum sangarunum inn, at hetta lagið var íslendskt, og at eg hevði fingið tað sendandi úr Íslandi. Yvir lagnum hevði eg sett eitt fingerað navn “Jón Sveinsson”, og teir trúðu, at so var. Eg tordi ikki alt fyri eitt at siga frá, at lagið var mítt. Tí dámdi teimum tað ikki, so var tað betri, at teir ikki vistu, at eg hevði smíðað tað. Men tað fall í góða jørð fyrsta kvøldið, teimum dámdu tað ógvuliga væl. Eitt sunnukvøld stutt aftaná, tá vit høvdu sangøvilsi í “Sloans Sali”, var gamli bakar Hansen har uppi sum áhoyrari. Millum aðrar sungu vit “Tú alfagra land”, og tá hann var sungin at enda reistist Hansen og spurdi: “Hvem er komponisten?” So væl dámdi honum lagið. Hann fekk tá at vita, at tað var eg, og bilsin var hann, tí hann virdi sjáldan nakað, sum ikki var gjørt av einum manni við “autoriseraðum” navni. Konsertin var hildin 2. jólakvøld 1907, og tað var fyrstu ferð, at nakað av mínum løgum var sungið offentliga. Eg minnist, hvussu fegin eg var, tá eg sá navn mítt prentað í programminum! “Forfængiligheit”! Ein minnilig nátt Frá hesi somu konsert goymi eg eitt vakurt minni. Millum aðrar sangir, ið syngjast skuldu, hevði Johan Restorff valt Ole Bull’s “Paa solen jeg ser” fyri Baryton og Solo. Ætlanin var, at Poul Andreas Restorff skuldi syngja soloina, men hann var ov djúpur fyri Poulsa mál, og eg bleiv so valdur at syngja soloina. Eg var heldur bangin fyri hesum, men 2’ jólakvøld kom og mín “túrur” at syngja eisini. Eg pipraðist, men eg spenti meg út, sum vit siga á Havnamáli, og sangurin eydnaðist væl. Klappini vóru nógv, og eg vildi ikki trúgva mínum egnu oyrum, tá tað bleiv rópt “da capo” (umaftur)! Eg sang so eitt ørindi um aftur. Seinni varð eg borin í “gullstól” inni í klubbanum. Tað var Mads Winther, ið var fyri­ støðumaður, og eg var í “sjeynda himli” og kendi meg sjálvsagt sum ein føroyskan Caruso!! Um náttina gekk dansurin við lívi og lysti, og hetta kvøldið og hesa nátt goymi eg í minninum sum eina sjáldsama vakra stund frá ungdómsárunum. Ískoyti Tú Alfagra Land Mítt kom annars fyrstu ferð á prent í Tingakrossi 8. januar 1908. Ydun, sum er nevnt í greinini, var eitt bryggjarí, sum pápi Petur Alberg, Djóni í Geil, hevði verið við til at stovna. Sloans salur var í 1905 avloyst­ ur av nýggja Ebenezer. Tá gjørdist salurin partur av klubbanum, men hann varðveitti navnið Sloans salur. Sum tað sæst í greinini hevur telefon havt ein leiklut í lagnum til tjóðsangin. Telefonin kom av fyrstu tíð í 1905 og fyrsta húsið í Havn sum fekk telefon var júst “í Geil”. Tann umrøddi “dirigenturin”, sum var tann fyrsti til at stjórna “Tú alfagra land mítt”, var tann tá bert 18 ára gamli Johan Restorff, vanliga kallaður Jan. Hann hevur verið umrøddur í røðini ”Hendur ið sleptu”, har júst Petur Alberg hevði eina hugtakandi lýsing av honum. Símun av Skarði (1872-1942), Rasmus Rasmussen (1871-1962) Símun Pauli úr Konoy (1876-1956) og Mads Andreas Winther (1871-1923) vóru allir løgtingsmenn fyri sjálvstýrisflokkin. Teir gingu javnan inn í Geil, har sluppu at hoyra og meta um nýgjørdu løgini hjá Petur Alberg Ein av teimum, sum eisini eigur sín part av hesi søgu er Kristin, beiggi Petur Fremst myndini er pakkhúsið hjá Carl á Lag. Beint til høgru fyri hana eru húsini í Geil. Tað var uppi á ovasta lofti í Geil, at lagið til tjóðsangin varð smíðað Sloans salur var har Havnar Bio er nú við Tinghúsvegin. Hann er mittasta húsið á hesi myndini