mikudagur 19. desember 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
FF-blaðið kundi sum fyrsti fjøl-
miðil yvirhøvur greiða frá søguni
um mest kenda lagið í landinum.
Blaðið hevði í 1999 eina
greinarøð um Geilaættina og fekk
tá loyvi frá ættini at endurgeva
brot úr dagbókini hjá Petur
Alberg. Millum hetta var hansara
egna søga um lagið til tjóðsangin.
Tað er ikki fyrr enn aftaná, at
hetta er skrivað, at “Tú alfagra
land mítt” gjørdist tjóðsangur.
Tí er tað meira enn heppið fyri
eftirtíðina, at Petur Alberg hevur
skrivað søguna uttan at vita, at
hetta skuldi gerast ein partur av
Føroya søgu. Vert er eisini at geva
gætur, at Petur Alberg bert var 22
ára gamal, tá ið hann gjørdi lagið.
Í samband við, at tað í komandi
viku eru 100 ár liðin síðan hesa
søguligu hending fara vit at
endurprenta hesa frásøgn saman
hansara frágreiðing um, tá ið
hann gjørdi lagið til Tjaldurs-
sangin, sum ikki hevur verið
prentað fyrr.
Petur Alberg: Fyrsta
lagið
Eitt tað fyrsta sanglagið eg
gjørdi var “Mítt føðiland, tú
ríkt ert fyri mær”, sum Hans
Andrias (Djurhuus), vinmaðurin í
Áarstovu hevur yrkt. Lagið var tó
ikki gjørt til henda sang men til
St. St. Blichers: “Min Fødestavn
er Lyngens brune Land”. Tað
var eitt kvøld í februar (eg hugsi
27.) í 1903, at eg gjørdi hetta
lagið uppi í tí gamla kamarinum
uppi yvir køkinum í Geil. Antin
sama kvøldið, ella stutt aftaná,
fór eg heim í Áarstovu til Hans
Andrias, har eg støðugt gekk og
vitjaði skaldið í “smiðjuni”, sum
vit kallaðu kamarið, hann svav
í, læs í og smíðaði allar sínar
yrkingar í. Kamarsvindeygað
vendi eystureftir, út á “grund-
ina” út móti Álarholi og
“Handilsforeingini”, og her
hoyrdist inn sjóðið av ánni, sum
var frálíka inspirerandi, segði
Hans Andrias. Borðið stóð í
krókinum við vindeygað, og
millum borðið og bíleggarovnin
stóð ein stólur, har skaldsins
gestir plagdu at sita. Á hesum
stóli sat eg manga kvøldarløtuna
og lýddi á nýsmíðaðar yrkingar,
sum skaldið las upp fyri mær.
Her sat eg og sang hetta lagið,
eg hevði komponerað. Hans
Andriasi dámdi tað ógvuliga
væl, og nakrar dagar aftaná sá
“Mítt føðiland” dagsins ljós í
rímsmiðjuni í Áarstovu.
Sangurin var tó lítið og einki
kendur í eini 2-3 ár. So í 1906 gav
Jógvan Waagstein út “Songbók
Føroya Skúla”, har kom eisini
hesin sangur uppí. Við bókini
fylgdi eitt hefti við løgum (nótum),
og ikki tordi eg at seta mítt navn
uppi yvir lagnum. Eg lat hann
seta A. Berg, so sá tað út, sum
lagið var danskt. Eg var bangin
fyri, at fólk fóru at flenna at mær,
at eg var so frekur at royna at
komponera. Bókin kom út, men
lagið var tó ikki nógv kent ta
fyrstu tíðina.
Um nýár 1907 byrjaðu vit so
aftur sangfelag. Tað hevði tá
sovið eini tvey ár. 7. apríl høvdu
vit konsert (Johan Restorff
dirigeraði fyrstu ferð), og millum
sangirnar vóru eisini 4 føroyskir,
tó ikki við nýggjum løgum. Tað
summarið hvíldi so sangfelagið
og ætlanin var at hava konsert
aftur til jólar.
Løgtingsmenn sum
“próvdómarar”
Í løgtingstíðini 1907 gingu javnan
ymsir sjálvstýrisløgtingsmenn,
Símun av Skarði, Rasmus
Rasmussen, Símun P úr Konoy
og M.A. Winther, inn í Geil um
kvøldarnar mest at vitja Kristin
bróður og práta um “politiskar
og socialistiskar materiur”, sum
Gudbrandur sigur í “Hjá dala-
bóndum”. Í teimum síðstu árunum
frammanundan vóru nógvir
vakrir føroyskir sangir yrktir við
ongum lagi. Millum annað hevði
Hans Andrias, meðan hann var
læravikarur norðuri í Vági (1905-
06), yrkt ein dikt-cyklus “Ást og
100 ára gamla søgan hjá
okkara tjóðsangi
2. jóladag 1907 varð okkara tjóðsangur framførdur fyrstu ferð
alment. Miðvikan hevur hesa ferð alla søguna um lagið frá
sjálvum tónasmiðinum, eins og hann greiðir frá øðrum
løgum, hann hevur gjørt
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hetta er fyrsta kladdan til lagið “Tú alfagra land mítt”. Petur hevur tó tilskilað í 1930: Hann er soleiðis enn. Eisini
hevur hann tilskilað: Smíðaður 4. September 07 á “ovasta lofti” í Geil
Petur Alberg og Óla Jákup í Horni vóru vóru bestu vinmenn.
Her eru teir ungir, og man hetta vera um tíðina, tá ið Petur
smíðaði okkara best kenda lag