Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 246 - 19. desember 2007 Stutt Sagt Vilja hava Alexandru Fleiri deildarformenn hjá Reyða Krossi í Danmark taka undir við einum hug­ skoti um at velja Alex­andru, greivinnu og fyrrverandi prinsessu, til aðalskrivara eftir Jørgen Poulsen, sum er vorðin fólkatingsmaður, og sum tí ikki kann halda fram í Reyða Krossi. Preben Ban­ semer, sum er formaður í deildini hjá Reyða Krossi í Brøndby, sigur við danska útvarpið, at Alex­andra hevði verið tann heilt rætti persón­ urin til starvið sum aðal­ skrivari, tí hon er nógv av­ hildin millum danir. Haraft­ urat hevur hon víst, at hon megnar krevjandi uppgávur. Grovt valsvik Óhefti eygleiðarafelags­ skapurin Transparency Int­ ernational sigur í einari frá­ greiðing, at tjóðartingsvalið í Russlandi fyri stuttum var merkt av umfatandi valsviki. Tað sama hevur russiski eyg­ leiðarafelagsskapurin Golos sagt. TI skrivar í frágreiðing­ ini, at tað finnast dømi um, at túsundtals atkvøðuseðlar við krossi við flokkin hjá Vladimir Putin, forseta vórðu koyrdir í atkvøðukass­ arnar ísenn, og at tað vóru ikki veljarar, sum høvdu sett krossarnar. Flokkurin hjá Putin fekk 64 prosent av atkvøðunum. TI og Golos vilja vera við, at fleiri em­ bætismenn fingu sekkin, tí teir megnaðu ikki at útvega flokkinum hjá forsetanum nóg nógvar atkvøður. Hvalir við húgvu Í einum japonskum djóra­ garði hava tey givið nøkrum hvíthvalum jólamanshúgvu á kúluna, og tað halda tey flestu vitjandi vera stuttligt. Men djóraverndarfelags­ skapir eru í øðini, tí eftir teirra tykki er hetta at niðurgera hvalirnar. Tað ger ikki støðuna betur, at hetta hendir í einum landi, sum er fyri hvøssum atfinningum kring heimin, tí japonsk hvalaskip fram­ vegis brúka harpun til stórhvalaveiði í Suður­ havinum. Harafturat hava japanar gjørt av at veiða nakrar kúlubøkur í ár, sjálvt um tær hava fingið frið tey seinastu 40 árini. Tann nýggja stjórnin í Avstralia hevur boðað frá, at hon fer at hava eitt vakið eyga við japonsku hvalaskipunum. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Tað er ikki á hvørjum degi, at ein forseti í Afrika verður skúgvaður til viks eins og Thabo Mbeki í gjár (eygleiðari) útlond Ikki fyrr enn fýra tímar aftan á tokvan­ lukkuna í Pakistan komu tey fyrstu bjargingarliðini á staðið ­ Eg veit ikki, hvat hendi, men alt í einum skalv tokið. Vit duttu, og so bleiv myrkt inni, og soleiðis lógu vit í næstan fýra tímar og bíðaðu. Mohammad Iqbal var millum ferðafólkini í snar­ tokinum til Karachi tíðliga í morgun. Sjálvur fekk hann ikki stórvegis skaða, men hann minnist væl neyðar­ rópini í myrkrinum. Fólk í einari bygd nær­ hendis varskógvaðu myndugleikarnar, men kortini gingu næstan fýra tímar, áðrenn tey fyrstu bjargingarliðini komu á staðið. Tað vísti seg, at 14 av teimum 18 vognunum vóru farnir av jarnbreytini, og at fleiri teirra vóru í sori. Fyrrapartin vóru 58 fólk funnin deyð í vognunum, og umleið 120 vóru flutt á sjúkrahús. Pakistonsku myndug­ leikarnir vóru skjótir at siga frá, at talan var ikki um yvirgang, men at eitt brek við jarnbreytini hevði gjørt, at snartokið fór útav. Sam­ bært Reuters er jarnbreytin, sum snartokið koyrdi eftir, løgd í 1930­árunum, og viðlíkahaldið hevur verið tilvildarligt. Fleiri av teimum 18 tokvognunum fóru í smildur, tá teir fóru útav Mynd: Reuters Lógu hjálparleys í tímavís Hóast skuldsetingar um svik og neyðtøku vann Jacob Zuma greiðan sigur á formansvalinum í suðurafrikanska ANC Við 2.329 takvøðum ímóti 1.505 vann Jacob Zuma formanssætið í ANC frá Thabo Mbeki, forseta, og um smá tvey ár vinnur hann ætlandi eisini forsetasætið í Suðurafrika. Jacob Zuma var vara­ forseti í Suðurafrika, men noyddist frá, tá hann bleiv lagdur undir svik. Hann var eisini skuldsettur fyri at hava neyðtikið eina 31 ára gamla HIV­smittaða kvinnu, men løgreglan slepti málinum, tí hon kundi ikki prógva, at talan var um neyðtøku. Tað er sagt um nýggja formannin í ANC, at hann hevur møtt so stórari mót­ støðu á sínari politisku virkisleið, at næstan allir aðrir høvdu slept politikki­ num og funnið sær okkurt annað at takast við. Hansara verumáti ger, at annaðhvørt elska fólk hann, ella hata tey hann, og tí hevur hann bæði vinir og fíggindar í ANC. Á Robben Island Uppstillingin upp undir formansvalið vísti týðiliga, at tann fátæki parturin av suðurafrikanska fólkinum vildi hava Jacob Zuma at taka við eftir Thabo Mbeki. ­ Hann er sum vit, og í honum síggja vit ein, sum vit kunnu tosa við, og sum veruliga elskar sítt fólk, segði ein talsmaður hjá einum fátækrafelagsskapi. Tann 65 ára gamli Jacob Zuma hevur verið limur í ANC síðani 1958. Í 1963 varð hann settur í fongsul, og tey næstu tíggju árini sat hann í fongsli á Robben Island saman við Nelson Mandela. Í tólv ár hevur hann búð í útlegd í Mozambique, Swazilandi og Zambia. Nú er hann formaður í ANC og í 2009 ætlandi suðurafrikanskur forseti. Thabo Mbeki (vm.) ynskir Jacob Zuma tillukku við formansstarvinum Mynd: Polfoto Hetja teirra fátæku vann